á Íslandsryggin fyri at leita eftir djúpum ráki av køldum yvirflotssjógvi tvørtur um Ryggin, hava vit nú beinleiðis mátingar av, hvar tann djúpi yvirflotssjógvurin fer tvørturum. Áður hava streymmátingar [...] um 2003-2005, og vístu tær skiftandi rák niðri við botn millum yvirflotssjógv og atlantssjógv. Tí vóru mátingar gjørdar í 2016-2017 tætt við Ísland, í eini rennu, sum verður kallað ”Western Valley”. Greining [...] ovaru løgunum var so hart, at tað forðaði yvirfloti at fara tvørtur um Ryggin. Í hesi somu greining vóru ábendingar um, at yvirflotið møguliga kundi fara tvørturum mitt á Rygginum. Atlantssjógvur ger eitt
Leirvíksvegi, og seinni niðan úr Fuglafirði, so vóru tað bara hesir knassar, sum bardust fyri 4. plássinum. Tann yngsti í kappingini, og tann elsti í kappingini. Nú vóru bert fáir kilometrar eftir. Brekkan niðan [...] úr grótbrotinum, hevði eg umleið 25 sekund aftur til Bergtór og Kostas. Løtu seinni tók eg tíð tá vit vendu við smoltstøðina. Taktikkurin í dag var at fáa eitt hol aftur til teir, og síðan at halda rímuliga [...] m, ger at Pauli nú liggur klárt á odda samanlagt. Bergtór og Kostas fylgdust líka til fáir metrar vóru á mál. Teir sprintaðu um 2. plássið, og var tað Bergtór sum kom á mál bert 1 sekund frammanfyri Kostas
og steðga fleygingin eftir lunda, so er tað fyri at verja lundastovninum ímóti ovurveiði. Møguliga vóru tað nøkur, sum hildu hetta verða keðiligt og órættvíst, men tey flestu skilja tó at endamálið er at [...] geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í 2000árunum. Tað søguna við ovurveiði kenna vit øll. Eftir út við 15 ár – frá 2008 til 2023 – bar aftur til at skipa vinnuliga veiði á Føroya Banka [...] skyldu at tryggja skynsama gagnnýtslu av felags tilfeingi okkara í sjónum kring Føroyar, soleiðis at vit og komandi ættarlið hava møguleika at skapa so stór virðir sum gjørligt burturúr okkara felags tilfeingi
har tú knappiliga reistist frá borðinum og fór rennandi eftir gólvinum sum ein rakett, og vit, ið vóru saman har, mundu skrædnað. Eisini á hendan hátt vísti tú, at framdriftin altíð kemur fyrst [...] fitt, og eg var góð teg, sum eitt barn elskar pápa sín. Tú hevur altíð tikið væl ímóti teimum, ið vit børn drógu við heim til mammu og tín, ikki minst unnusta mín. Tú spurdi hann: Ert tú góður við Judith
Gnoðavog í Reykjavík. Í minsta lagi tveir persónar vórðu handtiknir har. Minst seks løgreglubilar vóru á staðnum, og serdeildin hjá løgregluni var eisini við. Løgreglufólk leitaðu í ruski og runnum í økinum
Um vit líta aftur til 2020, gjørdu vestmenningar eina roynd við umskiping av russiska trolaranum Arctica, sum ein liður í at økja um virksemið hjá Vestmanna Havn. Tað gingu ikki meira enn tveir dagar, [...] um ljóðmátingar, ímeðan skipið lá við bryggju og fortreytirnar fyri at gera ljóðmáting av larminum vóru til staðar. Áðrenn úrslitið av kanningini var liðugt, bleiv avgerð tikin um at nokta slíkum órógvandi [...] umbering fyri at lata vera við at taka borgarar í álvara og gera nakað við trupulleikan. Við hesum síggja vit avleiðingarnar av, at kommunurnar eru sín egni eftirlitsmyndugleiki. Og síðani kommunurnar sjálvar
ljóðviðurskiftum, ein bil ella minibuss og eitt tvørfakligt vegleiðaratoymi. Í kostnaðaryvirlitinum vóru umleið 450.000 krónur settar av til innbúgv og útgerð, og samlaði metti íverksetanarkostnaðurin var [...] serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum vóru 361 næmingar tilsamans. Endaligu viðmerkingarnar frá Brekrættindanevndini hjá ST í 2024 vístu á vøksturin [...] og limafeløgini skulu vera virkin við frá byrjan til eftirmeting. Hetta eru ikki mótstríðandi krøv. Vit skulu tryggja rættindini hjá børnunum í verandi tilboðum nú og samstundis byggja eina skúlaskipan,