hvussu er, er ætlanin, at bókin fær heitið: Gøta, Eysturoy, Føroyar, Eivør og føroyskur tónleikur. Nær bókin kemur á bókahillarnar er enn ilt at siga, men Jens Guð hevur arbeitt við hesi verkætlan í rúma tíð [...] hevur longi havt hugskotið um eina bók um Eivør Pálsdóttir í stoypiskeiðini, og hann hevur eisini arbeitt við hugskotinum eina rúma tíð. Men nú er kortini greitt, at evnið verður meira víðfevnt, enn u [...] tíð, og hóast tað skilst á honum, at nú er við at koma undir land, so skundar hann sær neyvan síðsta teinin, tí hann hevur lagt nógva orku og tíð í hesa bókaætlan. Sum so mangur, so gjørdist eisini Jens
sigur, at hesi tíggju árini er heimurin vorðin vandamiklari, og Nato er vorðið sterkari sum verjusamgonga. - Hetta eru grundleggjandi broytingar, sum hava týdning fyri mong menniskju. Eg ynski at geva mítt [...] Fyrrverandi Nato-leiðarin, Jens Stoltenberg, skrivar nú bók um síni 10 ár sum ovasti í verjusamgonguni. Tað veit forlagið, Gyldendal, at siga, sum skal geva bókina út. Eftir ætlan skal bókin koma út á [...] seld níggju londum, sigur Gyldendal í tíðindaskrivi. - Hetta er mín frásøgn um, hvussu tað hevur verið at staðið á odda fyri heimsins størsta hernaðarfelagsskapi í einari lagnutíð fyri okkara trygd. Soleiðis
fyri at verða týndir í Nazi-týningarlegunum: Auschwitz, Birkenau, Treblinka, Belzec, Sobibor, Chelmno, Majdanek - fyri at nevna nakrar av drápsverksmiðjunum hjá Nazistunum. Einasta orsøk til, at øll hesi [...] henda dagin og var tí sera sárbart. Tað tók sína tíð at mobilisera og gera seg kláran at taka ímóti fíggindanum. Helst hevur Ísrael lært av hesum, at teir ongantíð kunnu taka sær av løttum, men vera á vakt [...] og Iran. Iran hóttir dag og dagliga við at leggja Ísrael í oyði, og í samstarvi við Hezbollah roynir Iran at planta sína krígsmaskinu í Sýria til sama endamál: at leggja Ísrael í oyði. Tí má Ísrael við
siga, at Jesus ongantíð segði nakað tílíkt um seg sjálvan, at hesi sitatini eru íkomin eftir krossfestingina sum vitnisburðir frá tí elstu kirkjuni. Tá man ikki longur trýr uppá, at Jesus segði hesi orð [...] tankin kundi sæð út til at verið til staðar. Tað er í Markus 10:45, har Jesus sigur: “Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at vera tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald [...] nærum treyta, at Jesus var úr Galilea, men Lukas, sum skrivaði seinni enn Markus, loysti trupuleikan við at skriva, at Jesus einans “var vaksin upp” (4:16) í Nazaret. Størsti trupulleikin við hesi søguni hjá
royndir siga mær, at eitt "censur-harkalið" situr á postinum hjá fleiri av samkomunum - mann hevur sett "revin at ansa gæsnum" - fyri ikki at siga "úlvin at ansa seyðinum", við tí úrslitið, at brøv frá mær [...] filmi, at "broderað" eina kvinnu inn í tekstin sum gevur Jesusi at drekka á vegnum til Jerúsalem, men tað hóskar illa saman við pástandinum um at fylgja Lukasar evangelium neyvt. Hvar lærir Lukas, at Maria [...] Paulus frøddist um at jødarnir høvdu fingið Orð Guds litið upp í hendurnar (Róm.3:2), - ikki um at teir høvdu fingið eitt vælegnað øki til at spæla film í. Eitt nógv brúkt argument ímóti at børn (og vaksin)
sum hjá teimum var um at gera, var, at teir vildu hava rætt at brúka tempul og bønhús og tann halga talararapallin til at tosa “niðursetandi” um sín næsta. Ein merkilig trongd, at vilja spenna tað heilaga [...] enn eru feskir, bæði rátt og – satt at siga – ókristiligt at draga nettupp Wingate fram, uttan at nevna, at fyrimunir og vansar vóru við hansara ávirkan, og uttan at øna so mikið sum eitt orð um, hvørjar [...] krøv seta, og sum einki tykjast at hava við religión ella moral, í orðsins sanna og djúpa týdningi, at gera. Er endamálið kanska at krógva tann sanna og veruliga boðskapin, at gera eina lívssjón - sum er
noyða fangan at vera naknan í dagar at sláa og sparka fangan at noyða fangan at standa uppi í tímar at (látast at) kvala fangan í vatni at tvinga fangan at standa í tímar og dagar í køldum vatni at noyða fangan [...] fangan at vera leingi í kulda at stongja fangan inni í trongum kassum Eg havi roynt at geva eina hóming av hesum torturi við orðum, sum tola at koma á prent, og at loypa tað mest vamlisliga og ræðuliga [...] neokonservativu amerikonsku stjórnini. Hørð mótstøða Um Al-Libi er at siga, at hann bleiv píndur so illa, at hann at enda var fúsur at siga, hvat tað skuldi vera. Hóast hann púra einki visti um nakað samband
leikluturin hjá politisku skipanini liggur, at skipa so fyri, at økini vera ment soleiðsni, at tilboðini vera tøk, tá ið hesi samfelagsblomstrini koma heimaftur, eftir at hava verið úti í heimi og hvest sær vitið [...] hjarta, at hasin leirfóturin hjá tær skuldi standa somikið meinur, at tú skræðnaði úr kongunum bara av hesi einu greinini, sum eg vágaði mær at varpa í fótin á tær. Tað er tungt, og tað verður tyngri at stríðast [...] dirvið at ganga ímóti sínum egna flokki og atkvøddi fyri keypinum, men minnist meg rætt, fekk hann alstórar trupulleikar innanfloks av hesi manniligu avgerð. Skilji eg Johan rætt, so er hann ímóti, at nýggjur
mesta sjálvir finna uppá. At renna dyst varð gjørt alla staðni. At reka grind, tað var nakað annað. Her vóru nakrir dreingir útvaldir til at vera hvalir. Teir høvdu fastar reglur at ganga eftir, hvussu ma [...] bandið var bæði til at draga skíðfjølina við og at halda í við vinstru hond, tá vit fóru fúkandi oman brattlendinum. Í høgru hond høvdu vit ein stav at stýra við. Av hesum kann skiljast, at vit komu eftir liðini [...] tær tvær fjalirnar negldar saman. Var kavin so nógvur, at vit mettu líkindi vera at fara heilt til fjals, so tók tað so langa tíð at koma til fjals, at vit bert kundu gera tveir túrir á alljósum degi. Ferðin
árum síðani kom eg at standa undir liðini á Mass á Velbastað til eina jarðarferð. Hann spurdi meg, hvør eg var. Tá eg svaraði, at eg var abbasonur Vilhelm Mohr, segði hann so hart, at næstan øll, ið stóðu [...] 1880-unum skrivaði hann í eina lítla bók meira enn 100 mið og ýtir eystan fyri Nólsoynna. Hetta tilfar er latið Fróðskaparsetrinum. Í eini aðari bók síggja vit, at abbi í árunum 1879-1892 hevur latið byggja [...] læknan í Heiðunum Einar Djurhuus. Mamma mín segði eina ferð, at bókavørðurin M. A. Jacobsen (Mass) vildi vera við, at hon hevði lisið alt, sum var at lesa á bókasavninum. Komandi partur Komandi hósdag verður