tollverja og festiskipan hoyra ikki heima í hesum nyggja veruleika og mugu tí fáa ein virðuligan enda. Tá ætlanin fyrst í fimti árunum var at skipa ein búnaðarskúla í Føroyum, skrivaði abbi mín, Eyvind Dalsgaard [...] undir somu treytum sum tey stóru, og har uttangarðsjørðin liggur í felag eigur søla altíð at kunna fara fram í heilum gyllin ? innangarðs í hóskandi bøstykkjum. Havnin og smáplássini Eitt álvarsmál, ið ongin [...] ognarjørð er í Havn, og lítil ognarjørð er á øðrum stórplássum, eitt nú í Klaksvík. Loysnin er tí at selja í øllum førum teir hagapartar, ið liggja kring Havnina, sum felagshagar. Til ber at lata jørð í Havn í
hittast Hetta er aðru ferð at eldradagur er í Føroyum. Hin var í Norðurlandahúsinum í 1993. Ætlanin er nú at hava eldradagar hvørt ár og ætlandi verða teir næstu í Norðoyggjum komandi heyst. Símun Pauli Poulsen [...] serliga rakt útjaðaran í Føroyum. ? Á Tvøroyri er aldursbólkurin av teimum 20 til 24 ára gomlu, er minkaður heili 48% seinastu 10 árini. Hann ivaðist ikki í, at gongdin var tann sama í útjaðaranum annars. [...] á hædd við pensiónirnar í londunum rundanum okkum, sigur hann. Símun Pauli Poulsen er skrivari í Landsfelag Pensionistanna og formaður í eldradaganevndini Hann sigur, at sjálvt í Írlandi, har tað er nógv
ymisk dagtilhald. Sjálvum dámdi honum ikki mátan, sum brúktur varð, táið fólk fara úr starvi fyri aldur. ? Í dag arbeiðir tú, í morgin ert tú óbrúkiligir. Hann segði, at hann skilti ikki, at pensjónistar [...] sum skuldi miðja ímóti, at fólk búðu heima sum longst, men so mátti primera heilsutænastan leggjast til rættis eftir tí. T.d. var neyðugt við heimahjálp alt samdøgurið og at fólk fingu rætt til ráðgeving [...] røsk og brekað. Men hetta krevur so, at fólk sleppa gamlari vanahugsan um, at tað ber bara til at búgva í egnum húsum alt lívið. ? Tað kann verða ringt at fara frá tí, ein kennir seg tryggan við. Men tíðir
viku var hann í Italia og royndi seg, og ætlanin er, at hann í heystfrítíðini skal royna seg í einum felag í norsku 1. deildini. Millummenninir Kring alt Europa eru tað fólk, sum liva av at selja og keypa [...] væl við í, hvat rørir seg á marknaðinum. Avrikið hjá Julian Johnsson var framúr gott í báðum landsdystunum ímóti Malta, og eisini í Estlandi og Kekkia skaraði hann framúr. B36 var við í Intertoto í summar [...] millumhandlarar hava verið í sambandi við meg, og at ein avleiðing av hesum var, at eg í síðstu viku var í Italia og vandi við einum 1. deildarfelag. Tað er eisini upp á tal, at eg í heystfrítíðini skal til
tosað verður um Føroyar í Danmark í hesum døgum, slepst ikki undan, at prátið fellur á Barbaru. Og vikuskiftið 3. - 5. oktober er eitt serligt vikuskifti í Danmark. Føroyingar í útlegd á Flatlondum gleða [...] , sum føroyingar í Føroyum gleða seg til frumsýningina tann 28. september. Føroyahúsið í København fer at gera eitt sindur burtur úr hesum vikuskiftinum, tá Barbara verður frumsýnd í Danmark. Fríggjakvøldið [...] Barbara, sum verður á skránni í Føroyahúsinum í heyst, hóast hon leggur hald á rættiliga stóran part av aktivitetunum. Hetta sama vikuskiftið verður eisini dansur í Gimle, sum liggur í Thorshavnsgade á Amager
hædd í politihøvuðsstøðini við havnina í Hong Kong er David Ip, kriminalkommiserur leiðari av einum liði við 50 monnum. Høvuðsuppgáva teirra er at steðga smugling av bilum. Teir hava úr at gera. Í fleiri [...] av stolnum bilum toppaði í 1992 við umleið 7.000 stolnum luksusbilum. Síðani er talið minkað. Orsøkirnar eru tvær. Eftir serligum áheitanum úr Hong Kong gjørdu myndugleikarnir í Kina tað ógjørligt at skráseta [...] japanska biltjóvamarknaðin áhugaverdan: Prestisja. Bilarnir í Japan eru høgrastýrdir, men í ávísum førum hevur løgreglan givið loyvi til at koyra í vinstrastýrdum bilum. Hetta hevur fingið landsins yvirklassa
Býurin, ið fyrr æt Saigon, varð í 1859 tikin av franskmonnum, og gjørdist fá ár seinni høvuðsstaður í franska hjálandinum Cochinchina. Tvey ár eftir at franskmenninir í 1954, eftir átta ára bardaga, mistu valdið [...] uppihaldsloyvi í býnum. Nógv av teimum, sum búgva í býnum uttan loyvi, búðu í býnum áðrenn 1975, tá mynduleikarnir fluttu tey út um býin at arbeiða í landbúnaðinum. Tey flestu eru nú aftur í býnum saman við [...] kommunistaflokkin, og sum frá 1946 til hann doyði í 1969, var forseti í Norður-Vietnam. Í dag verður tann gamli býarparturin framvegis nevndur Saigon, og í sunnara partinum av landinum verða nøvnini Saigon
fremst í vilunum og á ullini. Til pkt. 2: Í Føroyum hava vit havt fleiri tilburðir av botulismu orsakað av Clostridium botulinum typu E í skerpikjøti. Henda typan er í øðrum londum einamest sett í samband [...] eitt ávíst ár í einum ávísum hjalli. Eisini er munur á, hvussu turt fólk ynskja kjøtið. Sum oftast er tað soleiðis, at eiturið verður framleitt meðan kjøtið er feskt, serliga um tað hongur í einum heitum [...] vøddarnar í kroppinum og er í ringasta føri lívshættisligt. Umráðandi er at fáa læknahjálp sum skjótast, um ein hevur illgrund um botulismu. Vert er at leggja dent á, at um so er, at fleiri fólk hava etið
fremst í vilunum og á ullini. Til pkt. 2: Í Føroyum hava vit havt fleiri tilburðir av botulismu orsakað av Clostridium botulinum typu E í skerpikjøti. Henda typan er í øðrum londum einamest sett í samband [...] eitt ávíst ár í einum ávísum hjalli. Eisini er munur á, hvussu turt fólk ynskja kjøtið. Sum oftast er tað soleiðis, at eiturið verður framleitt meðan kjøtið er feskt, serliga um tað hongur í einum heitum [...] vøddarnar í kroppinum og er í ringasta føri lívshættisligt. Umráðandi er at fáa læknahjálp sum skjótast, um ein hevur illgrund um botulismu. Vert er at leggja dent á, at um so er, at fleiri fólk hava etið
búsetingarsøguni? Hvussu vænta jarðfrøðingar at raka við olju í føroysku undirgrundini. Serkøn fólk fara at lýsa hesi og nógv onnur evni í almennum vísindaligum greinum um nýggja føroyska gransking á eyskildum [...] Nú verður aftur høvi at kaga inn í ein heim, sum er á tremur við viðkomandi og áhugaverdari nýggjari vitan um vísund í Føroyum. Blaðið ber fram vísindaligar greinar um Føroyar til føroyingar. Litfagra [...] út tvær ferðir um árið og verður givið út av Føroya Fróðskaparfelag í samstarvi við føroyskar granskingarstovnar. Steðgur hevur verið í blaðútgávuni síðan 1994, men vón er fyri, at útgávan hesu ferð fer