varð eisini koyrt gjøgnum bygdina her. Ein lítil steðgur var úti á bryggjuni á Sandi. Síðan kom bilrøðin spakuliga heim gjøgnum bygdina á Sandi, eftir Sandafløtti og eystur til Húsavíkar og síðan til Skálavíkar [...] skilst. Tað gekk ein góð løta, til bilarnir vóru aftur á Sandi og hildu leiðina yvir um fløttin og norður aftur til Skopunar, har steðgað varð á bryggjuni. Í Skopun fekk flottasti bilurin eina virðisløn
álit við at seta krossin við Bjarka Henriksen á kommunuvalinum 12. november. Ein serstøk tøkk til valevnini á lista C, sum við stórsinni gjørdu pláss til mín á teirra lista. Tá ein liggur lágt, er fløvandi [...] samstarv er útilokað. Tí undrar tað meg at lesa grein ella lesarabræv í miðlunum um, at listi A á Sandi verður uttan ávirkan í bygdarráðnum. Listi A hevur trý av sjey umboðum í bygdarráðnum, so uttan ávirkan [...] at tað góða í okkum menniskjum altíð skal vera við yvirlutan. Vinaliga, komandi varaborgarstjóri á Sandi Bjarki Henriksen
leiðslu og lærarar skúlans. Skúlatjórin vísti runt á skúlanum og kunnaði um ymsu virkisøkini, átøk, sum skúlin legði dent á og um hølisumstøðurnar. Á dagstovninum hitti landsstýrismaðurin leiðaran, Siri [...] arbeiðinum á dagstovninum, har frítíðarskúlin eisini er ein partur. Leiðarin greiddi frá tí góða samstarvinum, sum er millum stovn og kommunu, frá hølisviðurskiftunum og dagliga arbeiðinum á stovninum. [...] Eisini vitjaði landsstýrismaðurin í einum 8. flokki, har sama evni varð umrøtt. Síðani varð víst runt á skúlanum, har skúlastjórin kunnaði um virksemi skúlans, fakhølini og sertilboðið. Leiðin gekk síðani
tey 4 á lista C als ikki hava hug at samstarva, og at nevndarbýtið tí varð avgreitt áðrenn vit møttu til fundar. Vit eru sera vónbrotnir um at okkara royndir at skipa samstarv á Sandi ikki bar á mál, tí [...] tíðin kemur at krevja, at allar góðar kreftir lyfta í felag fyri at menna okkara bygd. Vit tríggir á lista A vilja ynskja øllum sandingum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár. Hallur Jensen
Hon setti seg síðan í samband við Føroya Prent. Skrivaði endan til at vera framhalsbók og bað børn á Sandi tekna myndir til søguna. Beinta V. Sigvardsen sigur, at søgan er um trý vinfólk, sum búgva í eini [...] jólar hevur givið út bóklingin, hon kallar “Frá Mumi til Hundasletur - og alt har ímillum”. Hon vísir á, at upprunaliga skrivaði hon eina søgu til eina stuttsøgukapping um tey átta norðurlondini. Hon brúkti [...] Sigvardsen við einari nýggjari bók, har lesarar fáa at vita, hvussu leikurin víðari fer. - Alt er skrivað á barnastøði. Børnini kenna seg aftur og fáa eina fatan av hinum sjey norðurlondunum sum hvørt sær hava
stutta stund, birtist eitt ljós á Sandi. Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu fyri løtu síðan. Søgan er, at nýggi barnagarðurin, sum verður bygdur á Sandi, stendur reistur í dag, og flaggið [...] errin av. Í Sands kommunu verður víst á, at tað er byggivirkið Bulur á Signabø, sum byggir barnagarðin. Hetta er sama felag, sum bygdi nýggja barnaskúlan á Sandi fyri árum síðan. - Okkara royndir eru, [...] eiga at fáa hægstu raðfesting hjá einum bygdarráði. Tað verða tey, sum koma at bera samfelagið víðari á leið, ásanna tey í Sands kommunu. ##med2## ##med3##
fráboðan fór út til borgararnar á Sandi. Og her stendur framvegis væl til við drekkivatninum. - So kom enn ein vatnroynd á Sandi aftur. Drekkivatnið er hágóðskuvatn, siga tey á Facebook-vanganum hjá Sands [...] Danmarkar til greiningar. Tað er annars Thetis, sum stendur fyri at taka royndir av drekkivatninum á Sandi og úrslitið av royndini hesaferð, sum er greinað í Danmark, vísir, at vatnið lýkur øll krøv. [...] Um summarið og kanska serliga um heystarnar er rættiliga vanligt, at kommunur heita á fólk um at kóka drekkivatnið, tí bakteriur eru í vatninum. Tað er serliga um heystarnar, tá bøurin hevur ligið turrur
Mortensen Framløga á borgarafundi á Sandi 9. desember 2024 Góðu heimasandsfólk og sandoyingar Í juli mánað 1961 koyrdi eg við einum av gomlu bussunum hjá Miðstovumonnum úr Skopun heim á Sand fyri fyrstuferð [...] árinsmeting er gjørd. Slíkar eru vanligar at gera, áðrenn størri arbeiði skulu gerast í náttúruni - á sjógvi og á landi. Í árinsmetingum verður náttúran kannað til fulnar. Tosað verður við viðkomandi fólk. So [...] r eru gjørdar, uttan at møguligar friðingar eru umrøddar og uttan at hava tosað við kommunurnar á Sandi ella í Húsavík! Hetta sigur okkum, at politisku flokkarnir eru ikki serliga tilvitandi um umhvørvið
kostnaðin yvir tíð, herundir eisini ávirkanina á náttúru og trivnað í økinum. Ætlaða linjuføringin hjá tunnilsfelagnum fer at gera stóran skaða á bygdarlívið á Sandi, tá ið nógv og stór ferðsla fer at koyra [...] pengar í avleiddu verkætlanirnar, ið vera á Sandoynni eftir hendan møguliga tunnilin. Øll ferðslan, ið kemur av suðuroyartunlinum fer at ávirka fólkið, ið býr á Sandi. Tunnilsfelagið metir, at 1.400 bilar [...] Klokkan hálvgum eitt í dag verða undirskriftirnar um mótmælið av linjuføringini til Suðuroyartunnilin á Sandi, handaðar løgmanni. Tað siga fyriskipararnir, sum sendu út soljóðandi mótmælisskriv: Vit mótmæla
ár var stórsteypadystur í flogbólti - hjá bæði kvinnum og monnum - í ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi. B71-flogbóltur, sum hýsti tiltakinum, gjørdi av, at allur innkomin peningur og stuðul í samband [...] . Í dag var Jóhanna Henriksen, forkvinna í flogbóltinum hjá B71, og handaði Autismufelagnum kekkin á 30.600 krónur. - Enn er einki steyp í umferð til stórsteypadystirnar, so vit gjørdu av at útvega blusur [...] í gulum og bláum við áskrift, og hesum tóku leikararnir væl ímóti. Soleiðis skrivar B71-flogbóltur á sínum Facebook-vanga í kvøld. ##med2## ##med3## ##med4##