við Gjógv, um farast skal eftir, hvussu nógv fólk náa høgan aldur. Andrea er triðja fólkið við Gjógv, sum innan rímiliga stutta tíð fyllir 100 ár. Hini bæði vóru Drikka á Fløtti, sum varð 105 ára gomul, [...] brillur. Eygunum bilar einki, greiðir hon frá. Hon hyggur upp og kveitir yvir á veggin, har klokkan hongur, at vita hvussu nógv klokkan er vorðin í kvøld. Og tað má sigast at vera óført av 100 ára gomlum [...] honum hús. Tá helt Christian á Fløtti, at tað skuldi ikki verða. Hús skuldi »Bóndin« fáa. »Hann ruddaði so húsið í neðra. Bar alt innbúgvið upp á loftið og koyrdi meg upp aftan á við øllum børnunum«, greiðir
fekk Per Johannessen prógvið handað 30. juni. Hetta var á eini samkomu í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Hildur við Høgadalsá, leiðari á skúlanum, handaði prógvini. Umframt felagssang og skemt frá [...] vilja meira enn fegnar hava fleiri mannfólk at taka útbúgvingina, sigur Per. Hann starvast á medisinsku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hvørjar fyrimunir hevur hann so í einum konufólkayrki? Tað er kanska [...] um.;ar so ræðuliga flott . Men í mínari verð skal granskingin her í nógv størri mun vera vørumenning. Samstundis skulu vit hava fólk við evnum og kunnan til at taka ting uttanífrá, sigur Magnus Pauli.
grundlógin fær skuldina fyri, at føroyingar liva í ófrælsi. Í politikki kann man siga so nógv. Og man kann loyva sær so nógv. Men politikkur og politiska skipanin er ein mynd av fólkinum. Vit fáa tað løgting [...] tað hava vit ikki valt. Tá lagaliga løtan hevur verið – og fólkið hevur valt sjálvstýris- ella fullveldisflokkar í meiriluta á ting, so hevur tað kortini ikki riggað. Vit kundu ímyndað [...] Høgni Hoydal, sum er tann einasti í føroysku politisku skipanini á tingi og í landsstýri, sum hevur skrivað undir uppá at heiðra og æra donsku grundlógina sum fólkatingsmaður, sigur, at danska
oljumálaráðharranum á vitjan hjá Shell í London, har tey vórðu kunnað um arbeiðið hjá Shell og samtakinum Shell er í á føroyskum øki. Í tí samtakinum er so eisini BP/Amoco. Vitjað varð á høvuðsskrivstovuni [...] Marknaavtalan millum Føroyar og Bretland hevur longu fingið avleiðingar fyri virksemið á Oljumáladeildini. Hóast nógv hevur verið at tríva í, so hevur bíðitíðin kenst sum at vera í eini dvalastøðu. Nú er [...] ni hjá Shell og vórðu føroysku umboðini eisini á vitjan umborð á FPSO-oljuskipinum ?Anasturia?. Tað eru skip av hesum slagnum, sum helst fara at taka ímóti oljuna, verður hon funnin og tikin upp úr føroysku
lærurík! Hann heldur, at tíðin sum prestur í Klaksvík hevur givið honum nógv. Bæði av jaligum og neiligum. Sjálvur búð hann nógv av sínum barnaárum í býnum, av tí at pápi hansara var trúboðari har. Spurdur [...] hevur verið ein fyrimunur, sigur Hans Eiler: - Tað er ringt at vera profetur í egnum heimlandi. Fólk vænta nógv av tær, sigur hann, og leggur afturat, at hetta kann vera torført at liva upp til. - Tað eru [...] kallar ein karismatiskan vong í Fólkakirkjuni. - Øll hava væntanir, og tú merkir væl, at fólk leggja merki til, hvussu tú prædikar, og hvønn tú umgongst. Eg vildi vera prestur fyri øll, og hetta haldi eg,
rættiliga nógv út á føroyskum máli í hesum døgum, og góðskan á útgávunum er rættiliga svingandi – nakað er gott, men nógv er eisini vánaligt. Tað eru fleiri, sum grenja um, at tað kemur for nógv vánaligt [...] byrjanina til krimi-røðina hjá sær. Sosialurin hevur fangað Jógvan Isaksen á arbeiðsplássinum á tí humantiska fakultetinum úti á Amager í Keypmannahavn til eitt prát um nýggjastu útgávuna. Jógvan er júst [...] di bøkur á løttum máli. Eg vildi skapa føroyskan litteratur, sum tú kundi leggja teg við á sofuni ein sunnudag seinnapart, tá tú vildi slappa av. Hetta slagið av bókmentum eksisteraði ikki á føroyskum
smáskygni vóru atvoldin til, at 77 fólk lótu lív, átta fólk uttanfyri ríkisdagin í Oslo og 69 ungdómar á oynni Utøya, har meir enn 500 politisk ungfólk høvdu leitað sær á summarlegu við bjartskygni og vón [...] umboðum úr Norðanlondum, verið á summarlegu á Utøya, sum UNR (Ungdommens Nordiske Råd) skipaði fyri. Hetta er fyrstu ferð, at UNR skipar fyri einari tvør-politiskari summarlegu á Utøya. Umframt umboð úr øllum [...] varð frá, at eftir yvrigangsatskónina var ivi um, hvussu farast skuldi fram, og hvussu oyggin framhaldandi skuldi nýtast. Stórur dentur hevur verið lagdur á gjøgnum árini at royna at samantvinna søguna hjá
nøgdur Nýggi landsliðsvenjarin er Petur Heðin á Fløttu, sum sjálvur hevur svomið nógv heiðursmerki heim til Føroya. Tá vit sunnukvøldið spurdu hann, hvussu hann var nøgdur við tað, sum hann hevði sæð undan [...] hvørt, heldur hann. - Vit mugu fáa fleiri fólk at svimja, og eisini gera nakað, soleiðis at hesi støðast betri í ítróttini. Svimjingin hevur seinnu árini mist nógv fólk til eitt nú kappróður. Talan er kanska [...] Ístaðin fyri at nýta hesar á svimjilandsliðnum, áttu tað heldur at verið feløgini, sum gjørdu nýtslu av teimum, soleiðis at teir bert vóru við í venjingini har. - Tá skiftið á venjarasessinum er somikjið
ljósið á tey bæði bløðini, ið eftir eru. Hetta var ein sera viðkomandi sending, ið hann skal takkast fyri. Sjálvandi hildu báðir blaðstjórarnir, at teirra blað var óheft. Men um tú tosar við fólk, ivast [...] enn livað í vónini, at tað gongur hóast alt framá. Eitt er, hvat blaðfólkini skriva, hvussu dugnalig tey eru, og hvussu tað verður sett upp, og hvar tað kemur at standa, og hvønn tey velja at tosa við og [...] sjálvur døma. 15.2.99 sendi eg báðum bløðunum yrkingina KÍLIN. Sosialurin prentaði hana 25.2. á síðu 14 á minst møguligum plássi. Hevði skrivað 15.2.99 niðriundir navninum, tað er gott viðhvørt, men tað
saman á einum eldradegi. Tað er møguleiki fyri at fáa nakað bæði til likams og til sálar. Slík tiltøk og onnur hjálpa til at geva lívinum innihald, eftir at vit eru farin av arbeiðsmarknaðinum. Á eldradegnum [...] eldradegnum hittast fólk frá øllum landinum, sum ikki hava sæð hvønn annan í fleiri ár. Tað skapar ein felagsskap millum tey eldru, segði Kári P. Højgaard. Kári kom eisini inn á týdningin av rørslu. Hann hevur [...] ansin um, hvussu vit liva, kann okkara lívsgóðska hækka, og livialdurin økjast, segði Andrias Petersen. Um núverandi gongd heldur fram, so kunnu vit vænta, at tað ikki verður óvanligt, at fólk gerast 100