nevnt so mangt annað afturat. Men nógv er eftir at loysa... Alt, ið er samtykt og framt, fer ikki at virka lýtaleyst. Har fara at vera ivamál og afturstig og justeringar at gera. Og sjálvsagt er nógv eftir [...] kurin og Framsókn skipaðu stjórn 22. desember 2022. Tað tykist ikki so stutt síðani... ella hvussu? Vit hava øll lyndi at gloyma so skjótt í politikki. Fyri 18 mánaðum síðani valdaði ruðuleiki í føroyskum [...] støðugt óloyst – og fólk kunnu sjálvi greiða frá, viga og hugsa um, hvussu tað gekk og stóð til tá. Nú er hálvt annað ár farið. Og hvussu sær út? Ja, eg loyvi mær at sláa fast, eftir nógv ár í politikki og
ta fyrstu tíðina, tí alt var nýtt og ókent. Men hon hevur lætt við at koma í samband við fólk, so tað tók ikki so langa tíð hjá henni at venja seg við sítt nýggja heim og land. Hon greiðir frá eini rúgvu [...] stigum, men vanliga var tað mest millum 20 og 30 stig, so tað var ordiliga lekkurt, sigur Kristina. Og hóast hon ikki er so sólbrend í andlitinum longur, so sást á ørmunum hjá henni, at hon einaferð hevur fingið [...] upplivdi hon nógv, og hon kom víða um. Hon slapp at snorkla, at sova undir stjørnunum í eina nátt, surfa, ríða kamel og mangt, mangt annað. Hon greiðir frá, at á Tasmania vóru ikki so nógv flogkykt, men
hevur verið fyri í dag, eydnaðist sera væl, og nógv fólk nýttu høvi at vitja torgið. - Dagurin eydnaðist ótrúliga væl í allar mátar, og mett er, at eini 1.800 fólk hava vitjað laksatorgið. Fyriskipararnir úr [...] úr Runavík ynskja at takka øllum, sum luttóku og sum gjørdu sítt til, at dagurin eydnaðist so væl. Á facebook-síðuni hjá laksatorginum eru fleiri myndir at síggja frá væleydnaða tiltakinum í Runavík.
til at so nógv hevur verið tosað um, hvørt flogvøllurin skal vera 1600 metrar ella 1800 metrar langur, er at hesi bæði eru tvey spennandi mark fyri, hvørji flogfør kunnu lenda í Vágum, og hvussu nógv flogførini [...] frakta meira, antin farm ella fólk. - Tað er betri útnyttilsi av kapasitetinum við einum longri vølli. Tá kunnu vit flyta fleiri ferðafólk og meira farm í senn, og hetta átti so merkt at prísirnir verða minni [...] og kostnaðarmett, segði Johan Dahl, sum er avvarðandi landsstýrismaður, at tá vit fara at byggja út, so gera vit tað ordiligt, og legði afturat, at hann ynskti at tað verður bygt út til 1800 metrar. Ikki
eisini, at 312 fólk eru smittaði seinasta samdøgnið. Av teimum 4681 eru nú 1378 fólk vorðin frísk aftur. Sambært Statens Serum Institut kann veruliga talið av smittaðum í Danmark saktans vera nógv hægri enn [...] smittaðum kann vera millum 10 og 100 ferðir so stórt. Tilsamans eru 47.340 fólk í Danmark kannaði fyri korona-virus, covid-19. Á middegi í dag lógu 503 fólk á sjúkrahúsi í Danmark við korona-virus, harav [...] Nýggjastu tølini hjá danska Heilsustýrinum siga, at higartil eru 187 fólk deyð av korona-smittu í Danmark. Tað merkir, at átta fólk er deyð av covid-19 í Danmark seinasta samdøgnið. Samlaða talið av k
bátum eru so dýrar, og tryggingin hevur seinastu árini ikki tikið við grindaskaðum, staðfestir hann. Ongin stuldur Ofta er komið fyri, at fólk hava hildið seg fingið ov lítið av grind, og so eru hvalir [...] hvørt fólki. Eftirmeta meting Nógv tosaðu um, at skinnini vóru rættiliga lítil í Hvalvík, og hesum tekur sýslumaðurin undir við. - Vit fara at hava ein eftirmetingarfund, so vit kunnu finna útav, hvussu [...] hesaferð sambært løgregluni. Tað er heldur ikki óvanligt, at løgreglan tekur fólk, sum kanska hava fingið ein dramm ov nógv niður um, og tí fáa onkra revsing, fyri at koyra við kenning. Men leygardagin
dagføra kirkjulóggávurnar sett í verk. Stórt arbeiði bleiv lagt í at nútímansgera lóggávuna, og vóru nógv fólk í politisku og kirkjuligu umsitingini upptikin av hesum arbeiði, sum kirkjuligir myndugleikar í [...] at landsstýrismaðurin í kirkjumálum hevði skund at fáa tingsins vilja settan í verk. Tvørturímóti so segði landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum, at hann ikki var sinnaður at gera nakað við málið. Afturvíst [...] ríkisumboðsmannin, dagfest. 16. desember 1998. ? 25. februar 1999 legði landsstýrismaðurin í kirkjumálum so fyri tingið uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum viðvíkjandi kirkjulógunum
skrivar víðari: ”Var tað so, at teir føroysku sálmarnir í 1920 og fylgjandi árini komu at ávirka og bøta nógv um málbrúk teirra, sum nýttu hesar sálmar, so kendist hetta mangan meiri so, tá ið hin føroyska [...] , var so stór málslig broyting farin fram, at Victor fór undir at revidera fyrru umseting sína. Tá ið so henda Bíblian kom út í 1949, hevði hon, sum Líggjas Húsgarð skrivaði tá, ”ein málbúna so fagran [...] vaði alla Bíbliuna fyri meg.“ „Vit skuldu so lata hana prenta í Oslo og høvdu fingið rættlestur av knappliga 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan av 1947, prenting viðvíkjandi
norðast á Kalsoynna, dregur eisini nógv ferðafólk til Kalsoynna. — Føroyingar vitja Kópakonuna í Mikladali, men tey fremmandu ferðafólkini fara norð til Trøllanes og ganga so norð á vitan. Tað vísir seg, at [...] kendastu ferðamannastøðunum í Føroyum í nógv ár. Olivur vísir eisini á, at tað er ikki fyrr enn ferðafólkini eru í Trøllanesi, at tey hoyra um Kópakonuna, og so vilja fleiri teirra eisini fara til Mikladals [...] vegakervið ikki er útbygt til so nógva ferðslu. Hagtøl vísa, at í juli í fjør vóru 1431 akfør í Kalsoynni. Bussurin í Kalsoynni tekur 19 ferðafólk, men tað er verri enn so altíð, at hann er fullur. Hagtøl
Í miðal hava eisini 23 fólk fingið staðfest bróstkrabba seinastu átta árini. 18 fólk fingu staðfest lungnakrabba í 2002. Hetta eru tríggir fleiri enn í 2001. Í miðal hava 15 fólk fingið lungnakrabba um [...] árini. Fleiri kvinnur spyrja Føroya Felag móti Krabbameini hevur eisini eina ráðgevingarstovu, har fólk kunnu ringja ella koma á gátt at spyrja um ráð. Í 2002 vóru 712 telefonsamrøður og vitjanir á ráð [...] er størsta talið av fyrispurningum, síðan felagið fór at skráseta sítt virksemi. Tað vísir seg, at nógv fleiri kvinnur enn menn nýta hesa tænastu. 83,4 prosent av fyrispurningunum komu frá konufólki, meðan