av orsøkunum til at eg stilli upp til løgtingsvalið er, at eg vil arbeiða fyri, at øll í Føroyum skulu hava atgongd til ein góðan og tryggan bústað, sum hóskar til teirra tørv, lívs- og fíggjarstøðu. Tað [...] leigar bústaðir. Tann láglønti, einligi forsyrgarin, fólkapensionisturin, útlendingurin, flóttin og fólk við skerdum førleika, hava torført við at fáa tak yvir høvdið. Hetta eiga vit at gera nakað við! Sum [...] grannalondum okkara. Tí ein tryggur bústaður, sum er til at rinda, er grundleggjandi vælferðarpolitikkur. Nú er okkara túrur eisini komin á hesum økinum. Harriet Jørgensen, valevni fyri Javnaðarflokkin
meinar, at vit sum fólk eiga at standa saman við teimum menniskjum, sum í hesi løtu líða ein ræðuligan ágang. Eitt samanhald, ið er størri enn óttin fyri at missa inntøkur. Sum fólk hava vit skyldu at [...] Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og formaður floksins, Sámal Petur í Grund, frá, at vit sum fólk ikki tigandi kunnu hyggja at, meðan vanliga fólkið í einum landi verður atsøkt og dripið. Sjálvstýrið [...] tí á løgmann og politiska myndugleikan at umgangandi seta tiltøk í verk, sum klárt vísa, at vit sum fólk, standa saman við ukrainska fólkinum. Vit eiga ikki bara at standa saman við ukrainska fólkinum og
n, soleiðis at samfelagið fær gagn av førleikunum hjá hesum fólkum. - Vit skulu eisini hava eina integratiónslóg, og vit skulu í enn størri mun gagnnýta førleikarnar hjá tilflytarum, eins og undirvísingin [...] familjurnar í Føroyum, soleiðis at hesar hava góðar karmar og livilig kor. Familjan er kjarnin og í dag, nú so stórar príshækkingar hava verið, eru nógvar barnafamiljur sperdar. - Tað eru barnafamiljurnar, sum [...] royndum sum óroyndum. - Helvtin av valevnunum hjá okkum hava ikki stillað upp áður, og hetta eru alt fólk, sum brenna fyri fólkaflokshugsjónini og vilja verða við til at gera mun, segði formaður Fólkafloksins
men tað standa 492 fólk á bíðilista til at fáa eina trøð. Men hesi seinastu 17 árini eru tað bara níggju umsøkjarar, sum tað hevur eydnast at fáa eina trøð, so umsøkjararnir skulu brynja seg við toli [...] Tað er sannur gravgangur eftir at fáa eina leigutrøð frá Tórshavnar Býráð til ymiskt jarðarbrúk, eitt nú nakrar seyðir, dunnur og gæs, ella til at velta epli, røtur, ella annað. Men tað er nokk størri møguleiki [...] toli. Býráðið hevur nú samtykt at endurskoða alt økið í sambandi við leigutraðir. Ein partur av hesum arbeiðnum verður at kanna um tað ikki ber til at útvega fleiri leigutraðir, men ein partur av arbeiðnum
at ein bústaður ikki bara er at rokna sum ein íløga, vit skulu vinna pening uppá, men eitt veruligt heim, sum tryggur karmur um familjuna. Nú meira enn nakrantíð er stundin komin at gera broytingar. Við [...] lestraríbúðir. Men skulu vit nøkta tørvin er avgerandi, at kommunan fær heimild saman við felagnum Bústaðir at bygja fjølbroyttar íbúðir til øll. Bústaður er ein sjálvsagdur rættur, og vit skulu stremba eftir [...] til lesandi, bústaðir til fólk við serligum tørvi, eldraíbúðir og eldrasambýli, eigaraíbúðir og sethús kring alt landið. Tørvurin er nógv størstur í høvuðsstaðnum, her tað nú búgva 42,5% av fólkinum. Vit
tíð og orka uppá at kjakast um, hvussu vit fáa Heilsuskúlan fluttan til Tórshavn. Orsøkirnar til, at fólk frávelja skúlan er ikki orsakað av, at hann liggur í Suðuroynni. Vit vita, at um vit veruliga ynskja [...] ikki liggur í Tórshavn - heldur tvørturímóti - og tað verður minst aftur á lestrartíðina við gleði. Nú havi eg sjálv havi gingið á Heiluskúlanum, sjálvt um eg havi búð alt mítt lívá Argjum. Eg havi havt [...] Og um studningurin rakk til, so gekk eg har enn. Heilsuskúlin MÁ og skal liggja júst har hann liggur nú - í Porkerishaga. Heilsuskúlin er ein framúr skúli við eldsálum. Hesar eldsálir kunnu hvørva, um skúlin
ari lendisnýtslu framyvir. Náttúruloysnir skulu setast í verk, har vit við teimum somu átøkunum kunnu bæði minka um útlátið og bøta um lívmargfeldið, eitt nú við at fyribyrgja og endurbøta skriður og endurvæta [...] vanda okkum betri um náttúruna. Vit hava tørv á náttúrufriðøkjum, har náttúran kann koma fyri seg og fólk fáa møguleika at uppliva føroysku náttúruna. Sum er, skalt tú í støð har seyður ikki fær gingið fyri [...] samtykkjast ongantíð ov skjótt. Tí mugu vit av álvara gera átøk fyri náttúruna í Føroyum. Føroyar skulu hava hava ein fullfíggjaðan reyðlista, sum kann vísa okkum á støðuna hjá føroysku plantu- og fuglasløgunum
støðugt skulu styrkja føroyska landbúnaðin, so hann kann gerast ein týðandi og burðardyggur vinnuvegur í føroyska búskapinum. Í einum ótryggum umheimi har kríggj og matvørukreppa valdar, tosa nú øll heimsins [...] fyritøkur, borgarar og búnaðarfólk hava ávarað um óhepnu gongdina. Tað er í tøkum tíma, um vit ikki skulu koma í neyð av hesum. Sjálvstýri vil tryggja, at ferðavinnan gerst ein sólskinssøga fyri allar føroyingar [...] føroyingar. Ferðavinnan má nýhugsast, so hon kann tryggja sær undirtøku úti um alt landið. Nýskipanir skulu setast í verk, sum verja vøkstur, djóralív og landbúnað, og sum tryggja, at vinningurin frá ferðavinnuni
Vit skulu hava ein almennan bústaðarpolitikk. Tað hava vit ikki sum nú er, og er tað ikki løgið? Serliga tá samfelagið stendur við tí risastóru avbjóðing, at fólk hava ilt við at finna eitt stað at búgva [...] búgva? Í Føroyum skulu allir føroyingar sleppa at búgva, um teir hava hug til tað. Soleiðis er tað langt frá í løtuni. Tá ikki eingongd miðallønt kunnu taka eitt húsalán, og grannvaksin fólk mugu búgva heima [...] løtuni síggja vit, at ung fólk, barnafamiljur og láglønt, berjast fyri at fáa endarnar at røkka saman. Sjálv standi eg í tí støðu, at leigumálið hjá okkum er uppsagt, og vit skulu finna nýggjan bústað. Vit
vælgjørd, sum henda danska kanningin sum varð almannakunngjørd í British Medical Journal nú í heyst. Smáar tvær milliónir fólk, 60 ár ella eldri, og sum búðu í Danmark ímillum 2004 og 2017, vóru við í hesi kanning [...] har vit skulu hvíla okkum fyri at kunna taka dagsverk á okkum dagin eftir. Felagið sigur, sjálvandi er larmur ikki meginorsøkin til demens, men tað er mest sannlíkt at larmur ger sítt til, at fólk fáa demens- [...] er, at tey, sum høvdu búð í 10 ár á støðum við nógvum larmi frá ferðsluni, høvdu oftari demens enn fólk, sum høvdu búð í minni larmi. Kanningin samanbar bæði larm frá bilum og frá jarnbreytum, og úrslitið