Fýra hugnaligar smáttur í Bø

Í Bø leiga tey smáttur út, og tey skipa fyri fundarvirksemi, kryddað við mati og onkrari góðari náttúruuppliving.

 

 

Í hugnaliga umhvørvinum í Bø eiga og reka hjúnini, Tróndur Evaldson Niclasen og Anita Niclasen, fýra sera hugnaligar smáttur, sum kunnu leigast. Tróndur, sum hevur røtur í Bø, hevur eisini eitt lítið festi her, og tað er burtur av festijørðini hjá honum, at lendið er keypt til smátturnar.

- Vit valdu at plasera smátturnar soleiðis á økinum, at tær minna um eitt lítið gamalt føroyskt bygdalag, har húsini standa á ymiskan hátt og ikki í einari ávísari røð. Smátturnar eru bygdar í elementum í Sandavági og eru settar upp á staðnum, og vit valdu at byggja tær í gomlum byggisniði og úr góðum tilfari, sigur hann. 

Tróndur vísir á, at fyri at gera smátturnar so hugnaligari at síggja til og soleiðis, at tær eisini fella væl inn í landslagið, er laðing eisini ein partur av verkætlanini. Allar síðurnar niðan móti lendinum eru laðaðar. 

- Smátturnar, sum eru hitaðar við jarðhita, vórðu settar upp yvir nakrar fáar dagar í mai mánaði í 2018. Eg haldi, at tað gekk bara ein vika, so vóru fyrstu gestirnir í smáttunum, sigur hann brosandi.

Allar fýra smátturnar eru eins stórar, har 35 fermetrar eru í neðra og 28 í erva. Á loftinum eru tvey kømur, eitt í hvørjum enda. Hurð er í øðrum kamarinum, men ikki í hinum. Opið er upp í tróðurið í miðjuni, har trappan kemur upp, og síðan verður gingið eftir einari gangibrúgv millum rúmini á loftinum. 

- Eg haldi, at hetta ger smáu smátturnar og rúmini meira luftig og ljós niður úr loftinum, soleiðis at tað ikki kennist trongligt, sigur Tróndur Evaldson Niclasen, sum vísir á, at afturmeldingarnar, tey hava fingið frá fólki, sum hava leigað smátturnar í Bø, eru góðar.

Útsýnið, sum hevur útlendska sølunavnið - theview.fo - er ein familjufyritøka, har hjúnini og tær tríggjar døturnar, Julia, Eva Gunn og Anna Sólja, samstarva um virksemi. Tey leggja stóran dent á, at konseptið hjá teimum er í samljóði við náttúruna og bygdarfólkið í Bø.

- Okkara mál er altíð at veita okkara gestum høgan kvalitet og stór upplivilsir, sigur Tróndur Evaldson Niclasen og leggur aftrat, at tey hava eisini fundarvirksemi, kryddað við mati og onkrari náttúruuppliving og maturin, tey borðreiða við, kemur frá egnum landbúnaði. 

##med2##