Átøk fyri náttúruna

Føroyar verða í ferðavinnuhøpi seldar sum “unbelievable, unspoiled, and unexplored”. Vakrar lýsingar vísa okkara nátturu, og vit eru errin um okkara flottu vakra land. Men støðan hjá lívmargfeldinum í Føroyum fær ikki nóg nógva rúmd í hvørki kjaki ella politikki. 

 

Svinnið í lívmargfeldinum í heiminum er stórt. Somikið stórt, at tað verður mett, at 1 mió. sløg av plantu- og djórasløgum eru í vanda fyri at doyggja út komandi áratíggjuni. Vit mugu tí vanda okkum betri um náttúruna.

 

Vit hava tørv á náttúrufriðøkjum, har náttúran kann koma fyri seg og fólk fáa møguleika at uppliva føroysku náttúruna. Sum er, skalt tú í støð har seyður ikki fær gingið fyri at síggja uppruna náttúru. Innan komandi valskeið er liðugt, eiga vit at í minsta lagi skipa eitt stórt náttúrufriðøki.

 

Vit vita ikki, hvussu nógv lívmargfeldið, vit missa um árið orsaka av velting, útbyggingum og øðrum. Stórur tørvur er tí á, at árinsmetingar verða gjørdar, áðrenn inntriv í náttúruna verða gjørd. Umhvørvisárinsmetingar koma ov seint í tilgongdini. Hetta eigur at broytast og vera partur av náttúruverndarlógini, sum eigur at samtykkjast ongantíð ov skjótt.

 

Tí mugu vit av álvara gera átøk fyri náttúruna í Føroyum. Føroyar skulu hava hava ein fullfíggjaðan reyðlista, sum kann vísa okkum á støðuna hjá føroysku plantu- og fuglasløgunum og vera grundarlag undir náttúruvernd og burðardyggari lendisnýtslu framyvir.

 

Náttúruloysnir skulu setast í verk, har vit við teimum somu átøkunum kunnu bæði minka um útlátið og bøta um lívmargfeldið, eitt nú við at fyribyrgja og endurbøta skriður og endurvæta vátlendi.

 

Hervør Pálsdóttir,

Valevni fyri Tjóðveldi