Fleyr vann á KÍF, sum ikki tók av, tá ið høvið beyðst

KÍF spilti sær tjansin at hála inn á Fleyr á øðrumplássi og tók ikki av, tá ið høvið beyðst; serliga í fjórða setti, har KÍF var á odda 13-4, men lorkaði tað burtur og tapti settið 25-23 og dystin 3-1.

 

Helena Skylv Hansen, Kristina Østerø Knudsen og Anja S. Danielsen úr Fleyr

Hotel Djurhuus-deildin:

KÍF – Fleyr 1-3 (19-25, 26-24, 16-25, 23-25)

KÍF spilti sær tjansin at hála inn á Fleyr á øðrumplássi og tók ikki av, tá ið høvið beyðst; serliga í fjórða setti, har KÍF var á odda 13-4, men lorkaði tað burtur og tapti settið 25-23 og dystin 3-1.

Tó var einki sum bendi á nakran spennandi dyst, sum tað hóast alt varð, tá Fleyr fleyg framum 11-3 í fyrsta setti. KÍF kom kortini afturíaftur og bardi seg upp á 19-20, men tað var næstan sum tá kettan spælir við músina, tí næstu fimm bóltarnar vann Fleyr og settið 25-19.

 

Annað sett var øvugt av tí undanfarna, og hesa ferð var tað KÍF, sum gjørdi eitt skarvslop og fór framum 9-1. Greiða leiðslan svann tó so líðandi, og brádliga var Fleyr frammanfyri 23-19. Við fimm stigum á rað, ikki minst takkað verið slagstyrkini hjá Elsu Samuelsen, fótað KÍF sær aftur og fór framum 24-23, áðrenn settið varð vunnið 26-24.

Eftir at hava verið aftanfyri við sjey stigum í triðja setti, minkaði KÍF um munin til 12-15, tá ið tað aftur fór at dragna millum liðini, áðrenn Fleyr vann 25-16.

Og so vóru vit aftur í fjórða setti, sum KÍF iðrar seg um ikki at fáa meira burtur úr, tá leiðslan var so mikið stór sum 13-4, men endaði við 23-25 tapi.

Við sigrinum dró Fleyr frá aftur hinum liðunum, sum í seinastuni hava nærkast teimum á øðrumplássi.  

 

Støðan í Hotel Djurhuus-deildini:

 

##med2##

 

Helena Skylv Hansen, Kristina Østerø Knudsen og Anja S. Danielsen úr Fleyr