Dana mál á manna munni - mammumálið og sprokpleyga

Máldálking – brøðralag sambandskra sosialdemokrata/sosialista!?

Ein málbók kom út stutt fyri ólavsøku. Bókin eitur: Føroya mál á manna munni – móðurmálið og málrøkt. André Niclasen hevur skrivað. Í bókini eru málgreinir, ið stóðu í málteigi (máldálkingarteigi) í Sosialinum á sinni. Tað er bara so langt síðani, einaferð í farna túsundári, farnu øld, so tíðin er helst farin frá slíkari bók!?

Innbjóðingarkort: Undirritaði fekk persónliga innbjóðing til bókarframløguna. Tað takki eg fyri. Tíverri lá ikki fyri hjá mær at koma.

Rithøvundurin møtti ikki sjálvur upp til framløguna. Tað helt eg vera eitt sindur løgið!?

Á innbjóðingarkortinum stóð orðið, bókaframløga. Bóka er hvørsfall fleirtal. Sjálvt um fleiri eintøk eru av bókini, so er her talan um eina bók, sum verður útgivin. Tí hevði tað verið rættari at skrivað bókarframløga (hvørsfall eintal). Tit skuldu kanska heldur skrivað framleggilsi, framløga ljóðar so íslendskt!?

Bókin kundi fáast til serprís. Hatta er danskt. Á føroyskum fært tú okkurt fyri ein ávísan prís, ikki til! Ikki er hatta nóg gott hjá fólki, sum fæst við “málrøkt”!

Tað er helst ófólkaligt at rætta brøv, sum tú fært, men í slíkum føri er tað kanska í lagi!?

Bókin: Handan bókin roynir at verja danska ávirkan á føroyskt mál. Vorðið sum málstrev! Tey ungu siga mær, at rithøvundurin var sera góður lærari. Spell, at so gávuríkur maður skal leggja so stóra orku í at speireka málrøktina og tey, sum royna at fjálga um móðurmálið.

Rithøvundurin er eitt sindur skemtiligur í skriving síni. Í onkrum einstøkum føri hevur hann kanska grein í sínum máli, treyðugt so; men høvuðsboðskapurin í bókini er at speireka og lítilsvirða tey, sum hava vart borg móti tí øgiligu, donsku málávirkanini.

Annars er bókin eitt sindur fúl í støðum. Vónandi kemur hon ikki inn um skúlagátt, men um hon skuldi gjørt tað, so má aldursmark setast á!

Tað er eisini ótrúligt, at ein málmaður kann hava slíkan hugburð, tá hugsað verður um skyldskapin millum føroyskt / íslendskt og so danskt.

Villur í bókini: Bókin er heldur ikki lýtaleys. Við at blaða skjótt gjøgnum hana eri eg komin fram á onkra málsliga villu, nakrar stavivillur og so sjálvandi allar danismurnar!

Málsligar villur: betri (skal vera betur), longur (longri), sjálvi (sjálv), vrakaði (vrakað), innaftur (inn aftur), tey sparka seg sjálvan (sjálv), loytnant Kruse (Kruse loytnantur).

Stavivillur: grikst (skal vera grikskt), skýra (skíra).

Danismur: óundveriligt, skrekkur, heldigur, hjúl, tretivu. (Meir seinni!)

Er bókin ikki rættlisin?

Hetta er átaluvert, ikki minst , nú talan er um eina málbók og eitt forlag, sum kallar seg Læribókafelagið! Eg meini tað!

Sosialistar?: Málfrøðingur segði, at okkum dámar væl at bólka fólk. Tað fari eg at royna at gera nú!

Hvørjir eru so garparnir, ið taka undir við hesi óføroysku, danofilu málkósini (sprokpleygualliansuni)? Jú, ein felagsnevnari er! Teir tykjast vera sambandskir sosialdemokratar (sosialistar)!? Nú má eg draga í land aftur beinanvegin. Vit tosa ikki um Sambandsflokkin. Um Javnaðarflokkin? Ja, kanska í ein vissan mun; men tað er sjálvandi stór fjøld av málrøktarvinum millum sosialdemokratar. Meir vinstrahallir? Ja, eg veit ikki rættiliga, men onkur felagsnevnari tykist vera har.

Orsakið meg, vinstrahallu móðurmálsvinir! Tit eru sjálvandi ikki við á máldálkingarliðnum.

Tað eru máldálkararnir sjálvir, ið elva til hesa bólkingina. Teir skjóta eftir tjóðskaparfólki og fullveldisfólki í hesum málstríði. Marx varð eisini nevndur í teirra blaðskriving.

Persónarnir: At blaðteknari Sosialsins, onkur einstakur málfrøðingur, onkur á flatlondum og einstøk onnur taka undir við hasi bókini, tað ber til at skilja; men hvat ger navni blaðteknarans í hasum brøðralagnum, hann, sum skrivar fororðini?

Sum smyril í staraflokki, ella sum spurvur í tranadansi, sum hinir kanska høvdu sagt.

If you can´t beat them, join them!? Hvat hendi annars um 1990? Ja, verðin er so undarlig, góðin, so segði hann, sandoyingurin.

Annar fólkafloksmaður var eisini sæddur í Miðlahúsinum framløgudagin. Hvat hevði Bóndin sagt?

Helt annars, at sosialistar vóru menn, ið stríddust móti imperialismuni. Hesir leggja seg skerflatar fyri útlendskum / donskum árini.

 

E.S. : Dugir onkur máldálkari at siga mær, um pleyga hevur g?

Nei, handan bókin fær ikki nógvar stjørnur, Rólvur!

 

 

Við føroyskari málkvøðu

(ikki danskføroyskari)