nógvir lærlingar byrja í læru á hvørjum ári og sæst tað eisini týðiliga í sveiggjunum í tølunum frá ári til ár. Í 2009, beint eftir kreppuna, byrjaðu einans 26,9% av einum miðal føroyskum árgangi uppá eina [...] føroyskir lærlingar læra innanfyri í løtuni, ber til at taka skúlagongdina til 14 teirra í Føroyum. Til hinar 44 útbúgvingarnar krevst, at lærlingar fara til Danmarkar í skúla. Í tølum merkir tað, at í 2023 [...] yrkisútbúgving og er hetta nógv tann minsta tilgongdin í einum ári, um hugt verður at seinastu 20 árunum. Sæð yvir longri áramál, hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingarnar tó verið rættiliga høg og vaksandi
Føroyum. Ì heildarætlanin frá 2013 varð serliga víst á viðurskiftini við hægri lestri í Føroyum, sum ein grundleggjandi fortreyt fyri fólkavøkstri. Tørvurin á einum campus og einum lestararumhvørvi var ein [...] heimi at koma til Føroyar. Eitt nýtt campus er somuleiðis eisini ein grundleggjandi fortreyt fyri at fáa tey ungu at velja Føroyar til. Hetta vísti kanningin og heildarætlanin eisini á frá 2013, og tí er [...] høgt, nú farið er undir at byggja nýtt høvuðssæti á Frælsinum. Eitt annað átak, sum eisini varð víst á í heildarætlanini frá 2013 til tess at styrkja um lestrarumhvørvið í Føroyum, er lestraríbúðir og her
avdúkaður og nú eru fyrireikarirnir klárir við enn einum útlendskum navni. Tað er Írski Brian McFadden, ið vit kenna frá heimskenda bólkinum Westlife, sum millum annað hava gjørt hittini ‘My Love’ ‘If I let You [...] sangari, gjørdist hann partur av bólkinum Boyzlife, ið er mannaður av Keith Duffy frá bólkinum Boyzone og Brian McFadden frá Westlife. Hann hevur tísskil verið sera aktivur í tónleikaheiminum og var hann [...] føroyskum og útlendskum. Atgongumerki vórðu sett til sølu í morgun kl 08 á www.ebillett.fo og fyrsta døgnið verða tey seld fyri serprís. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.
brúkaragjald skal til viðlíkahald av undirsjóvartunnlunum. Hetta er helst av ringum royndum, tí vegskatturin endar í stóra potti og fer til alt møguligt annað, enn hann er ætlaður til. Almenna vegakervið [...] er ALLIR skattgjaldarar hallið í Sandoyar- og Eysturoyartunnlinum. Og tey, ið noyðast at koyra til og frá arbeiði, kunnu rokna sær koyripening, um eg fari ikki skeivur. Har standa longu nógvar slangur [...] settir til at gera. Sjálvsøkni. Eitt, ið tóktist týðiligt hjá onkrum, ið talaði um samhaldsfesti, var, at tað minti mest um sjálvsøkni. Landið skuldi gjalda og ALLIR samfelagsborgarar vera við til at fíggja
og maskinmeistarin greiðir frá, at azimuthurin verður brúktur til framdrift saman við høvuðsmotorunum, tá tørvur er á tí, og at hann eisini er brúktur púra einsamallur til framdrift, um onkur trupulleiki [...] væl niðan fyri tey 3.000 kW, sum er gáttin til bæði hægri førleikakrøv og hægri løn. Men talið er fingið niður um 3.000 kW av órøttum, ljóðar uppáhaldið hjá einum av maskinmeistarunum á Jákup Sverra, bæði [...] nógvu ymisku boðunum upp á framtøkumegina frá høvuðsmotorunum verður brúkt. Lægsta boðið er 2.400 kW, sum stendur í manningarskjalinum, og saman við 800 kW frá azimuthinum gevur tað eina samlaða framtøkumegi
soleiðis, í mun til fyri mánað síðani: Bensin: -52. Sostatt eru 671 færri bensinpersónbilar eftir einum ári. Diesel: -28. Samlað 397 færri eftir einum ári. Bensin PHEV: 0. 57 fleiri enn fyri einum ári síðani. [...] 500 fleiri enn fyri einum ári síðani. Diesel HEV: 0. 16 fleiri enn fyri einum ári síðani. Samlaði persónbilaflotin er vaksin við 66 bilum eftir einum ári, so um vit draga elbilarnar frá, so eru nú 470 færri [...] færri bilar við útstoyti á vegunum enn fyri einum ári síðani, skrivar síðan »El-Bilar í Føroyum«. https://www.facebook.com/elbilar
fríggjadagin frá, at tey fóru at senda eina danska fregat í Reyða Havið sum liður í einum átikið, sum amerikanarar leiða, fyri at verja atljóða skipaferðsluna. Fyrr í mánaðinum varð eitt annað Mærsk-skip [...] Suez-veitina. Felagið broytti tó aftur avgerðina, eftir at USA tók stig til Operation Prosperity Guardian (OPG), sum skal tryggja rættin til fría sigling í økinum. Houthiararnir stuðla Hamas í stríðnum ímóti [...] verið uppi í. Sundið er sambandið millum Reyða Havi og Adenvíkina. Sambært Mærsk boðaði manningin frá umleið klokkan 17:30 okkara tíð um at hava sæð ljósglæmu á dekkinum. – Tað eru tó ongar ábendingar
dag hevur Russland rakt okkum við næstan øllum, sum tey hava í sínum vápnagoymslum, stendur í einum boðum frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Ukraina og yvir 30 aðrir ST limir høvdu kallað saman [...] forseti, at ringja tað nýggja árið inn við einum ræðuligum dronu og rakett álopi, segði ST sendimaðurin hjá USA, John Kelley. Kina fordømdi ikki álopini, men tók til orða fyri »eini politiskari loysn« á krígnum [...] trygdarráðnum. – Tíverri vóru tey ræðuligu álopini á Ukraina í gjár bara tey síðstu av fleiri álopum frá russiskari síðu, sigur ST varaaðalskrivarin Mohamed Khiari, sum leiddi fundin í New York seint í gjár
Hilbert, ið var amtmaður frá 1936 til 1945. Sum heild var Petur Mohr Dam samdur í sosialdemokratisku fatanini av frælsi sum ”lívsfrælsi”, heldur enn sum ”húskallafrælsi”, sum hann tók til. Meðan sjálvstýrismenn [...] sjálvur varð skotin av einum ørvitisknokki, havi eg longu nevnt. Í hvussu er má læran av hesum vera, at víðgongar hugsjónir – bæði frá uttasta høgra og uttasta vinstra – elva til harðskap og antidemokratiskan [...] Bókin er 359 síður til longdar, er skrivað við einum lættlisnum máli og býtt upp í 39 lutfalsliga stutt kapittul, ið flest øll eru fangandi og undirhaldandi – viðhvørt vit cliffhangers, ið fáa lesaran
jú, at vit – í einum landi við 55.000 íbúgvum – hava trý sjúkrahús, sum heilt týðiliga slett ikki samtarva. Ongin ivi er um, at hetta elvir til óskynsaman rakstur. Og víðari elvir hetta til spiltar møguleikar [...] møguleikar fyri at menna ta fakligu góðskuna og veita betri og skjótari tænastu til sjúklingarnar. Og síðst men ikki minst elvir hetta til, at vit missa møguleikan fyri at skapa eitt meira burðardygt og mótstøðuført [...] við trongum kørmum og trýst frá fakligu menningini og spesialiseringini megna at fáa gerandisdagin í sjúkrahúsverkinum at fungera. Men um starvsfólkini skulu hava hjálp til at klára allar avbjóðingarnar