bókin roynir at verja danska ávirkan á føroyskt mál. Vorðið sum málstrev! Tey ungu siga mær, at rithøvundurin var sera góður lærari. Spell, at so gávuríkur maður skal leggja so stóra orku í at speireka [...] Ein málbók kom út stutt fyri ólavsøku. Bókin eitur: Føroya mál á manna munni – móðurmálið og málrøkt. André Niclasen hevur skrivað. Í bókini eru málgreinir, ið stóðu í málteigi (máldálkingarteigi) í Sosialinum [...] Undirritaði fekk persónliga innbjóðing til bókarframløguna. Tað takki eg fyri. Tíverri lá ikki fyri hjá mær at koma. Rithøvundurin møtti ikki sjálvur upp til framløguna. Tað helt eg vera eitt sindur løgið!?
við tínum ósømiliga atburði og persónsjagstran. Eg ætli mær í øllum førum ikki at brúka meira tíð og orku saman við tær í bløðunum, og tí verður hetta seinasta svarið, hóast tað helst eisini er til fánýtis [...] eg ætli mær ikki alment at seta fram gitingar, men tí fírir tú jú ikki fyri. 3. Hvør veitti trygd fyri tanganum í Vági? SEV hevur sambært øllum forskriftum havt alla orsøk at meta, at tangin var í lagi [...] lagi. Umvælingin var framd undir leiðslu av deildarstjóranum fyri framleiðsluni eftir ásettu forskriftunum. 4. Hvør hevði ábyrgdina av oljubunkringini? Svarið er tað sama sum seinast. Ein skrivlig avtala er
góðan dag. Mær rennur í huga, at stutt hiðani endaði Johannes Kepler, um tað mundi í tænastu sum støddfrøðingur hjá Wallenstein greiva, sínar dagar í november í árinum 1630. Kepler, flogvit og ein tann fyrsti [...] lógirnar, um gongustjørnurnar, sniðið og ferðina á teirra rásum, skrivaði Somnium, ein tann fyrsta vísindaskaldskapartekstin, eins og hann sum tann fyrsti vísti á ta alisfrøðiligu megi í alheiminum, sum Newton [...] og skógum, eg havi eina kenslu av at hava verið her fyrr, og tað er mær brádliga greitt, at tað er í Ringanna Harra eg havi sæð hetta landslagið, á hesum leiðum búleikaðu, hugsi eg, Artala kongur og Júkagarpar
Miðbýurin í Havn er stein deyður... Hetta var ein av niðurstøðunum á kjakfundinum í Miðlahúsinum mánakvøldið, har boðið var til aðalorðaskifti um miðbýin í Havn. Kjakast varð dúgliga, og meiningarnar vóru [...] vóru sum vera man nógvar. Vit kunnu bara staðfesa, at støðan ikki er góð, og so kunnu vit hugleiða út frá hesum, hvussu hetta kann bøtast. Tórshavnar kommuna hevur sjálvandi tann størsta leiklutin í hesum [...] tað kemur til hetta, so er kommunan knapt so visjoner og professionell, sum vit vildu havt hana. Men miðbýurin er annað enn handilsgøturnar kring Vaglið, tí SMS er so sanniliga eisini ein miðbýur í Havn
tá ið tað kann vera ein góð loysn. Tað, sum tykist vera truplast hjá summum at skilja, er, at undirvísingar- og arbeiðshættirnir á eini læraraútbúgving og eini pedagogútbúgving eru ein líka stórur og umráðandi [...] tonkum, sum liggja aftanfyri arbeiðið í gerandisdegnum. Eins og so at siga allir skúlar, eisini aðrastaðni enn í Føroyum, hevur Føroya Læraraskúli ein rættuliga hopleysa trongan høliskarm at starva í. Stórur [...] har ein lærari situr framman fyri teimum lesandi inni í eini skúlastovu, soleiðis sum tey flestu kenna undirvísing og hugmynda sær undirvísing eisini á einum læraraskúla í 2001. Fyri at fáa hetta virksemið
handritið!?»Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi.« Jóh. 1,1 og 2.?Hvør er hesin, Hann, ið var hjá Gudi? ?Jú, Orðið er ein persónur! Ein Maður! Kristus, Heilagi [...] hvat tað var, teir skrivaðu. Tað var ikki nakað, sum kom úr teirra egna barmi. Teir áttu ikki frumritið. Tað var Heilagi Andin, ið dreiv teir. Aftaná fóru teir at granska, rannsaka. Tað var gransking [...] Eisini Pætur var drivin av Heilaga Andanum, tá ið hann skrivaði brøv síni. Tað sæst týðiliga. Hann talar um nakað, hann als ongan møguleika hevði at vita um, tí tað var ikki komið fram tá. Tað var ikki funnið
handritið!?»Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi.« Jóh. 1,1 og 2.?Hvør er hesin, Hann, ið var hjá Gudi? ?Jú, Orðið er ein persónur! Ein Maður! Kristus, Heilagi [...] hvat tað var, teir skrivaðu. Tað var ikki nakað, sum kom úr teirra egna barmi. Teir áttu ikki frumritið. Tað var Heilagi Andin, ið dreiv teir. Aftaná fóru teir at granska, rannsaka. Tað var gransking [...] Eisini Pætur var drivin av Heilaga Andanum, tá ið hann skrivaði brøv síni. Tað sæst týðiliga. Hann talar um nakað, hann als ongan møguleika hevði at vita um, tí tað var ikki komið fram tá. Tað var ikki funnið
og 32 sekund. – Hetta var triðja árið, eg var við. Fyri tveimum árum síðani rann eg teinin eitt sekund skjótari, men ta ferðina kundi tíðin ikki góðkennast, tí teinurin hjá kvinnunum var 50-100 metrar ov [...] tolið og helt tað kennast væl at leggja meg fremst. Sjálvt um eg arbeiddi hart allan vegin, var kenslan góð, og eg var sannførd um, at eg fór at megna at halda ferðina allan vegin, sigur Joan Bláfoss. – Tá [...] Renning: Hetta var fyrsta kappingin hjá Joan Bláfoss í ár, og úrslitið gjørdist sera gott. Umframt at tað rakk til eitt DM-silvurheiðursmerki, eydnaðist henni eisini at seta nýtt føroyskt met á 10 kilometra
siga, hetta er mítt hugskot. Og minni týdning, at hesi tiltøk nú eru verðuleiki. Viðvíkjandi teimum 15 mió til bjálving av almennum bygningum, so bleiv hetta hugskot endaliga snikkað til og avrátt var at [...] minnist tað, so var tað serliga John Johannessen og undirritaða, ið royndu at fáa undirtøku fyri tankanum millum samgongulimir. Magni Laksafoss var merkiliga óvirkin á fundinum. Um tað var tí, at hann ikki [...] politisku skipanina, er als onki at siga til, sum gongdin hevur verið í seinastuni. Tað sýnist fyri mær at verða ein kapping um, hvør kann hunddálka hvønn og koma so ofta sum møguligt í fjølmiðlarnar, næstan óansæð
at geva pláss fyri teimum 6 umlættingarplássunum! Hetta er ein sera stór broyting tann skeiva vegin, tí tørvurin á røktarplássum er so stórur her eins og aðrastaðni. Sparingin er umleið 2 mió. kr, sum [...] frama. Hvat heldur borgarin, skulu vit finna okkum í hesum, eg haldi ikki! Eg má siga sum er, hjá mær var hetta dropin ið fekk bikarið at flóta yvir. Latið vælsignaði tað ið virkar væl fáa frið. [...] Yvirskriftin var tann, at Rósa flytir 16,2 mió. kr til heimbygdina, sig so tað, hon fjálgar um sítt øki, og tað er sjálvandi gott, at okkurt hendir har; men hví skal Eysturoyggin bløða grundað á hetta? Lesarin