Í dag veit svenska Aftonbladet at siga, at tveir svenskir menn eru dømdir til deyða í Irak. - Tríggir sviar hava sitið varðhaldsfongslaðir í Irak. Teir eru undir illgruna fyri at hava dripið ein bandalim [...] bandalim. Tað var hin 9. januar í ár, at Mustafa Aljiburi, róptur "Benzema", varð skotin og dripin í irakiska høvuðsstaðnum, Bagdad. Nú eru tveir av teimum, sum sita varðhaldsfongslaðir, dømdir til deyða, og [...] trý ára fongsul. Aftonbladet veit at siga, at svenska løgreglan hevur einki innlit fingið í kanningararbeiðið í málinum.
Hendingin fór fram í kavaveðri í landnyrðingspartinum av USA. Nú er flogfarið funnið á 60 metra dýpi í einum vatni ella innsjógvi. Flogfarið fór av flogvøllinum í býnum, Burlington í statinum, Vermont hin [...] hin 27. januar í 1971 og skuldi eftir ætlan lenda í statinum, Rhode Island. Men, stutt eftir, at flogfarið var farið á flog, hvarv tað av radaranum. Tað var avbjóðandi at leita eftir flogfarinum í ringa [...] leitað nøkur sjálvboðin í Lake Champlain har norðuri í Vermont. Sjógvurin liggur í einum øki, har flogfarið seinast var sæð á radara. Á ekkoloddsmyndum, sum tiknar vórðu av botninum í Lake Champlain, vóru
elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku. Í ár er Marjun Lómaklett presturin. Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd [...] hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi. Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og [...] Norsk-Svensku sjómanskirkjuni. Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík. Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur í dag, eftir tilmæli frá setanarbólkum, sett Nellu Festirstein, Pól E. Egholm og Elin Mortensen sum aðalstjórar í ávíkavíst Løgmálaráðnum, Umhvørvismálaráðnum og F [...] Egholm og Elina Mortensen. Nýsettu aðalstjórarnir hava verið fyribils settir aðalstjórar í nevndu ráðum síðani januar 2023. Stutt um nýsettu aðalstjórarnar Nella Festirstein er 63 ára gomul og útbúgvin Cand [...] deildarstjóri á Lógartænastuni í Landsfyrisitingini frá 2008-2022. Pól E. Egholm er 43 ára gamal og útbúgvin MSc in International Business frá CBS. Pól hevur starvast í Landsfyrisitingini síðani 2012,
rkarmurin í prosentum, skapar ein størri og størri skeivleika í lønarlagnum, har lægstløntu bólkarnir gerast alsamt meira afturútsigldir. Tí fegnast vit um, at hava samráðst um lønarhækkan í krónum og [...] koma 0,8% omaná eftirlønina frá 1. januar 2025. Hetta er sostatt eitt stórt stig á vegnum at tryggja okkara limum somu keypiorku, sum tey høvdu áðrenn koronafarsóttina í 2020. Tá verkfallið byrjaði bjóðaðu [...] lyftir lønina hjá verkafólki tættari øðrum lønarbólkum. Eftir fýra vikur í verkfalli er tíðin komin, at Føroyar aftur kemur upp í ferð. Verkfallið hjá føroyskum verkafólki hevur veruliga sett samfelagið
Zlatan var móti Føroyum. 31. januar í 2001 fingu Føroyar sítt higartil besta úrslit móti Svøríki. Tá møttust liðini í stóru innandura fótbóltshøllini, Tipshallen í Växsjö í dysti í norðurlendsku fótbóltskappingini [...] ið í dystinum. Zlatan er klárt kendasti svenski fótbóltsspælarin í hesari øldini. Og fer at líða væl, at hann er kendasti svenski fótbóltsspælarin nakrantíð. Zlatan var sera avgerandi tá Føroyar í 2012 [...] 2012 og í 2013 taptu tepurt 1-2 og 0-2 móti Svøríki í HM-undankappingini tá. Uttan Zlatan er ógvuliga ivasamt um Svøríki hevði vunnið 2-1 á Føroyum á Tórsvølli. HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna við
mettur til 4,4% í 2024, men verður atlit tikið at væntaðu prísgongdina, verður reali vøksturin eftir øllum at døma lágur í 2024. Sethúsaprísirnir eru øktir í fyrsta ársfjórðingi í 2024 í Havnini, bæði á [...] Útlánsvøksturin í føroysku bankunum er høgur, men er tó lækkaður síðani januar 2024. Í mars 2024 var útlánsvøksturin 8,5% í føroysku bankunum. Útlánsvøksturin stavar serliga frá útlánum til kommunur og [...] mió. kr. í part. Kommunurnar hava millum annað lænt til at byggja havnir og íløgur í undirstøðukervið, meðan almennu feløgini hava lænt til íløgur í fastogn, flutning og el-framleiðslu. Vøksturin í útlánum
dreingjaliðið. Fyrsta kappingin er í Bridlington í Englandi í døgunum 24. - 28. juni. Talan er um kapping um NEVZA U18 meistaraheitið. NEVZA fatar um limalondini í CEV í Norðurlondum og England. Til hesa [...] Íslandi, Írlandi og Skotlandi. Seinna kappingin er í Kachreti í Georgia í døgunum 10. - 14. juli. Her er talan um evropiska meistaraheitið fyri U18 lið í sandflogbólti. Dystarskráin verður løgd eftir st [...] 2007 ella seinni. Í longri tíð, hevur FBF haft ynski um at fáa gongd á hendan partin av flogbóltinum, eins og eitt ávíst altjóða trýst eisini hevur verið á FBF um at fáa hetta í gongd. Í hesum sambandi hevur
Thomassen fingið flottan heiður í norsku Elituseriunu. Hann er valdur til besta venjaran í mei mánaði, eftir fleiri góð úrslit við Fredrikstad. Fredrikstad var besta liðið í mei mánaði og megnaði eisini at vinna [...] Fredrikstad liggur í løtun á 3. plássi í Elituseriuni. Bodo/Glimt er nummar og Brann er nummar tvey. Umframt Mikkjal K. Thomassen, so eru tríggir føroyingar í felagnum. Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson [...] á 3. plássið í Elituseriuni. Tað hevur útloyst tveir heiðrar til felagið. Mikkjal K. Thomassen er valdur til besta venjaran og málverjin, Jonathan Fischer, bleiv valdur til besta spælaran í mei. Fredrikstad
Tað eru 10 dagar til kongshjúnini koma á fyrstu vitjan í sína í Føroyum, síðani Fríðrikur kongur tók við trónuni 14. januar í ár. Almenna vitjanin er í døgunum 12. til 14. juni, og Aksel V. Johannesen, løgmaður [...] Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur í stuttari viðmerking við Kringvarpið í dag, at tey fylgja gongdini við verkfallinum, men er einki hent við verkfallinum miðskeiðis í komandi viku, verður vitjanin av ongum [...] Ætlanin er, at tey skulu vitja í Havn, Vági, Fámjin, á Tvøroyri og á Eiði. Her er ætlanin, at tey skulu royna føroyska mentan, náttúru og at heilsa upp á føroyingar í øllum aldri. Men nú eingin loysn