eisini taka undir, kann fáa alstóran týdning í tí at fáa bygt upp eitt framkomið tónleikalív í Føroyum. Sera áhugavert var tað seinnapartin seinasta leygardag í Norðurlandahúsinum at hoyra harra Tim Severin [...] havsins leiðum í nútíð og í fortíð. At fyritøka sum oljufelagið Amerada Hess saman við góðum fólki her í landinum eisini sýnir slíkum fyritaksemi áhuga og m.a., sum skilst, hevur gjørt hetta tiltak í okkara [...] okkara listamanni og sjógarpi Tróndi Patursson hevur gjørt yvir høv. Tað eru mong í Føroyum, sum eins og eg við áhuga fylgja við í slíkum sjóvegis ævintýrferðum. Mær var tað soleiðis minniligt at lesa bókina
politikkin út í kortið sigur kanningarstjórin í oljufelagnum Amerada Hess, Richard Hardmann, tá vit spyrja hann, hvørjar ætlanir felagið hevur at samstarva við føroyskar vinnulívsfyritøkur í sambandi við [...] eggini í eina kurv og binda seg til at samstarva við Saga Petroleum! -Tað er ringt hjá mær at gera viðmerkingar til tað. Tí hetta er upp til Saga, til myndugleikarnar og til vinnulívið í Føroyum. Tað kann [...] hava hetta í eisini. Tú kanst ikki bara siga við tínar stjórar, at nú fara vit til Føroya, um ikki onkrar vónir eru til steðar. Bjóðið út í ár Richard Hardmann heldur, at verður markið ikki ásett í ár, so
møguleika at gera vart við teg. Seinasta veljarakanningin vísir týðiliga, at tað, sum í dag mest upptekur fólk í Føroyum, eru okkara viðurskiftu við Danmark. Tað er ein týðilig "polarisering" um spurningin [...] inum av bankamálinum. Einki verður í løtuni tosað um t.d., hvussu okkara útbúgvingarpolitikkur er, hvussu umstøðurnar eru hjá lesandi í Føroyum, hvussu okkara heilsuverk virkar, hvussu støðan er hjá p [...] ella hvussu útjaðarin skal klára seg í kappingini við miðstaðrøkið? Men sjálvsagt verður tað m.a. okkara uppgáva í Javnaðarflokkinum at taka slík mál sum hesi við í eitt komandi valstríð, tí tað er einki
kanska best á tí arbeiði, ið Skipasmiðjan á Skála hevur havt, síðani teir veruliga fóru í gongd í mars mánaði í fjør. Størri parturin av arbeiðinum stavar nevniliga frá umvælingum av útlendskum skipum [...] breidd og upp til 60-70 metra longd inni í byggihøllini, so tað er sjálvandi talan um ein munandi vøkstur í kapasiteti, men sum sagt er einki á pappírinum tí viðvíkjandi í løtuni, sigur Gunnar Mohr. Hevur stóran [...] er fyrrverandi Durid úr Klaksvík, sum júst var bygd á skipasmiðjuni á Skála í 1976. Alt afturskipið er gjørt av nýggjum niður í kjøl, umframt at høvuðsmaskinan er skift. Somuleiðis er við báðum ljósmotorunum
Ísleifur er gamla Durid úr Klaksvík. Hann er nú heimahoyrandi í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og tó at skipið upprunaliga var bygt á Skála Skipasmiðju í 1976, os var tað kortini meiri av tilvild, at teir aftur [...] fer fyri tað mesta fram í íslendskum sjógvi, men nú sildin tykist at hava tikið gamla ferðingarmynstrið upp aftur, royna teir eisini í føroyskum sjógvi. Eisini fylgja teir sildini í norskan sjógv, og teir [...] roynt nokk so fitt í Loynikrókinum. Men Gunnar sigur, at tað hevur ikki órógvað viðurskiftini við norðmenn, tí teir leggja ikki so nógv lag í, um sild verður fiskað har. Alt verður landað í Íslandi, tí báturin
ferðaðist runt landið og var hann í Føroym í 1960-61. Tó kann sigast at fyrsta uttanlandakappingin í hesari ítróttargrein var í samband við TB-vitjanina í Hetlandi í 1956. Tað hava verið uttanlandaferðir [...] einstaklingaspæli, Sigurbjørn, standa frammaliga í hesari ítróttargrein. Umstøðurnar vóru sum vera man ikki tær bestu í byrjanini, tað var í 1950 spælt í tvøratungu, sum var eitt gamalt dansihøli, ein søguligur [...] landsdyst á íslendingum í Íslandi, tað var ein stórhending. Uttanlandaferðir hava verið til luttøku á skeiðum bæði í Danmark og Svøríki. Tað fyrsta skeiðið sum felagið luttók á, var í Vejle í 1958 og har fingu
servimøguleikar afturat í øllum settinum, og tað er í sjálvum sær eitt tekin um gott verjuspæl frá Fram. Fáa sær mann á bonkin Fram kappast nú við Mjølnir um, hvør skal hava meistaraheitið í ár. Og fyri at betra [...] fer at gangast hoyra vit nærri um í nærmastu framtíð. Men tað er givið, at Fram er eitt framtíðarlið. Teir hava ungt fólk á liðnum, og verða teir allir verandi í Føroyum, so sær gott út hjá teimum. Tað verður [...] upp av b-liðnum, og tað er óivað skilagott. Spælskiparaplássið hevur verið teirra trupulleiki í fleiri dystum í ár. Fyrsta sett var eitt sindur trilvandi hjá Fram. Um teir vóru troyttir frá degnum fyri, skal
skal spæla venjingardyst í dag við 2. liði. Vit skulu spæla móti 2. liði hjá Ikast, og tað verður í einari innandura venjingarhøll, sum teir í Ikast eiga, segði Símun Eliasen í gjár. Hann er millum 33 spælarar [...] ð, men enn er hann í KÍ, og hann er einasta umboðið úr Klaksvík í landsliðsferðalagnum. Hans Fróði Hansen var í nánd av landsliðnum fyri knøppum trimum árum síðani. Tá spældi hann í B68. Seinni varð hann [...] at koma á venjingarlegu í Cadiz í Spania. Farið verður úr Vágum hósdagin 19. februar, og ferðalagið, sum umframt átjan spælarar og venjaran fer at telja fýra fólk, lendir aftur í Vágum 28. februar. Bara
sum næmingar í miðnámsskúlunum hava gjørt í felag við ungdóm í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Rani Nolsøe higartil hevur staðið fyri hesum arbeiði. Av tí at hann er farin í annað starv í Klaksvík, er [...] men Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram. Tað eru stjórarnir í Norðurlandahúsunum í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum, sum hava tikið stig til projektið [...] Hon er útbúgvin á Turistakademiiet í Randers, har hon tók prógv í 1994. Hon saknaði í hesi útbúgvingini, at ikki meir var gjørt á telduøkinum, og fór tí á Winard skúlan í Århus at ogna sær vitan um kunningartøkni
vaks við umleið 10% í 1997, og orsøkin er tann, at virksemið í landinum økist. Innflutningurin av vørum til beinleiðis nýtslu var í 1997 9%, og tað samsvarar nøkulunda við lønarvøksturin í samfelagnum. Lø [...] »til byggivirki«, so síggja vit, at vit í 1997 innfluttu næsta tvífalt so nógv, sum vit gjørdu í 1994. Tað merkir í stuttum, at tað er komin meira »futtur« í byggivinnuna enn tað hevur verið, og tað er [...] útfluttu vit 11.464 tons fyri í alt uml. 250 mió. krónur. Í 1997 var hesin útflutningur vaksin til 12.107 tons fyri íalt uml. 301 mió. krónur. Í nøgd er økingin 6%, men í virði er hon 21%. Og eisini her