Í dag fall avgerðin í einum sakarmáli í Týsklandi móti valdsskuldsetta týskaranum, 47 ára gamla, Christian Brückner, sum eisini er undir illgruna fyri at hava burturflutt tá 3-ára gomlu, Madeleine McCann, í Algarve í Portugál fyri 17 árum síðan.
Týskarin situr í fongsli fyri neyðtøku, men í rættarmálinum, sum nú hevur verið ført ímóti manninum, og sum eitt nú snýr seg um kynsligar valdsgerðir móti børnum og neyðtøkur av tveimum kvinnum, er maðurin vorðin fríkendur.
- Maðurin er vorðin fríkendur í øllum málunum, vita útlendskir miðlar at siga í morgun, og her ímillum BBC.
Ákæruvaldið hevur hildið upp á, at Christian Brückner hevur framt kynsliga valdsnýtslu í Algarve í Portugál árini millum desember 2000 og juni 2017 - og júst um hesar leiðir, har hin 3-ára gamla, Madeleine McCann, var og helt frí saman við foreldrum sínum, tá hon sporleyst hvarv.
Málini, sum hava verið fyri í økisdómstólinum í Braunschweig í Týskland, har hin 47 ára gamli nú er fríkendur, hava einki beinleiðis við málið um Madeleine McCann at gera, men tað er ein veruleiki, at Christian Brückner her hevur verið undir sterkum illgruna.
Útlendskir miðlar halda í morgun, at dómurin, sum nú er sagdur, og har týskarin er fríkendur í øllum ákærum, kann fáa týdning fyri víðari kanningararbeiðið í málinum um Madeleine McCann, og tað eru fleiri vitni, sum ganga aftur í málinum um bretsku smágentuna.
##med2##
Dómarin í málunum, har Christian Brückner nú er fríkendur, Ute Engemann, segði, at prógvini móti manninum eru ikki nóg góð, og nú verður ivi eisini reistur um, hvørt ákæruvaldið kann reisa ákæru móti manninum í málinum um Madeleine McCann.
Christian Brückner situr ein dóm á sjey ár fyri neyðtøku av einari 72 ára gamlari amerikanskari kvinnu í Algarve í Portugál í 2005, og í januar næsta ár hevur hann sitið henda dómin av sær. Hin 47 ára gamli er eisini áður dømdur fyri kynsligar valdsgerðir móti børnum.
Tað var hin 3. mai í 2007, at Madeleine McCann hvarv úr íbúðini í Praia da Luz í Algarve, meðan foreldur hennara vóru úti og ótu nærindis íbúðini, har hin tá 3 ára gamla smágentan lá og svav.