nóg leingi fyri at læra, nú er tíðin komin til at luttaka á jøvnum føti við onnur lond. Sum áður nevnt eru viðurskiftini millum Føroyar og Danmark komin til eitt vegamót. Vónandi fara broytingarnar í [...] líkasælu í føroyingar, men eftir løgtingsvalið í vár, tá ið føroyingar valdu tey bestu sínámillum inn á ting og í landsstýrið, var fingin ein góð avtala við danir um endurgjald fyri bankamál og afturgjaldstreytir [...] ir fyri skuldina so nú tykjast útlitini fyri at byggja land við nýggjum vinnuvegum munandi betur, til dømis kunnu vit hugsa um at útflyta lidnar fiskavørur ístaðin fyri bert at útflyta rávørlu. Tá ið eisini
heitum rættum til teir “svongu” gestirnar. Av tí, at verturin hvørki roykir ella nýtir alkohol var einki slíkt hvørki at síggja ella at njóta – eitt sera gott og gevandi føðingardagshald bæði til álvara og [...] Carlsen. Maria í Ullvøruhúsinum og mamman Kirstin og Sølva Ford. Øll hesi gjørdu sítt til at gera føðingardagshaldið til eina ríka sanguppliving. Sølva Ford sang tveir kendar klassiskar evangeliskar veki [...] og hini systkini vóru lítil, ikki minst teir mongu túrarnar til frítíðarstaðið Løttorp i Svøríki, har svensku sangbrøðurnir Samuelsens hildu til. Jens Lundberg, ja hvør kennir ikki Jens uppi hjá Berg Motors
ynskja kravt sóttarhald fyri fólk, sum koma inn til Føroya, í veruleikanum vilja hava ein "politistat". Soleiðis slapp løgmaður undan at taka støðu til tað, hesi mongu fólk siga: Nevniliga at um lógarkravt [...] landsstýrið síðani 12. mars, hevði ongan spurning um tað. Tað var orsøkin til, at eg loyvdi mær at átala tað. Eg gjørdi meg IKKI til talsmann fyri, at øll, sum koma, skulu í kravt sóttarhald. Nevndi enntá [...] kjakið. Og í síni desperatión tekur hann til tað lægsta av tí lægsta, og setir tað, mótstøðumaðurin stendur fyri, í samband við Hitler. Leggur eftir partamonnum Nøkur ting gera tað serliga áhugavert, at Helgi
Erling, sum eisini er kendur frá filmunum um Trøllaommuna, sigur, at nú koma børn fram til hansara og siga "tað ber ikki til bæði at verða ein dólgur og Erling politistur". Egi: Tað hevur undrað meg, hvussu [...] Men skálkabrosið er tað sama, og tað tekur ikki langa løtu frá tí, teir tríggir eru í sama rúmi, til vit øll hava láturkrampa. Dólgarnir hava ikki samstarvað, síðani Dólgarnir vóru niðurlagdir 1988, men [...] handan Dólgarnar Zacharias Hammer er ikki við. Hann var tann, ið savnaði teir tríggjar og koyrdi bilin til Leynar á fyrstani tíðí 1985, tá fyrstu upptøkurnar vóru gjørdar. Egi: Eg minnist, at eg spurdi Zacharias
fekk. Hetta tryggjaði henni eina innbjóðing til næsta landsfundin hjá flokkinum, har Annika fekk høvi at røða og soleiðis geva sína politisku hugsjónir til kennar. Eftir hetta gekk tað skjótt. Annika Smith [...] nøkur onnur evni enn tey, ið koma til sjóndar í føroyska faldaranum. - Tað liggja fleiri møguleikar í hesum, enn um eg bara hevði ein danskan ella ein føroyskan profil til valið. Margfeldni gevur mær og flokkinum [...] helst sín stóra lut í, at formaðurin í SF vitjaði til pallborðskjak á Vesterbrogade 17. Øgiligur spenningur Um ymsu bakgrundirnar fara at røkka so langt sum til ein fólkatingssess, fer tíðin at vísa. Greitt
uppskrift. Hon er at senda rokningina til vinnuna. Listin er langur. Bara hesar seinastu mánaðirnar hevur fiskivinnan fingið álagt at gjalda upp til 2% av avreiðingarvirðinum til at fíggja inntøkutrygdina, hon [...] heimaflotin skuldi hava loyvi til at virka veiðuna umborð. Hetta eru nakrar av tillagingunum, sum eru neyðugar. Harumframt skuldi landskassin koma við 150 mió. kr. í stovnsfæi til nýggja Trygdar-grunnin. Tá [...] úr løgtinginum, hevði eitt næstan einmælt ting samtykt, at gjaldið kann verða upp í 2% av avreiðingarvirðinum, ongin av treytunum hjá vinnuni varð tikin til eftirtektar, og landskassin kom bert við
gamlari tíð eru tey úr øllum bygdum komin til Havnar á Ólavsøku, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Ólavsøkan hevur [...] Seinastu árini hava vónbrotini verið stór. Hjá einum felag, ið altíð hevur sum mál at kvalifisera seg til pláss í Europa Cup, hevur tað verið alt annað enn nóg mikið, at teir so at siga hava havt fast pláss [...] Brink og Roy Hodgson, men nýggi venjarin hevur aftur og aftur undirstrikað, at eingin er ov fínur til at sparka høgt og langt burtur, um talan er um stórt trýst í egnum brotsteigi. Tað gera teir í stóru
avanseraðir til við tign í tørvi allan sólarringin at koyra konurnar: Daju, Kirstin og Nelly til handils, bindiklubb ella bingo umframt at vera standby fyri øll abbabørnini, sum altíð skulu til alskyns " [...] bókhaldinum hjá LV, og hansara nærlagni vakti ans og virðing. Tí frá fyrsta degi varð lagt merki til hansara krøv til sín sjálvs, hetta at alt sum hann hevði við at gera, tað skuldi bara vera í lagi, og at har [...] tað hevði verðið ein ævisøga við lít, um honum hevði eydnast at fingið hana út í bók. Tilfarið er til skjals og skipað í umleið einum kubikkmetri ella einum hálvum tonsi av samlimappum. Ella hevði bara
stóru" í lítla fótbólts-Føroyum. Gott at nýggjar kreftir koma í FSF og seta nøkur ?ting uppá pláss". Eitt heraklapp til tín Bjarki. MEN!!! Í kvøld, mikukvøld 30. apríl, las eg í Sosialinum og Dimmalætting [...] fýrakanta at krevja at tit vinna dystirnar. Set PRÆCEDENS bæði tá tað kemur til sjónleikarar og fusk/líkasæla tá tað kemur til at hava øll loyvir á pláss!!! [...] men mær vitandi havi eg ongantíð vita um, at fótbóltsleikarar nýta fótbóltin sum eitt ?springbretti" til Hollywood. Men tað vil eg nú ikki vóna at teir báðir leikarnir royna, og tit vita báðir hvørjir tit
tryggja, at tey fáa rættvísa viðferð, fáa høvi at taka til orð-anna og verða nøktandi umboðað í ofta ørkymlandi og fremmandari tilgongd. Síðani eru atlit til kunnleika og førleika av ymsum slagi. Higartil hava [...] málinum um barnavernd hevur trivnaðarnevndin givið spildurnýtt fordømi fyri, hvussu nýmæli kunnu verða til ígjøgnum drúgvt og nærlagt nevndararbeiði. Nevndin hevur eisini latið frá sær sjálvsamt dømi um sera [...] ikki bara vera afturhvarv av orðaskiftinum í tingsalinum. Hans Pauli segði nakað soleiðis í brævi til trivnaðarnevndina: ?enn er bert talan um lógaruppskot, og stendur tað tí tinginum frítt fyri at seta