Tað er víða um landið, at kommunur royna at basa skøruni, og soleiðis er eisini í Hvannasunds kommunu, har stig eru tikin til at sproyta skøru við eitri.
Her veit kommunan at siga, at tað eru fólk hjá fyritøkuni Vakurt, sum Heðin Askham eigur, ið hava verið runt í bygdunum, bæði á almennum øki og í urtagørðum, og sproytað.
- Týdningarmikið er, at skøran ikki verður klipt niður, har hon er eitrað, siga tey.
Eisini er týdningarmikið, siga tey í Hvannasunds kommunu, at fólk hjá Vakurt sleppa framat allastaðni, og tí verður heitt á borgarar, ið vita, at tey hava plantuna, um at boða kommununi frá.










