loftinum eru tvey kømur, eitt í hvørjum enda. Hurð er í øðrum kamarinum, men ikki í hinum. Opið er upp í tróðurið í miðjuni, har trappan kemur upp, og síðan verður gingið eftir einari gangibrúgv millum rúmini [...] Í hugnaliga umhvørvinum í Bø eiga og reka hjúnini, Tróndur Evaldson Niclasen og Anita Niclasen, fýra sera hugnaligar smáttur, sum kunnu leigast. Tróndur, sum hevur røtur í Bø, hevur eisini eitt lítið festi [...] húsini standa á ymiskan hátt og ikki í einari ávísari røð. Smátturnar eru bygdar í elementum í Sandavági og eru settar upp á staðnum, og vit valdu at byggja tær í gomlum byggisniði og úr góðum tilfari, sigur
Í dag hevur Statens Seruminstitut í Danmark ávarað ímóti ymsum sløgum av kostískoyti frá Husk. Í hvussu so er onkur av hesum kostískoytunum hevur eisini verið at fáa í Føroyum. Í síðstu viku varð eisini [...] ávarað ímóti hesum, men nú verður víst á, at støðan er nógv álvarsligari enn enn tað sá út í síðstu viku, tí sama slag salmonella er staðfest hjá fleiri fólkum. Les meiri um tað her: Ávara um kostískoyti [...] ið. Síðani er tað kannað, og tað er staðfest, at salmonella er í tí. Seruminstituttið heitir tí á fólk at kanna um tey hava nakað liggjandi av hesum sløgunum av kostískoyti. Heitt verður á fólk um at kanna
FM. Hamar 2 hevur vunnið allar sínar dystir í ár. Í hálvfinaluni stóð tó á gomlum naglum, men Hamar 2 vann sera tætta dystin móti Sporðdrekanum. Hetta verður fyrsta finalan hjá Hávi úr Klaksvík og fyrsta [...] – Sporðdrekin kl.14.00 Menn: Hamar 2 – Hávur kl. 18.00 Báðir dystir verða spældir í høllini á Argjahamri. Tað er, sum altíð, ókeypis atgongd. [...] Hæddarpunktið á kurvabóltsárinum verður nú leygardagin 17.apríl, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum verða spældar. Í kvinnufinaluni tørna bæði havnaliðini Sporðdrekin og Hamar saman. Innanhýsis dystir
staðsetingina, verður staðsetingin nágreinað í eini heildarætlan, sum tekur atlit at krøvunum til økið í framtíðini. Fimm ráðgevaratoymi tekna í løtuni Tjóðleikhúsið, og samstundis verður økið skipað í eini h [...] tríggir fótbóltsvøllirnir í Gundadali fáa nýtt graslíki. Tórshavnar kommuna hevur góðar royndir við graslíkisvøllum frá veitaranum Polytan, og tað verður hetta graslíki, sum nú verður lagt á allar vøllirnar [...] Nýtt ÍSF-hús verður bygt omaná Fimi. Útrokningarnar vísa, at tað ber til at byggja tvær hæddir oman á verandi bygging. Soleiðis verður ÍSF verandi í Gundadali, har stórur partur av ítróttinum í kommununi
við vissu, hvussu verður við størru festivalunum. Miðað verður eftir at koma við einari fráboðan um størru festivalarnar um nakrar vikur, sigur løgmaður. – Tað eru fleiri spurningar, sum í løtuni eru torførir [...] finna tey, sum eru smittað, sera avmarkaðir. Tað eru vanliga nógv ung undir 16 ár til slíkar festivalar, og í løtuni er ikki ætlanin at koppseta tey. – Tað merkir, at tey kunnu bera smittuna. Tað hevur eydnast [...] mun til, um tað er uttandura ella innandura. Ein skipaður bólkur er ein bólkur, har tað er lætt og ómakaleyst at spora møguliga smittu. – Við góðu smittugongdini í huga, halda vit, at tað er ráðiligt at
arbeiðið stilt í eina tíð, tað boða tey frá í tíðindaskrivi í kvøld. Men áðrenn tey leggja stilt, fara tey at lata nakrar stórar gávur til felagsskapir, sum hava við børn at gera, men sum ikki fáa nevnivert [...] milliónir um árið nú á døgum. – Grunnurin verður ikki niðurlagdur, men leggur stilt, til tað aftur ber til at fáa inntøkur rentunum av stovnsfæ og sjálvbodnum gevarum, siga tey. Í nevndini í Barnahja [...] nevnivert av almennum stuðuli. Tey, sum fáa gávurnar, er Berin, Barnabati, Kvinnuhúsið, Krabbameinsfelagið, Zarepta og Leguhúsið í Nesvík. Men orsøkin til at tey síðani leggja stilt, er, at rentan er so lág
kanningini, sum hevði verið munandi verri enn tað hjá Edmundi Joensen í 1998 og hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2015. Tað verður ofta sagt, at tað slítur upp á samstarvsflokkarnar hjá Fólkaflokkinum at sita í samgongu [...] Fólkaflokkin og Miðflokkinum í at vera afturhaldandi. Tað kostar helst atkvøður. Kanska eisini tað, at Sambandsflokkurin upp á gjøt skipar sendistovur úti í heimi, sum tað passar veljarum hjá Miðflokkinum [...] løgmann, ja. Men tað hjálpir ikki upp á undirtøkuna, um tað eru hinir flokkarnir, sum forma, útleggja og fremja politikkin hjá samgonguni. Í andstøðuni er tað so bara Javnaðarflokkurin, sum heystar fruktirnar
Talvfelag skipar í ár fyri FM-stevnuni fyri einstaklingar í talvi. Telvað verður á Skúlatrøð. Umførini eru í alt sjey, telvað verður hvønn dag frá í dag til Langa fríggjadag. Frídagar verður byrjað klokkan [...] faroechess.com - hvussu telvað verður á øllum borðum, skrivar Talvsambandið í dag. Í alt 40 telvarar eru við í FM-kappingini í ár. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, í almenna bólkinum eru 18 telvarar [...] 1942 Í fyrsta umfari í dag verður telvað soleiðis í FM-bólkinum: Høgni - Martin Rani - Hans Kristian Haldur - Luitjen Samson - Margar Misjøvn luttøka Sum nevnt eru 40 luttakarar við í FM-kappingini í ár
politiøkið verður styrkt og nútímansgjørt í hesum avtaluskeiði. Átøkini í nýggju politiavtaluni eru kærkomin, tí tað er týdningarmikið við politii í nærumhvørvinum, serliga í hesi nýupprunnu støðuni vit í dag [...] Børnini og ungdómurin eru tað dýrabarasta vit eiga, og eru tað eisini tey, ið mynda framtíðina í Føroyum. Tað eru tíverri nøkur, og tað eru nøkur ov nógv, sum ikki hava tað gott. Sjálvsagt liggur partur [...] viðspælari í samfelagnum og við at tryggja meira politi í nærumhvørvinum, so verulig trúnaðarbond og álit verður skapt, er tað ein gongd leið. Rúsevni koma inn til landið sum aldrin áður, og í hesum sambandi
arvarættur varð yvirtikin frá ríkismyndugleikunum í 2018, og uppgávurnar eru lagdar í Familjufyrisitingina. Við í yvirtøkuni fylgdu starvsfólkini, sum hava umsitið hetta málsøkið hjá Ríkisumboðnum, og [...] Leiðslurættur er kjarnuhugtak í arbeiðsrætti, men tað hevur ongantíð verið ætlanin at leiðslurættur skuldi vera brúktur á henda hátt. Starvsfelagið vónar, at ein loysn verður funnin, sum partarnir kunnu verða [...] yvirtøkuna til hesir ganga út 1. apríl 2021. Starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava øðrvísi lønar- og setanarkor enn tey starvsfólk, sum starvast í tilsvarandi øki undir heimastýrinum – talan er til dømis