sínum álopum á Russland seinastu tíðina hevur ukrainski herurin lopið á fleiri russisk oljureinsiverk og oljugoymslur. Soleiðis var eisini í nátt og náttina fyri. Videobrot, sum síggjast á sosialum miðlum [...] kilometrar úr ukrainska markinum. The Kyiv Independent veit at siga, at verkið telist millum fimm tey størstu í Russlandi og framleiðir eitt nú diesel, bensin, flótandi gass og brennievni til flogfør. [...] sambært BBC, at hetta er størsta fíggindaliga álopið í økinum nakrantíð. Í nátt skrivaði guvernørurin á Telegram, at vandi var fyri dronum í Jaroslavl-regiónini, og bert tíggju minuttir seinni var regiónin
ótolandi viðurskifti kring Blábar í Niels Finsens gøtu. Vit hava skrivað. Vit hava klagað. Vit hava verið á fundum við kommununa. Politiið verður boðsent aftur og aftur. Onki hendir. Og kommunan veit, at larmurin [...] serliga ljóðbjálvað, og vit seta álvarsligt spurnartekin við, um høvuðsdyrnar og hølini annars lúka tey krøv, sum eiga at galda fyri eitt slíkt virksemi. Har eru bert tvey wc og eingin pissirenna. Úrslitið [...] Piss og spýggj uttan fyri dyrnar. Glaspetti, plastgløs, sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan
orsøk doyr út. Steðgingin ella avmarking í at fleyga lunda er ikki gjørd fyri at gera seg inn á veiðimenn ella á húskini í nærumhvørvinum, men fyri at seta í verk serlig átøk at verja lundastovnin, tá hann [...] serligum átøkum, fyri at fáa stovnin á beint aftur (júst sum við lundanum). Skipanir við endurbyggingarætlan eru kendar frá fleiri fiskasløgum og hava eisini verið brúktar á okkara leiðum seinastu árini. Til [...] keðiligt og órættvíst, men tey flestu skilja tó at endamálið er at verja lundastovnin. Summi halda at umsitingarætlanin er bara fjas og hava hug at geva leyst, eins og tað varð gjørt á Føroya Banka fyrst í
##med2## Alt várið og summarið 2025 á tamb varð brekkað og lamiterað undir Heygnum á Tvøroyri og nógvir m2 av lendi knústir sundur og óteljandi rúmmetrar blakaðir á sjógv. Grannar og húsdjór rýmdu úr hús [...] virki í miðbýnum á Tvøroyri, má Varðin eisini sleppa at halda fram at byggja uppaftur meira ídnað millum sethúsini á Tvøroyri! Er hatta ein grundgeving? Eiga myndugleikar at arbeiða á hendan hátt? Og til [...] hús og heimi undan larmi og ristingum frá klokkan 8:00 á morgni til klokkan 20:00 á kvøldi! Hví er Varðin farin undir brekking og uppfylling av sjóøki, um óvissa er um byggiloyvið? Fyri okkum í Liviligum
(SSO) á HF, og skúlar verða eggjaðir at lata næmingar gera fleiri skrivligar uppgávur á skúlanum undir skipaðum umstøðum. – Vit hava ein veruligan trupulleika við ov nógvum ungum, sum brúka vitlíki á ein [...] hátt, ið ger, at tey missa týdningarmikla læring og evnini at hugsa sjálvstøðugt, sigur Magnus Heunicke við Ritzau. Danske Gymnasier taka væl undir við átøkunum, men halda kortini, at tey ikki fara nóg langt [...] størri tørvur er á at hugsa um, hvussu undirvísing skal skipast í einari vitlíkis-tíð, heldur enn bert at seta eftirlitstiltøk í verk. Danska stjórnin boðar samstundis frá, at fleiri átøk eru á veg, og at ein
Eysturkommunu vænta tey ringt veður í vikuskiftinum. Tí heita tey á sínar borgarar um at rudda ella binda fast alt tað, ið liggur leyst rundan um húsini. Lagt verður aftrat, at tey, sum ikki megna hetta [...] hetta sjálvi, kunnu ringja til átaksleiðaran á tlf. 730112. Hyggja vit eftir veðurforsagnunum hjá Veðurstovu Føroya fyri í dag, leygardagin, sunnudagin og mánadagin, verður sagt soleiðis um veðrið: Fríggjadagin: [...] Hitin 8 til 12 stig. Sunnudagin: Veksandi vindur av landsynningi, úr loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, seinnapartin. Samdrigið og sum frá líður samregn
staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin hevur havt arbeiðið upp á vegirnar hvørjumegin bergholið um hendur. Deyðsríkið Tey mongu deyðsføllini í sambandi [...] møguleikar at ferðast við rutum. – Á tí økinum er eisini nakað hent, men kortini kann ikki sigast, at nóg væl er fyriskipað enn, segði Atli Dam. Samkoma á Alv-skúlanum Aftan á at løgmaður hevði klipt snórin [...] er brúktur til hetta endamálið, ikki fer beinleiðis til deyðsríkið. Atli Dam, løgmaður, legði dent á, at avmarkingar verða í ferðsluskaðum í framtíðini. ##med2## Fyrtreyt — fyriskipan Annars fegnaðust
ynski um at halda fram á arbeiðsmarknaðinum kunnu sostatt verða viðgjørd ymiskt vegna aldur. Vil hava somu verju sum í grannalondunum Eyðgunn Samuelsen vísir á, at bann móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum er [...] ein fráfaringaraldur á 70 ár. Hetta kann hava við sær, at fólk, sum eru væl fyri, hava neyðugu førleikarnar og ynskja at halda fram í starvinum, kortini verða noydd at fara, bara tí tey hava rokkið einum [...] almenni fráfaringaraldurin er avtikin, halda fleiri kommunur fast við, at starvsfólk skulu frá, tá tey fylla 70 ár. Eyðgunn Samuelsen vil nú hava Margit Stórá at svara, um komandi javnviðgerðarlógin fer
norðurlendsku londunum er greiður: – Tey seks norðurlendsku fótbóltssambondini hava mist álitið á FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum [...] n ongantíð aftur letur upp fyri privatum ognarskapi í kappingum sínum. Samstundis siga tey seg hava mist álitið á FIFA-forsetan Gianni Infantino. Fótbóltssamband Føroya stendur saman við fótbóltssambondunum [...] um, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at ætlanir sum FIFA Forward Enterprise ikki verða tiknar fram aftur. Við hesi ætlanini varð arbeitt við at fáa uttanhýsis
kommunu vita tey í dag at siga, at ætlanin er at fara at asfaltera í Hósvík mikudagin í næstu viku. - Arbeiðið, sum skal gerast, fevnir um Áarvegsbrekkuna og Garðsendaveg norður til Giljaveg, siga tey í kommununi [...] kommununi. Í samband við asfaltarbeiðið, heitir kommunan á fólk um ikki at seta nakað í vegin á nevndu vegastrekkjum, sum kann órógva arbeiðið.