Nýggjastu tølini hjá danska Heilsustýrinum siga, at higartil eru 187 fólk deyð av korona-smittu í Danmark. Tað merkir, at átta fólk er deyð av covid-19 í Danmark seinasta samdøgnið.
Samlaða talið av korona-smittaðum í Danmark er nú komið upp 4681, og tað merkir eisini, at 312 fólk eru smittaði seinasta samdøgnið. Av teimum 4681 eru nú 1378 fólk vorðin frísk aftur.
Sambært Statens Serum Institut kann veruliga talið av smittaðum í Danmark saktans vera nógv hægri enn talið, sum er alment kent. Mett verður, at veruliga talið av smittaðum kann vera millum 10 og 100 ferðir so stórt.
Tilsamans eru 47.340 fólk í Danmark kannaði fyri korona-virus, covid-19.
Á middegi í dag lógu 503 fólk á sjúkrahúsi í Danmark við korona-virus, harav 139 lógu á intensivari deild. 108 sjúklingar liggja í respiratori. Talið av innleggingum og talið av sjúklingum á intensivari deild er tó nakað lægri í dag, enn tað var í gjár.
Tað vita danskir miðlar at siga í dag.