skil á móttøkurnar og av tí sama eisini á álopsspælið. Eftir tí sum skilst, so vóru tað serliga kantáleypararnir hjá Mjølnir, sum fingu gongd á í øðrum setti, og í ár eru tað Vera Larsen og Margit Joensen [...] so skifti spælið aftur, og brádliga byrjaði Fleyr at otað seg inn aftur í dystin. Og smátt um smátt nærkaðust tær Mjølnir. Júst hetta settið í dystinum var sera spennandi, og til tíðir sera, sera væl [...] dystinum, og hetta hildu tær fast við. Liðið er sum fleiri ferðir nevnt áður blandað við góðum gomlum leikarum og yngri leikarum, sum eru á veg fram. Mjølnir setti seg tískil á fjórða sett og kom rættiliga
van Gaal ella Jurgen Klopp? Jurgen Klopp. Ein ung, frísk og dámlig týpa, ið hevur verið eitt gott ískoyti til Premier League. Tað er serliga hansara humor og eldhugi á síðulinjuni, ið ger hann meira spennandi [...] hugsi um, at Manchester City- og Chelsea spælararnir eisini hava verið mentalt offside leingi. Liverpool er toppgearað til í kvøld, og vit vinna við tveimum málum frá Sturridge og Firminho. Hvør kemur víðari [...] Dortmund. Vinnaramentan, ''passion'' og útstráling og so virkar tað sum, at allir leikarar elska at spæla undir honum. Í summar fáa vit so at síggja, um hann dugir at keypa inn og næsta ár fáa vit at síggja, um
gingnir, breyt svínakrím út í Meksiko, og allur heimurin setti Meksiko í ljósmálan, tá tíðindini bórust at fólk vóru deyð og túsund vóru smittað. Haðani gekk tað skjótt, og dag um dag hækkaði heimsheilsustovnurin [...] sitið inni í eina viku, og tað nærkaðist endanum á karantenuni, ringdi brádliga aftur úr Danmark. - Henda mikudagin ringdu tey (danska kontórið hjá AFS, blm.) og søgdu: Pakka taskuna og sig farvæl, tí tú skal [...] tosa við nakran um tað, og gjørdi bara sum eg varð biðin. Soleiðis greiðir 17 ára gamla Katrin Johannessen frá hennara reaktión, tá hon brádliga fekk boð um at pakka taskuna og siga farvæl, orsakað av
00. Malmberg D. Olsen talar, Bodil Olsen endar og Jóhan Petur og Rasmus syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 talar Thomas Dam. Petur Jacobsen endar og Hallgerð og Jóhanna syngja. Viðareiði Ungdómurin kemur saman [...] heldur fram við møti í kvøld kl. 20. Ungdómur vitnar og ung úr Meinigheitshúsinum í Havn syngja. Fríggjakvøldið kl. 20 talar Hans Pauli Højgaard og manskór av Strondum syngur. Innsavnan til Heimamissiónina [...] tilkomin og eldri til hugna. Felagið Tórshavn Sunnudagin 30. nov. verður gongutúrur út á Grótbrotið á Glyvursnesi. Farið verður frá »Albert Hall« á Argjum kl. 14. Havið góð og heit gonguklæði og ein kaffimunn
frá landsins myndugleikum og frá kommunnalum myndugleikum. Kristjan Magnussen vísti á, at tey eldru verða fleiri og fleiri eftir fólkatalinum. ? Fleiri og fleiri liva longri og hava rímiliga góða heilsu [...] broytingarnar í samfelagnum, nú tað broytist so skjótt, at báði ung og eldri hava ilt við at síggja meiningina við øllum broytingunum, og mong spyrja seg sjálvi, um nøkur vón er fyri framman. Gott at tit [...] eftirløn, livstrygging, einkjupensión, einkjumannapensjón og avlamispensjón. Hann segði, at almanna- og heilsudeildin í Tinganesi hevur tikið málið upp og er farið undir arbeiðið at framtíðar pensjónsskipanunum
eiga ommur og abbar at vera hjá og fáa upplivingar frá sum eingin skúli kann geva. Summi eiga í veruleikanum ongan annan enn sína mammu ella pápa ofta ikki eingong bæði og tá er lívið tungt og tað er trupult [...] tey ikki eru illa fyri kroppsliga og orka tað, itróttin fær dyggan stuðul og eitt stórt arbeiði verur lagt í at menna hana. Tað er gott og tað hevur hjálpt nógvum børnum og ungum burturúr at dragast við sosialar [...] gleði við at spæla tónleik og geri tað framvegis, hóast eg einki heiðursmerki havi fingið fyri tað, so eigi eg sjálv gleðina og møguleikan fyri at flyta meg úr tungum trupulleikum og at koma ígjøgnum mangar
Ingeborg heim aftur til Vágs, har hon giftist, og fekk tvey børn. Eisini sum ung dámdi Ingeborg væl at kjakast um og seta spurningar til korini hjá arbeiðarunum. Og so var tað skjótt, at onkur skeyt upp fyri [...] mannin og gjørdu sama arbeiði men fingu nógv minni í løn, minnist Ingeborg aftur á. Tað tók henni og Føroya Arbeiðarafelag nøkur ár, men í 1981 fekk kvinnan endiliga somu tímaløn sum maðurin, og hetta heldur [...] harðliga sagt sína meining, sjálvdan hevur hon bakkað, og hóast hon kann tykjast sum ein markant kvinna við konkretum meiningum, so er Ingeborg ein sera blíð og fryntlig kvinna. Dúgliga verður bjóðað til kaffi
sum droymir um, at hann og ein kavamaður eru á ferð. Meðan Eyðun las, syrgdi orkestrið fyri ljóðeffektunum, og hetta riggaði avbera væl. Eisini var ein solo í ævintýrinum, og hana sang ein genta, sum [...] trinum, og tað hildu børnini vera sera stuttligt. ? Tað ráddi um at fáa børnini at luttaka aktivt við í konsertini, og tað haldi eg eydnaðist við, at tey sluppu at royna seg sum dirigentar og so sjálvandi [...] Tvær familjukonsertir og knapt 1.000 áhoyrarar tilsamans. So væl eydnaðist fyrsta royndin hjá Føroya Symfoniorkestri at skipa fyri familjukonsertum og harvið røkka einum øðrum málbólki í samfelagnum enn
fram ímillum framleiðslu Føroyar uttan fyri Havnina og akademikararnar, sum búgva í Havn, framleiðslu Føroyar sum skapa og skaffa pengar til samfelagið og akademikararnir í Havn, sum eru ein stór útreiðsla [...] universitetsumhvørvi, har útbúgvingarnar, tey lesandi og tey sum granska vera savnað á einum stað. Tað eru áleið 1000 ung sum lesa á Fróðskaparsetrinum, og tey 1000 eiga at vera økt til í minsta lagi 3000 lesandi [...] part av útbúgvingini í Føroyum og yvirbygningin onkra aðra staðni í Evropa. Og somuleiðis vil hetta eisini gera tað áhugavert hjá øðrum lesandi úti í heimi at taka onkur fak og útbúgvingar í Føroyum. Soleiðis
trupulleiki fyri nøkur børn, ung og vaksin. Tað er kanska sjálvsagt, at tosið um happing ofta fer inn um skúlagátt. Har eru stórir bólkar av børnum, øll hava einaferð verið næmingar og upplivingarnar eru sera [...] allastaðni. Tí stóra avbjóðingin er at taka tað, vit longu vita um happing, og umseta tað til effektiva venjing og vilja frá heimi, skúla og í samfelagnum annars. Tosa opið, men tó... Vit eiga at leggja okkum [...] at happa – og hetta skapir enn ein trupulleika. Trivnaður fyri næmingar verður m.a. tryggjaður, um foreldur, lærarar og vaksin annars miðvíst arbeiða við at brynja teir til eitt livandi og fjølbroytt lív