Tað er sannur gravgangur eftir at fáa eina leigutrøð frá Tórshavnar Býráð til ymiskt jarðarbrúk, eitt nú nakrar seyðir, dunnur og gæs, ella til at velta epli, røtur, ella annað. Men tað er nokk størri møguleiki fyri at vinna í Gekkinum at fáa fáa eina trøð.
Tórshavnar kommuna eigur 108 traðir, sum verða leigaðar út, men tað standa 492 fólk á bíðilista til at fáa eina trøð. Men hesi seinastu 17 árini eru tað bara níggju umsøkjarar, sum tað hevur eydnast at fáa eina trøð, so umsøkjararnir skulu brynja seg við toli.
Býráðið hevur nú samtykt at endurskoða alt økið í sambandi við leigutraðir. Ein partur av hesum arbeiðnum verður at kanna um tað ikki ber til at útvega fleiri leigutraðir, men ein partur av arbeiðnum verður eisini sat kanna um ikki tær størru traðirnar kunnu verða býttar í tvey, ella kanska í trý, tá ið leigarin ikki kann hava tær sjálvur fyri aldur og tær verða arvaðar til næsta ættarlið, ella fella aftur til kommununa.
Av teimum 108 traðunum, Tórshavnar Kommuna eigur, eru 46 traðir størri enn 9.000 fermetrar.
Skipanin er tann, at tey, sum fingu leigutrøð fyri 15. desemnur í 2005, kunnu lata børnini arva trøðina, men bara einaferð, so abbabørnini kunnu so ikki arva hana aftur, tí tá skal hon fella aftur til kommununa.
Tey, sum hava fingið eina trøð eftir 15. desembur í 2005, hava ikki hendan møguleikan, og tað eru býráðslimir, sum undrast á, at tað verður gjørdur munur á leigarunum á hendan hátt.
Samstundis hevur býráðið eisini samtykt, at tey, sum hava eina leigutrøð, kunnu sleppa at leggja el og vatn inn, tí býráðið heldur, at tað ger tað høgligari at passa dýr og veltur. Men tað er fyri egna rokning og tá ið trøðin fellur aftur til kommununa, fylgir vatnveitingin, og elveitingin, við, men tann, sum letur trøðina inn, fær ikki endurgjald fyri tað.
Tey, sum leiga traðirnar, hava eisini viljað sloppið at bygt størri hús á teimum, men tað er býráðið ikki sinnað til, tí so halda tey, at hetta fer meiri at líkjast einum summarhúsøki, heldur enn lítlum landbrúki til ítrivs.