Barnagarðurin á Sandi reistur í dag

- Um stutta tíð flyta ungu alvarnir í kommununi í nýggjan barnagarð, siga tey í Sands kommunu í dag

- Nú tað stundar til stytsta dag, og sólareygað er frammi bert stutta stund, birtist eitt ljós á Sandi.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu fyri løtu síðan.

 

Søgan er, at nýggi barnagarðurin, sum verður bygdur á Sandi, stendur reistur í dag, og flaggið er vundið í húnar hátt.

 

- At síggja Merkið veittra yvir snotiliga bygninginum - beint undan jólum - er ein gáva, sum vit í bygdarráðnum eru so sera errin av.

 

Í Sands kommunu verður víst á, at tað er byggivirkið Bulur á Signabø, sum byggir barnagarðin. 

 

Hetta er sama felag, sum bygdi nýggja barnaskúlan á Sandi fyri árum síðan. 

 

- Okkara royndir eru, at Bulur letur úr hondum vala verk.

 

Lagt verður aftrat, at um stutta tíð flyta ungu alvarnir í kommununi í nýggjan barnagarð, sum verður bygdur til umleið 100 børn.

 

- Børnini eiga at fáa hægstu raðfesting hjá einum bygdarráði. Tað verða tey, sum koma at bera samfelagið víðari á leið, ásanna tey í Sands kommunu.

 

##med2##

 

##med3##