Amerikonsku krígsskipini »USS Gravely« og »USS Laboon« hava hjált eftir hendingina, sum gekk út yvir bingjuskipið »Maersk Hangzhou«. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Mærsk-skip rakt av rakett í Reyða Havinum

Fleiri rakettir vórðu skotnar úr økjum, sum iranstuðlaða Houthi-rørslan hevur hersett í Yemen

 

Amerikonsku krígsskipini »USS Gravely« og »USS Laboon« hava hjált eftir hendingina, sum gekk út yvir bingjuskipið »Maersk Hangzhou«. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Bingjuskipið »Maersk Hangzhou« varð í gjárkvøldið rakt av eini rakett í Reyða Havinum.

Tað var um hálvgum áttatíðina lokala tíð, upplýsir hernaðarliga aðalleiðslan hjá USA, Centcom, á sosiala miðlinum X í nátt okkara tíð.

Mærsk váttar, at tað hevur verið ein hending í Bab al-Mandeb-sundinum, har skiipið »Maersk Hangzhou« hevur verið uppi í. Sundið er sambandið millum Reyða Havi og Adenvíkina.

Sambært Mærsk boðaði manningin frá umleið klokkan 17:30 okkara tíð um at hava sæð ljósglæmu á dekkinum.

– Tað eru tó ongar ábendingar um eld umborð á skipinum, og vit arbeiða í løtuni við at finna út av smálutunum í hendingini, skrivar Mærsk.

Eingin av manningini hevur fingið skaða, upplýsir reiðaríið.

Skipið er fult ført fyri at halda fram ferðina ímóti Suez-havnini í Egyptalandi.

»Maersk Hangzhou« siglir undir Singapore flaggi, men danska reiðaríið Mærsk eigur tað.

Amerikonsku krígsskipini »USS Gravely« og »USS Laboon« hava hjálpt bingjuskipinum eftir hendingina.

Í tí sambandinum hevur »USS Gravely« sambært Centcom skotið tvær antiskipsrakettir niður.

Rakettirnar vórður sambært Centcom sendar úr øki, sum iranskt stuðlaða Houthi-rørslan hevur hersett í Yemen.

– Hetta eru 23. ólógliga álopið hjá houtiearunum á altjóða skipaferðsluna síðani 19. november, sigur Centcom.

Danska stjórnina boðaði fríggjadagin frá, at tey fóru at senda eina danska fregat í Reyða Havið sum liður í einum átikið, sum amerikanarar leiða, fyri at verja atljóða skipaferðsluna.

Fyrr í mánaðinum varð eitt annað Mærsk-skip, »Maersk Gibraltar«, eisini álopið við eini raktett, tá tað var á veg gjøgnum Bab al-Mandeb-sundið við Reyða Havið.

Danska reiðaríið gjørdi av eftir tað álopið og onnur álop á handilsskip í farvatninum at sendaøll skip rundan um suðurendan á Afrika í staðin fyri at nýta snarvegin gjøgnum Suez-veitina.

Felagið broytti tó aftur avgerðina, eftir at USA tók stig til Operation Prosperity Guardian (OPG), sum skal tryggja rættin til fría sigling í økinum.

Houthiararnir stuðla Hamas í stríðnum ímóti Ísrael, og houthiararnir siga seg tí vilja leypa á øll skip við ísraelskum áhugamálum.

 

##med2##

/ritzau/

 

Amerikonsku krígsskipini »USS Gravely« og »USS Laboon« hava hjált eftir hendingina, sum gekk út yvir bingjuskipið »Maersk Hangzhou«. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix