Fyrrverandi Nato-leiðarin, Jens Stoltenberg, skrivar nú bók um síni 10 ár sum ovasti í verjusamgonguni. Tað veit forlagið, Gyldendal, at siga, sum skal geva bókina út.
Eftir ætlan skal bókin koma út á heysti í 2025, og rættindini eru longu seld níggju londum, sigur Gyldendal í tíðindaskrivi.
- Hetta er mín frásøgn um, hvussu tað hevur verið at staðið á odda fyri heimsins størsta hernaðarfelagsskapi í einari lagnutíð fyri okkara trygd.
Soleiðis sigur Jens Stoltenberg sjálvur um hesa útgávu, sum hann er í holt við. Bókin tekur lesararnar við í arbeiðið í Nato og arbeiðið hjá Stoltenberg í einari sera truplari tíð.
Evnir, sum Jens Stoltenberg fer at umrøða í bókini, er eitt nú kríggið í Ukraina, virksemi hjá Nato í Afghanistan og samstarvið, sum Nato-aðalskrivarin hevði við Donald Trump, fyrrverandi forseta í USA.
Jens Stoltenberg sigur, at hesi tíggju árini er heimurin vorðin vandamiklari, og Nato er vorðið sterkari sum verjusamgonga.
- Hetta eru grundleggjandi broytingar, sum hava týdning fyri mong menniskju. Eg ynski at geva mítt íkast - sæð við mínum eygum, sigur hann.