til. Í Hvannasunds kommunu er deks-og smábátahavn, og kommunan hevur samstarv við Viðareiðis kommunu um bátahavnina, har Viðareiðis kommuna rindar eftir ávísum býtislykli. Bæði Depil og Hvannasund eru gamlar [...] Hvannasunds kommuna hevur góðan dagstovn, nevndur Imba, ið liggur beint við skúlan á Fossanesi, sum hýsir næmingum úr 1. til og við 7. flokki. Á Fossanesi er fimleikarhøll, sum er ókeypis hjá børnum til [...] skúlatíð - og kostar eitt symbolskt gjald fyri vaksin. Sum ein av fáu kommununum í Føroyum, krevur Hvannasunds kommuna einki dagstovnagjald frá foreldrum, sum hava børn í dagrøkt. Í Norðtoftum er stór smoltstøð
Fyrr í dag varð ein grind funnin út fyri Eiði í Svínoy, og avgjørt varð at reka grindina inn til Hvannasunds, har hon varð dripin fyri nøkrum tímum síðan. Hans Jørgen Nysted er grindaformaður í Hvannasundi [...] hálvan tíma. 42 hvalir gjørdu landgongd og verða skinnini helst deild millum bygdirnar Viðareiði, Hvannasund og Norðdepli, umframt í drápspartar. - Umleið 25-30 bátar tóku lut í rakstrinum og so vóru tað
fóru í nýggja dagstovnin hjá Hvannasunds kommunu, fekk hann navn sítt: Barnahúsið IMBA. Uppskotið átti Jústinus S. Poulsen. Sagt verður úr Norðdepli, ið er partur av Hvannasunds kommunu, at navnið á stovninum
Í dag hava tey í Hvannasunds kommunu tvær dagføringar, sum báðar hava samband við kavaveðrið. Í tí einu dagføringini verður sagt, at koyrandi er nú ígjøgnum Norðdepil og út á landsvegin. - Nú verður grivið [...] ov lítið. - Heitt verður tí á borgararnar um ikki at lata vatnið renna til fánýtis, siga tey í Hvannasunds kommunu í dag.
Norðdepli hátíðarhalda, at liðin eru júst 150 ár síðani fyrsta familjan valdi at búseta seg her við Hvannasund. Í 1866 fluttu Poul Sivert Sivertsen og kona hansara úr Hvannasundi og yvir um Sundið, og 28. august [...] framvegis niðri við sjóarmálan, hóast nógv er broytt innanveggja og uttanfyri hesi seinastu 150 árini. Hvannasunds Kommuna, sum Norðdepil er partur av, ætlar ikki at lata hesa stórhending fara aftur við borðinum [...] Millum mongu tiltøkini kann nevnast togtogan eftir byrgingini millum grannabygdirnar Norðdepil og Hvannasund; ódnartak, har róð verður stuttan tein, og møguleikin at spæla tey gomlu spølini, sum børnini í
vegagerðin millum Hvannasund og Viðareiði. Tann vegurin varð liðugur fyrst í 60-unum. Tá vegasamband kom millum Klaksvík og Norðdepil og ein bátur sigldi við ferðafólki og posti til Hvannasunds, koyrdi Sigfríður [...] Sigfríður rutu millum Hvannasund og Viðareiði. Í 1966 fekk hann starv sum distributørur hjá oljufelagnum Esso fyri Viðoy, Svínoy, Fugloy og Norðdepil. Ein oljutangi sum tók 50.000 litrar varð settur upp í [...] hann setti ein leysan tanga uppá. Niels Juel Nattestad, stóri á P/f Statoil, segði í røðu síni, at Hvannasund mundi vera ein tann bygdin í Føroyum, har teir høvdu størsta marknaðarpartin - heili 95 prosent
stór Í grannakommununum Hvannasunds kommunu og Viðareiðis kommunu hevur inntøkan verið væl størri í ár. Inntøkan hjá Viðareiði er vaksin við 17,75 prosentum og inntøkan hjá Hvannasunds kommunu við 12,89 prosentum
Í november í fjør skrivaði Hvannasunds kommuna út eina navnakapping um navn til eina nýggja útstykking í Hvannasundi. Útstykkingin er staðsett í einum øki millum vegirnar undir Rókini og undir Svartakletti [...] og virðisløn á 3000 krónur verður latin vinnandi uppskotinum. Tá tíðarfreistin var farin, hevði Hvannasunds kommuna fingið níggju uppskot, og nú er vinnarin av navnakappingini funnin. Á bygdaráðsfundi í
Eivindarson Jacobsen, Garðavegur 24, Klaksvík Álvur Fuglø Christiansen, Norðdepil Dávid Thomsen, Hvannasund Ari Samson, Kráargøta 76, Klaksvík Hellen Jacobsen, Garðsendi 4, Klaksvík Monica Larsen, Garðsendi [...] Torvgøta 29, Klaksvík Karin Dorthea Simonsen, Bumshamarsvegur 31, Klaksvík Elisabeth Thomsen, Hvannasund Konfirmantar í Húsa kirkju páskadag Hallur Syderbø, Húsar Kristina Petersen, Syðradalur
Møguleiki verður at hyggja seg um á skúlanum, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað siga tey í Hvannasunds kommunu. Á skúlanum verða myndaframsýningar frá árunum 1983-2023, og hesar verða at síggja á stóru [...] 15 í morgin verða røður, felagssangur og sangframførsla hjá skúlakórinum í fimleikahøllini. Í Hvannasunds kommunu bjóða tey øllum at vera hjartaliga vælkomnum til hátíðarhaldið, nú skúlin á Fossanesi hevur