Johan Vilhelm Mohr: Fyrsti býráðskrivarin í Havn

Herfyri høvdu vit frásøgn um Jens Mohr. Hesa ferð fara vit at greiða frá grøvini hjá beiggja hansara Johan Vihelm Mohr og konu hansara Susannu Mariu f. Davidsen

Johan var upprunaliga reiðari og handilsmaður úti í Skansagarði á Reyni. Men á sínum eldri døgum gjørdist hann fyrsti skrivari í Tórshavn, eftir at býurin gjørdist keypstaður.

Keldan til hesa grein er abbasonurin Heri Mohr og taka vit brot burtur úr tí, sum hann hevur skrivað um abban.

Um arbeiðið hjá abbanum skrivar hann:

Eg havi hoyrt mangt og hvat um abbasa virksemi og arbeiði sum reiðari og býráðsskrivari. Eg skal greiða frá eini lítlari hending á kommunukontórinum. Ein arbeiðstakari hevði fingið arbeiðið at gera eina brúgv, og so hvørt sum arbeiðið varð gjørt, skuldu ávegisgjøld gjaldast. Tá eina ferð umbøn um gjald, váttað av formanninum í teknisku nevnd, kom á borðið hjá abba, noktaði hann at gjalda, tí eftir hansara áskoðan var nóg mikið goldið fyri gjørt arbeiði. Hvør skal siga: Gerið arbeiðið fyrst!

Fyri nøkrum árum síðani kom eg at standa undir liðini á Mass á Velbastað til eina jarðarferð. Hann spurdi meg, hvør eg var. Tá eg svaraði, at eg var abbasonur Vilhelm Mohr, segði hann so hart, at næstan øll, ið stóðu har, hoyrdu: ”Eg sigldi við Livingstone og Vilhelm Mohr var reiðari. Tá ið vit komu av suðurlandinum inn á Vestaruvág, kom hann við róðrarbáti okkum á møti og umborð. Hann gjørdi upp lastina, keypti hana og avroknaði túrin í hondina. Hann takkaði so manningini og avtalaði næsta túr. Jú, har var skil í.”

 

Tá ið Vilhelm doyði 6.mars 1941 skrivaði M. S. Viðstein millum annað í minningarorðunum:

”Hann loyvdi ikki sólina at seta uttan at hava avrikið sítt dagsverk, hvørt tað var stórt ella eitt sindur minni, enn hann sjálvur kundi ynskt tað. Hann var virkisfúsin og íðin í sínum starvi, og tí var hann eisini tann álitismaður, sum mong umboð hevði um hendi, og hann legði einki hálvgjørt frá sær. Hann var góður við sólina og ljósið. Og tað er ikki longur síðan enn ein útsynningsdrignan morgun seinasta summar, at hann hevði tað á orði, tá ið vit talaðu saman: ”Illfýsið og sólarleyst er í morgun,” segði hann. So bar hann í bøtuflaka fyri sólina og legði afturat: ”Sólin kann ikki koma fram. Guðs sól kann ikki skína niður á hesi menniskju, ið skikka sær so illa. Sólin og kríggj hóska ikki saman, tí sólin er lív, meðan kríggj er deyði.”

Hann sá ikki altíð kvøldarsólina fara um Reynið, tí hann fór vanliga tíðliga til hvíldar. Men morgunsólin var honum altíð kærast, og hann leit mangan undrandi at henni snimma, sum hann altíð var á fótum.

Hann var botnfastur kristin og vannbøn kom ikki av hansara munni. Orð Ingemanns ”Lykkeligst at hvile paa en fuldendt Gerning,” gjørdi hann til síni.”

 

Víðari skrivar Mourentius í Horvnar Havnarmyndir:

”Men tá ið tveir hvalir rendu seg inn í støðna beint undir neystinum hjá Sakarisi ovurjekaranum, tá skilti eg, at hetta var álvarsamur dystur. Og at tað afturat var ein blóðugur dystur, fekk eg eisini prógv fyri, tá ið Vilhlem Mohr, handilsmaður á Skansagarði, kom undan Barnastovuneystinum við stórum knívi í hondini og leyp oman á støðna og skar hesar stóru hvalir á háls. Vilhelm Mohr var altíð mætur maður í mínum eygum, og tað økti um virðingina, ið eg hevði fyri honum, at hann kundi vera bæði so raskur og kvikur.”

 

Tjóðskaparmaður og grundtvigianari

Heri greiðir víðari frá:

Tá ið meinigheitshúsið varð bygt fyri meira enn 100 árum síðandi – mær er fortalt, at hann gav stórviðin til húsið – var hann fastur fyrilestrarhaldari har. Hetta vóru rættiligir niðurskrivaðir fyrilestrar, sum vóru meira enn 5.000 orð. Vilhelm var tryggur grundtvigianari og var harvið í andstøðu til bæði ”Indre Mission” og ”Gjendøberne”, og hetta tagdi hann ikki burtur.

Abbi var tjóðskaparmaður av tí góða gamla slagnum. Um hetta skrivaði M.S. Viðstein í minningarorðunum, at ”hann var við í Føroyingafelagstíðini, og hann var ein av teimum, sum fyrireikaði norrønu stevnuna í Føroyum í 1911. Hann fylgdi Jóannesi bónda Paturssyni trúliga og var ein stuðul, ið aldri sveik.”

Teir gomlu havnarmenninir vóru kendir fyri teirra dugnaskap á útróðri við smáum róðrarbátum, og teirra millum taldist eisini abbi. Í 1880-unum skrivaði hann í eina lítla bók meira enn 100 mið og ýtir eystan fyri Nólsoynna. Hetta tilfar er latið Fróðskaparsetrinum.

Í eini aðari bók síggja vit, at abbi í árunum 1879-1892 hevur latið byggja fleiri róðrarbátar, brúkt teir í eitt árs tíð og so selt teir í øllum førum fyri minni enn byggiroknskapirnir vísa. Sum dømi kann eg siga, at í apríl 1886 lat hann byggja ”baad nr. 4”. Hesin bátur kostaði 103,60 krónur. Í september 1887 seldi hann bátin fyri 75 krónur og ”2 Aarer for 2,33.”

Omma, Susanne Marie, doyði jólaaftan 1942, 84 ára gomul. Hon átti eina systir, Anna Sofie, sum giftist til Sumbiar. Hon var mamma kenda læknan í Heiðunum Einar Djurhuus. Mamma mín segði eina ferð, at bókavørðurin M. A. Jacobsen (Mass) vildi vera við, at hon hevði lisið alt, sum var at lesa á bókasavninum.

 

 

Komandi partur

Komandi hósdag verður greitt frá grøvini hjá Onnu Martinu Mouritsen f. Trollenæs, (1851-1939), sum var jarðamóður í Havn í 19. øld