Tíðindaskriv:
Fyrsta byggistigið fyri Háafell er ein týdningarmikil liður í arbeiðinum at bjóða seg fram í Íslandi, har KJ hevur verið í fleiri ár. Fyrsta byggistig er ein høll við fýra stórum kørum, ið tilsamans geva 2.400 rúmmetrar. Her hevur KJ staðið fyri arbeiðinum at leggja rør í jørðina, sveising og legging av plastrørum, umframt veitan og uppsetan av tekniskari útgerð. Starvsfólkini hjá Háafell gera í løtuni royndarkoyringar í nýggju umstøðunum. Arbeiðið steðgar tó ikki her, tí næsta byggistig er longu farið ígongd. KJ hevur lagt rørleiðingar í lendið og arbeiðið við at byggja bygningin er væl ávegis.
Gauti Geirsson, stjóri hjá Háafell, sigur at “Vit eru sera glað fyri at hava gjørt avtalu við KJ um veitan og uppsetan av rørleiðingum og tekniskari útgerð til útbyggingina hjá okkum. Vit hava samstarvað við KJ í 20 ár, har vit m.a. eisini hava keypt tvíkiljur og aliringar frá teimum. Hetta ger, at vit kenna okkara veitara sera væl.” Gauti leggur afturat, at “Samstarvið við KJ hesaferð hevur, eins og áður, verið fyrimyndarligt”
Í januar mánaða í 2023 veitti KJ eina tvíkilju til Háafell, sum var 15 metrar long og 8 metrar breið. Tvíkiljan fekk navnið Kofri, og var bygginummar 61 í røðini av tvíkiljum frá KJ. Eisini eru dygdargóðir aliringar veittir til Háafell, seinastu tvey áratíggini.
Íslendski marknaðurin hevur sera stóran týdning fyri KJ. Tí luttekur fyritøkan á stóru aliráðstevnuni Lagarlíf 2024, sum verður hildin í Reykjavík í hesi vikuni. Fyri góðum trimum vikum síðani luttók KJ eisini á stóru ali- og fiskivinnumessuni, IceFish2024.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##