Í ST fordøma tey umfatandi russisk álop á Ukraina

– Russisku álopini eru ræðulig og mugu steðgast alt fyri eitt, sigur ST sendimaður hjá USA.

 

Ukrainskir hermenn leggja eitt tjóðarflagg yvir kistunum við einum dripinum heryvirmanni á einum kirkjugarði í bygdini Krasnyk í fjallarøðini Karpaterne. Jarðarferðin var í gjár. - Foto: Jevgenij Maloletka/Ritzau Scanpix

Tey nógvu russisku álopini á Ukraina í gjár, sum verða lýst sum tey mest umfatandi síðani russisku álopskríggið ímóti Ukreina byrjaði fyri skjótt tveimum árum síðani, verða fordømd av fleiri limalondum í ST trygdarráðnum.

– Tíverri vóru tey ræðuligu álopini á Ukraina í gjár bara tey síðstu av fleiri álopum frá russiskari síðu, sigur ST varaaðalskrivarin Mohamed Khiari, sum leiddi fundin í New York seint í gjár.

Undir teimum umfatandi russisku álopunum vórðu sendar í minsta lagi 158 rakettir og dronur ímóti sivilum málum – millum annað eini føðistovu, skúlum, íbúðarbygningi og handilsgøtum. Minst 30 fólk doyðu.

Á eykafundi í Trygdarráðnum fordømdi ST aðalskrivarin og fleiri lond í vesturheiminum russisku álopini.

Ein høgur amerikanskur embætismaður kallaði russiska álopið »skakandi«.

– Álop á sivil og sivilt undirstøðukervi er í stríð við altjóða humaniteran rætt. Tað kann ikki góðtakast og má steðga alt fyri eitt, sigur Khiari.

Russiski ST sendimaðurin, Vasilij Nebenzia, heldur uppá, at tað var loftverjan hjá Ukraina, sum var orsøkin til deyða og oyðileggingar í Ukraina.

Sambært pólsku verjuni bendir alt á, at ein russisk rakett fór inn í pólskt øki, áðrenn hon datt niður í Ukraina.

– Í dag hevur Russland rakt okkum við næstan øllum, sum tey hava í sínum vápnagoymslum, stendur í einum boðum frá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Ukraina og yvir 30 aðrir ST limir høvdu kallað saman tíð snarfund í Trygdarráðnum.

– 2023 endar eins ræðuligt sum tað byrjaði – við oyðileggingum og harðskapi ímóti ukrainska fólkinum, segði Khiari í røðu síni í Trygdarráðnum.

Hann legði afturat, at ukrainar enn einaferð eru tvungnir til at hátíðarhalda hátíðina í trygdarrúmum, og at Ukraina mugu rudda oyðilagdar bygningar og jarða tey dripnu í vetrarkuldanum.

– Í staðin fyri frið valdir Vladimir Putin, forseti, at ringja tað nýggja árið inn við einum ræðuligum dronu og rakett álopi, segði ST sendimaðurin hjá USA, John Kelley.

Kina fordømdi ikki álopini, men tók til orða fyri »eini politiskari loysn« á krígnum í Ukraina.

/ritzau/AFP

 

 

 

Ukrainskir hermenn leggja eitt tjóðarflagg yvir kistunum við einum dripinum heryvirmanni á einum kirkjugarði í bygdini Krasnyk í fjallarøðini Karpaterne. Jarðarferðin var í gjár. - Foto: Jevgenij Maloletka/Ritzau Scanpix