fimm stig aftur til B68, sum av álvara er í vanda fyri at flyta niður. Um tað skal eydnast B68 at sleppa undan niðurflytingini, so skulu toftamenn í sjey teimum síðstu umførunum vinna fimm stig fleiri enn [...] sleppa undan at flyta niður. Skálamenn vóru meiri á bóltinum, og Skála ÍF vann seg fram til 9 hornaspørk, og B68 vann seg fram til fýra hornaspørk. Tað vóru fáir upplagdir málmøguleikar, og leingi luktaði tað [...] ferðirnar er øll orsøk til stórt sjálvsálit í skálaleguni. Fram ímóti landsliðssteðginum eru avbjóðingarnar 07 Vestur og HB á heimavølli og so KÍ á útivølli.
onnur tingmál løgd fram. Tá Løgtingið fór í summarsteðg 5. august, vórðu millum annað uppskot um stutttíðarleigu av bústøðum, yvirtøku av landslæknaembætinum og kynslig brotsverk løgd fram. Tey eru sostatt [...] 5. august. Tá vóru fýra lógaruppskot til fyrstu viðgerð, og trý nýggj tingmál vórðu løgd fram. Í dag verður so fjórði tingfundurin, síðani nýggja tingsetan byrjaði á ólavsøku. Á dagsskránni er bara eitt [...] gongd aftur. Tingsetan byrjaði á ólavsøku, 29. juli. Annar fundurin var 3. august, tá aðalorðaskiftið um ólavsøkufrágreiðing løgmans var, og 5. august var triði fundurin. Tingfundurin í dag er settur at byrja
hugagóðir fóru teir avstað um morgunin, og tá dagurin var av, høvdu teir fingið 176 fiskar. Tað er nýtt met. Gamla metið var 124 fiskar, so næmingarnir við Løgmannabreyt bøttu um metið við heili 52 fiskum [...] eisini við á metferðini. Fiskitúrarnir hjá 6. flokkunum í ár byrjaðu 14. august og halda fram til 2. september. Nú er so talið at taka: 176 fiskar. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## [...] fiskum. Árligu fiskitúrarnir eru eisini ein kapping millum 6. flokkarnar. Kappast verður bæði um, hvør flokkur fær flest fiskar, og hvør einstakur næmingur fær størsta fiskin. Síðani 2009 hevur tað verið fastur
upplýst, at um skipini larmaðu við kaikantin hjá Varðanum Pelagic, mátti felagið klaga til Varðan Pelagic. Um skipini larmaðu við kaikantin hjá P/F Uppsjóvarhavn, so mátti klagan stílast hagar. Men um skipalarmur [...] so hevði Vestmanna bygdarráð tikið avgerð um, at slíkum gangi skuldu borgarar í Vestmanna ikki líða undir. Bygdaráðið tók alt fyri eitt málið upp til viðgerðar og biðið varð um ljóðmátingar, ímeðan skipið [...] sín egni eftirlitsmyndugleiki. Og síðani kommunurnar sjálvar aktivt mugu hava eitt ynski um at betra um støðuna, so er støðan ójavnt býtt kommunurnar millum og borgarin situr máttleysur eftir. Nú hevur Tvøroyrar
læra ikki bert um veðurlag og umhvørvi í ástøði. Undirvísingin tekur eisini støði í árstíðunum, náttúrutilfeinginum og teimum valum, sum vit gera hvønn dag. Dentur verður lagdur á at minka um burturkast og [...] . Her verða gomul handverk og burðardygg nýtsla av tilfari knýtt saman. Triðja verkstaðið snýr seg um mat, smakk og matoyðsl. Luttakararnir fáa hugskot til, hvussu matur kann verða gagnnýttur betur, og [...] í Middelfart í Danmark 29. august klokkan 14.30. Har verður danska Astra Masseeksperimentið lagt fram. Á hvørjum ári fáa fleiri túsund skúlanæmingar møguleika at taka lut í gransking og náttúruvísindum
fleiri ár hevur verið rikið lógliga, í einari skiftistíð. Tað snýr seg ikki um at sleppa undan regulering, men um rættartrygd og um at kunna líta á karmarnar, sum virksemið er bygt á. Hvussu lágt kann dagamarkið [...] mark. Tað ger stóran mun, um eitt lógligt vinnuligt gistingarvirksemi kann rekast 200, 90, 30 ella 10 dagar um árið. Jú størri inntrivið er, tess størri gerast spurningarnir um rættartrygd, ognarvernd, [...] leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini býta seg millum summarhús, frítíðarbústaðir, vanligar bústaðir og vinnuligt gistingarvirksemi. Heldur ikki verður mett um, hvussu nógv veruliga
40 kilometrar um tíman og leggja gongu- og súkklubreytina nærri vegnum. Ein onnur loysn, sum verður nevnd, er ein gongu- og súkklubrúgv tvørtur um Sandsvatn. Aðrastaðni standa húsini so tætt við vegin [...] 80 kilometrar um tíman. Leiðin er eisini skúlaleið hjá børnum. Strekkið frá Meginskúlanum móti bygdini er umleið 3,9 kilometrar. Á umleið 1,96 kilometrum er hámarksferðin 80 kilometrar um tíman. Restin [...] Restin av leiðini hevur í høvuðsheitum hámarksferðina 50 kilometrar um tíman. Ein gongubreyt er á bert 152 metrum av seinna strekkinum. Børn vísa á ótryggleika Í eini skúlavegakanning hava børn víst á, at tey
Uppáhaldið um økta ferðslu byggir fyrst og fremst á frágreiðingar frá borgarum og fólki, sum brúka vegirnar dagliga. 60 við Meginskúlan Á landsvegnum við Meginskúlan er hámarksferðin í dag 80 kilometrar um tíman [...] bilar skulu út frá Meginskúlanum, skulu fleiri nærumóhapp eisini hava verið, tí ferðin á landsvegnum er so høg. Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig [...] á fimm kommunalum vegum og fimm landsvegum. Á landsvegnum vórðu millum 826 og 1.516 akfør skrásett um samdøgrið, alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sand
nú fylgja kanningarúrslitini so við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar [...] luttakara, og um serstøk PKU-nevnd loyvir tí. Alt tilfarið verður goymt undir tryggum umstøðum hjá Heilsustýrinum. Dátur frá 2009 og seinni Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina [...] kanningina, ið við árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, fevna tó bert um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009 ella seinni. Hesar dáturnar
eisini til at laga reglurnar fyri vápn og skipa fyri undirvísing, so veiðan kann fara fram á tryggan hátt. Longu í 2019 varð uppskot um eina serliga kópalóg lagt fyri Løgtingið. Endamálið var millum annað [...] um grundarlagi, men uppskotið fall burtur, tá tingsetan endaði. – Um kópastovnurin tolir veiðu, so haldi eg, at vit eiga at kanna, um vit aftur kunnu gagnnýta hetta tilfeingið. Tað skal sjálvandi gerast [...] Hammer sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um støddina á kópastovninum, ávirkanina á fiskastovnarnar og um grundarlag er fyri at loyva skipaðari og burðardyggari kópaveiðu í Føroyum