er av álvara við í kappingini um europeisku plássini, og tað er ikki ósannlíkt, at HB verður partur av fleiri liðum, sum síðsta triðingin av kappingini fara at kappast um FM heitið. Tað er greitt, nú HB [...] leið, gekk meiri fyri seg á HB hálvuni, men tað var sera sjáldan, at talan var um KÍ málmøguleikar. Páll A. Klettskarð vr um reppið úr stuttari fjarstøðu, og Jóannes Kalsø Danielsen sendi úr góðari støðu [...] vísti støðið, sum hann plagar at gera, fluttur aftur í miðverjuna. Sum seinni hálvleikur leið, var KÍ alt meiri á bóltinum. HB dugdi væl at verja, og tá ið KÍ síðstu 20 minuttirnar spenti álopsbogan, kom tað
mælti Føroyum til at gera eina ætlan, sum fevnir um grein 24 um útbúgving og hevur ítøkilig mál, mátbær úrslit, nøktandi fígging og indikatorar til at meta um framstigini. Við at arbeiða við støði í ætlanum [...] Tá ið landsins einasti serskúli ikki hevur ráð til neyðugar leikur, er tað ein ávaring um, at rættindi hjá børnum, ið bera brek, framvegis ov ofta eru treytað av olmussu. MEGD mælir staðiliga til at børn [...] ábyrgd má neyðug játtan fylgja við. Vitan og tilmæli eru longu til Tørvurin er ikki ókendur. Álitið um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni frá 2024 staðfesti, at innbúgvið í ovaru lonunum ikki var tíðarhóskandi
bókhalds- og kassaskipanir, men í dag er tað heildarloysnin rundan um kundan, sum fyllir mest. Stjórin vísir á, at nú snýr virksemið seg mest um at seta ymiskar skipanir saman, automatisera arbeiðsgongdir og [...] sum føroyskar fyritøkur fara at brúka komandi árini. – Tað snýr seg ikki um at brúka vitlíki, tí tað er modernað. Tað snýr seg um at brúka tað, har tað skapar virðilig úrslit fyri kundan. Fakligur stoltleiki [...] Fyritøkan hevur seinastu árini verið í støðugum vøkstri og tænir í dag fleiri enn 500 vinnukundum kring alt landið. Fyrr í ár flutti Geymin í nýggj høli í Kvíggjartúni á Argjum, har betri umstøður eru bæði fyri
luttakara, og um serstøk PKU-nevnd loyvir tí. Alt tilfarið verður goymt undir tryggum umstøðum hjá Heilsustýrinum. Dátur frá 2009 og seinni Síðani 1986 hava allir nýføðingar í Føroyum fingið tilboð um kanningina [...] kanningina, ið við árunum er víðkað til at fevna um alt fleiri sjúkur. Tær dáturnar, sum nú eru latnar Heilsustýrinum, fevna tó bert um dátur hjá børnum, sum eru fødd í Føroyum í 2009 ella seinni. Hesar dáturnar [...] við. Allir nýføðingar, sum verða føddir í Føroyum, fáa tilboð um at verða kannaðir fyri 25 viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða funnar og viðgjørdar tíðliga. Mannagongdin í
og kann millum annað minka um váðan fyri hjarta- og æðrasjúku, høgum blóðtrýsti, diabetes og heilatilburði. Ársins evni á altjóða fysioterapidegnum snýr seg tí ikki bara um endurvenjing, tá sjúkan longu [...] staðfest ella tilburðurin er hendur. Tað snýr seg eisini um tað, sum kann gerast áðrenn. Fysioterapeutar hava førleikar til at hjálpa fólki og meta um øktar váðar fyri sjúku, og vegleiða teimum í, hvussu rørsla [...] lívsgóðsku sum gjørligt. Men heilatilburður er bara eitt dømi um eitt nógv størri arbeiðsøki. Fysioterapeutar arbeiða við heilsu og førleika gjøgnum alt lívið – frá motoriskari menning og rørslugleði hjá børnum
vita. Katrina varð fødd alt ov tíðliga, men henni feilti einki, hon var bara alt ov lítil, og óbúgvin. - Tá tá tú sært barnið fyrstuferð, ivast tú um tað er fuglur ella fiskur. Alt er evarska lítið, húðin [...] sína Annu í 2023. Alt gekk væl tá hon gekk við barninum, men 13. januar bleiv hon innløgd við nógvari pínu í livrini. - Tey staðfestu at eg var sera sjúk, og bleiv send til Danmarkar alt fyri eitt. Hetta [...] Slíkar hendingar sita djúpt, og tað kann vera trupult at finna onkran at tosa við um hetta. Johanna og eg hava tosað um tað, og tað er heppið at vit hava hvørja aðra. Tað var neyðugt at vera serliga varin
So koppaði alt á høvdið, og tað verður vorðin sum hýrur og hugburður, tá ið teir á Svangaskarði hittast at venja í morgin. Hjá Tór-Ingar Akselsen snýr tað seg um at sannføra sínar menn um, at teir í næstan [...] minuttir undan leikloki javnaði til 1-1, var spurningurin, um tað fór at eydnast heimaliðnum at skora sigursmálið. Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið B68 skoraði 2-1 sigursmálið [...] odda. Álopið var í høgru, og uppleggið átti miðverjin Jónas Prior. Nú eiga vágamenn at iðra seg illa um, at teir ikki megnaðu at skora fleiri enn eitt mál, tí í ein tíma og meiri enn so vóru teir greitt
ávísar básar ella villleiða seg um, hvat fólkaatkvøðan í veruleikanum snýr seg um. Virðir eitt nei Fólkaatkvøðan snýr seg um, hvørt Ísland skal halda fram við samráðingunum um limaskap í Evropeiska samveldinum [...] viðmerkjarar at økja um mótsetningarnar, tí teir halda, at hetta kann gagna teimum og teirra politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil samfeløg ella alt fólkið eru kloyvd [...] Verður úrslitið nei, verða allar ætlanir um íslendskan ES-limaskap lagdar til viks, segði hon. Í so falli væntar forsætisráðfrúan, at politisk semja kann fáast um í staðin at styrkja EBS-sáttmálan og tryggja
er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og [...] arbeiðið at gera gongubreyt í Miðalsbrekku byrjar í næstum og væntast at taka umleið tvær vikur - alt eftir, hvussu veðrið háttar sær.
Nú ætlanin um eina súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting. Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða [...] Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga. Ætlanin er send Tummasi Rubeksen, festara í Húsahaga, til hoyringar [...] Rubeksen vísir á, at undirhagin higartil hevur fingið frið, og at tað hevur stóran týdning fyri bæði seyð og fuglalív. – Tað er har, seyðurin liggur, tá hann skal hava frið, og tað er har, fuglurin reiðrast