Dan
Eg harmaðist um, at 75 ára hvarvið hjá Heina Olsen í juli fór afturvið borðinum uttan háva; men snarsvarið frá Dan læt ikki bíða eftir sær:" Ja, tað ger minni, tí tú gloymdi eisini meg, sum fylti 75 í juni (!). Og forrestin Otto eisini. Men annars havi eg ikki fingið høvi at argað Heina enn um at øll hansara manndómsverk og miklu vegagerðir í Afghanistan, har helst alt er burtur nú, tí Bush hevur bumba heila fra..ð ( eitt dampandi ser-suðuriskt fjøltáttað málsligt felagsheiti) í sor!"
Dan er ein hendinga hegnismaður og hittinorðaður skemtari. Hann dugir alt handverk og er bæði umgongiligur og evnagóður verkfrøðingur. Summi læra í áravís at leggja vegir í leið og legu um fløtur og bjargalendi, og tey læra tað ongantíð; meðan onnur bara tykjast at hava fingið alt í vøggugávu. Soleiðis er við Dan.
Otto Sørensen vildi altíð hava Dan við sær á flot. Teir fingu altíð fisk, og var ein fuglur í skotmála, so stóð Dan og hirsaði eitt sindur við byrsuni og pilkaði so hvørt hvønn fugl niður, sum hann vildi, og sum typiskur tvørámaður skemtaði hann støðugt afturvið.
Tað var eitt avbera gott sjakk, sum tá var á projekterandi vegadeildini hjá Mikkjali Helmsdal. Táið Heini við sínum víðfarnu projekterings- og byggileiðsluroyndum úr fleiri heimspørtum, tann ótrúðliga arbeiðssami Niels Juul Nolsøe og Dan baldust har. Allir eru teir verkfrøðingar frá Horsens Teknikum. Hesi árini var stór faklig virðing fyri stovninum bæði herheima og um lond. Sum heild var LV eitt sera gott arbeiðspláss. Tá -.
Heini
Heini er eisini í serklassa. Men tak ikki feil. Tí í hansara hundraðtals skemtisøgum er tað aloftast hann sjálvur, sum er tann óbetonkti, meðan m.o. Kirstin, er tann gløggara (og tað er hon vist eisini - -).
Men allíkavæl er tað ikki hissini, hvat ið Heini (við sínum ektaða sjálvspeii) hevur fingið avrikað sum verkfrøðingur og rithøvundur bæði burturi og heima í skrivligum og munnligum formi eitt nú í útvarpi, sjónvarpi, tíðarritum, á fundum, Lions Club, FVF og mangar aðrar staðir við.
Ja, tað hevði verðið ein ævisøga við lít, um honum hevði eydnast at fingið hana út í bók. Tilfarið er til skjals og skipað í umleið einum kubikkmetri ella einum hálvum tonsi av samlimappum.
Ella hevði bara hin bókin, sum ein byrjan, komið út undan væðingini, við hansara vitbornu skemtisøgum - uttan úr heimi, úr heimbygdini og um aðrar vestmenningar. Tí tann bókin má langt síðani vera fermd til at flota.
Sjálvur William Heinesen bað staðiliga Heina um at gevast við at tekna, skriva og rokna fyri onnur, og heldur fara undir at skriva "okkurt ordiligt" sjálvur.
Otto
Ólavsøkuaftan fylti Otto Sørensen 80 ár. Hann er ættaður úr Porkeri, og kom til LV, táið eina mest var at gera við at uppbyggja stovnin, og mong stórarbeiði, so sum Mjørkadalsvegurin, vóru í gerð.
Hann var í mong ár ein avhildin fulltrúi í bókhaldinum hjá LV, og hansara nærlagni vakti ans og virðing. Tí frá fyrsta degi varð lagt merki til hansara krøv til sín sjálvs, hetta at alt sum hann hevði við at gera, tað skuldi bara vera í lagi, og at har skuldi eingin koma afturumaftur, ella gera tað betri.
Soleiðis er hann í øllum lívsins viðurskiftum, og tað er ikki hvørjum manni beskorið.
Minnist einaferð á fundi, at Mikkjal sendi boð eftir Otto um eitt ávíst mál av áhuga. Otto kom beinanvegin við sínum megastóru protokollum, har alt um ávís arbeiði var við: aconto-flytingar, studningar o.a. - alt væl og vakurt og virðiliga uppskrivað og útroknað.
Mikkjal Helmsdal hevði eitt framúr gott minni, og hann var als ikki nøgdur við okkurt í málinum. Hetta umframt tað, at hann tá var komin so mikið til árs, at honum ikki dámdi so væl at verða sagdur ímóti. Men Otto gav eina púra greiða forkláring um málsgongdina og bakkaði ikki ein tumma fyri "The Giant". Har var einki at koma eftir. (Gott, Otto!)
Teldur og trællar
Ofta fløddu á teimum døgum ymsir ekspertar niðan úr Tinganesi við ymiskum ætlanum um øðrvísi bókhaldsføringar og telduligar nýskipanir v.m. Og Mikkjal gekk vanliga við til at royna hetta, men legði í sama viðfangi afturat á fundinum:" Men Otto, tygum halda fram við at føra bøkurnar sum vanligt í minsta lagi tvey ár afturat - ." Og hetta kom, sum vera man, mangan væl við, táið hesi "talgildu teldutøknilsini" eftir stuttari tíð lógu hjálparleys uppi á turrum.
Men hinvegin vita ikki øll um Sørensen, at aftanfyri henda fatta og hábærsliga fulltrúan, sum tú møtir á havnargøtum, har býr ein ikki hissini radur og skemtari. Tað fekk mangur at kenna, og m.a. ein annar fulltrúi, táið ein dagin allir fakturarnir, ið hesin skuldi vátta, høvdu fingið øll hjørnini skorin av.
Hvat var nú hetta? Aftur ein nýggj skipan? Spurdu tey bilsnu starvsfólkini Otto, og sum ikki lætst um vón. Men uppaftur verri varð tveir dagar seinni, tí tá vóru - umframt hjørnini - eisini allir fakturarnir límaðir saman sum ein harmonikubjølgur - . Men tá varð ovboðið fyri tann váttandi fulltrúan, og tann "kreativi trællurin" bleiv funnin - og skellilátur í lon!
Fyrisitingin
Tað var ein framúr fylking, sum tá var á ovastu hædd á stovninum, fyri bara at nevna tey farnu: Mikkjal Helmsdal, sáli, Niclas Andreassen, sáli, Petur Zachariassen, Jórun Helmsdal Jensen, Andrass Andreasen og Otto - umframt tað yngra ættarliðið.
Og nú hava hesir tríggir omanfyri nevndu garparnir so smátt farnir at leggja árarnar inn; men eru hinvegin avanseraðir til við tign í tørvi allan sólarringin at koyra konurnar: Daju, Kirstin og Nelly til handils, bindiklubb ella bingo umframt at vera standby fyri øll abbabørnini, sum altíð skulu til alskyns "skúla-ting-e-ling", fimleika- og ítróttatreningar og fundir.
Men hetta taka teir perfektu abbarnir vituliga við gleði hond um, sum galantir chaufførar og "riddarar noregsmenn," ið dansa væl í stillum - -.
- - - - - -
So Dan (!) - kanska heldur seint, men líka væl meint - nú verða tit við hesum ynsktir til lukku við árunum, við tøkk fyri farnar dagar, og mátti alt gott fylgt tykkum og tykkara í komandi tíð..
Arnstein Niclasen
10.10.2005