og Ísland. Úrslitið er, at íslendski og føroyski miðlamarknaðurin hevur verið millum teir minst reguleraðu yvirhøvur í Norðurlondum, skrivar gransking.fo. Greinin kann frítt lesast her [...] Jóhannsdóttir og Ragnar Karlsson á universitetinum í Reykjavík. Greinin er givin út í tíðarritinum Nordicom Review . Nordicom er norðurlendskur granskingardepil á universitetinum í Göteborg, sum framleiðir [...] ikki Grønland. Eitt annað evni er spurningurin um privatan miðlastuðul. Sambært ávísum teorium um miðlar átti almenni miðlastuðulin at verið størri, jú minni marknaðurin er. Men almennur miðlastuðul til
Tað er enn eina ferð eitt sterkt mótstøðulið, sum bíðar føroysku kvinnunum í HM undankappingini í kvøld, men føroyska ætlanin er at bjóða av, skrivar Fótbóltssambandið. Í annaðkvøld fer A-landsliðið við [...] ni. Hesaferð er Ukraina á skránni, og meðan Føroyar hava tapt sínar tveir undankappingardystir higartil, verður hetta fyrsti dysturin hjá Ukraina í hesari kappingini. Og hóast Ukraina er styrkismett væl [...] væl hægri enn Føroyar, og talan er um eitt sera roynt mótstøðulið, so er ætlanin at byggja uppá royndirnar, sum føroyska liðið hevur gjørt sær í dystunum móti Spania og Skotlandi, sum helst eru tey bæði
DK:KNIT er heitið á framsýningini av øðrvísi modernaðum bindisniðum, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í dag klokkan 17. Tað er Designskolen í Kolding, ið hevur tikið stig til framsýningina, sum hevur [...] fyrrverandi næmingar á skúlanum og onnur, ið hava eitthvørt annað tilknýti til skúlan. Eitt fet víðari Her heima er sum kunnugt stórur áhugi fyri at binda og gera nýggj snið og mynstur úr teimum meira siðbundnu [...] úr nýggjum bæði í mun til snið og mynstur. Ein hin mest kendi danski sniðgevin innan binding er Iben Høj, og er hon eisini umboðað á framsýningini. Hon hevur starvast hjá altjóða sniðgevum so sum Donna Karan
um, at talan er um ein kapasitet av teimum heilt stóru. Írland verður vanliga ikki roknað fyri nógv meira enn bleyt evropisk millumvøra, men við at leiða bæði U16- og U18-landsliðini til EM-gull, umframt [...] umframt at vinna HM-bronsu við U21-landsliðnum hevur nýggi føroyski landsiðsvenjarin langt síðani prógvað, hvørjum evni hann er gjørdur úr. Enn skulu sjálvandi dystir spælast, og í løtuni tykist nýggi land [...] hava rættiliga avmarkaðan kunnleika til føroyskan fótbólt. Fyrsti landsdysturin er bara tveir mánaðir burturi, og einki er at ivast í, at Brian Kerr komandi vikurnar fær út at gera við at hyggja eftir dystum
Andras Mortensen er maður í góðum árum og hartil sera væl útbúgvin søgufrøðingur og doktari í sínum faki. Í 2001 vardi Andras Ph.D heitið frá Fróðskaparsetri Føroya fyri ritgerðina Hin føroyski róðrarbáturin [...] Jacobsens fyri yrkisbókmentir. Landsstýrismaðurin hevur gjørt eitt gott val, tí eingin ivi er um, at nýggi landsantikvarurin er sera væl skikkaður og hevur teir akademisku og leiðsluligu førleikar, ið krevjast [...] virðing í fakliga umhvørvinum úti sum heima. Føroya Fornminnissavn hevur uppiborið eina góða leiðslu. Her er talan um stovn av sera stórum týdningi fyri føroyska mentan og søgu, og harvið hevur stovnurin avgerandi
dagin í januar skal føroyski sangskrivarin og tónleikarin Teitur Lassen spæla fyri kendum filmsfólki í Hollywood. Hetta er komið í lag umvegis amerikanska sjónleikaran Edward Norton, sum er kendur úr filmum [...] Lassen hevur ferðast nógv í USA farnu árini, og hann er í løtuni staddur í Nashville, har hann er í holt við demouptøkur til eina komandi útgávu. Her arbeiðir hann saman við tónleikaframleiðaranum Matt [...] Góður møguleiki Tað er vanligt, at skipað verður fyri slíkum tiltøkum, og tað hevur stundum verið gyltur møguleiki fyri tónleikarar, sum eru á veg fram. Endamálið við tiltakinum er at lata evnaríkar t
sum er rætt, men so var ikki her, sigur Fiskimannafelagsformaðurin. Hann sigur, at hann, síðan kæran varð send, er komin eftir, at hann í grundini hevur verið ov lagaligur í síni orðing. Tað er soleiðis [...] innslagið í TV2 var um. Óli Jacobsen leggur afturat, at tað, sum kanska er mest harmiligt í hesum máli er, at upprunin til alt hetta er føroyskur. Nevniliga tað, sum formaðurin í Búskaparráðnum segði á ráðstevnuni [...] herfyri. ?Bæði føroyski embætismaðurin og danska sjónvarpsstøðin hava gjørt ein feil, sigur Óli jacobsen. Men hvørgin parturin er so frægt at sær komin, at tey klára at viðganga tað. Tí er hendan støðan
fortreytum. Her skal hugsast um børnini eins nógv og um játtanina. Nú er gongd komið á orðaskiftið, ið er ein fortreyt fyri einum skilagóðum úrsliti á hesum trupla máli. Málið er trupult, tí her eru so nógv [...] tískil nú er búgvin at fara til verka. Tað er jú royndur lutur, at er Lærarafelagið ímóti, so nyttar einum landsstýrismanni lítið at vera fyri. Men nú bendir sum sagt nógv, á at Lærarafelagið er til reiðar [...] Røringur er av álvara er komin í orðaskiftið um fólkaskúlan. Orðaskiftið, ið byrjaði her í blaðnum fyri stuttum snúi seg mest um bygnað og minni um innihald. Bygnaðurin hevur stóran týdning eitt nú tí
siga mær, at her er ein ella annar viðkomandi tekstur, men sjálvt heitið á lagnum er ikki væl valt! Tað er kanska tað teir vilja, so har er tað nokk onkur meining, men mín fyrsta uppliving er ikki góð, men [...] leiðini! Alt hevur nokk sína byrjan og tað ið har hongur við, men I AM er eitt orkestur, sum eg haldi hevur eitt serligt pláss millum okkum her á oyggjunum. Fyrstu ferð eg skrivaði um bólkin var, tá útgávan “Cast” [...] lagnum “Can´t Stand (That Face)” er, at teir hava júst sama ljóðið, sum seinna útgávan “extree.one four” hevur. Eg eri bara rættiliga harmur um, at mín tilgongd til lagið er ikki so góð, tí allar helst vilja
vísir á, at føroyski fiskiskipaflotin er gamal og uppslitin og avleiðingin av tí eru bæði tað, at umstøðurnar hjá manningini, og raksturin hjá reiðaríunum, eru munandi verri, enn gott er. Fleiri reiðarar [...] men tann stóri trupulleikin er, at tað er ov dýrt at byggja í Føroyum. Somuleiðis vísir hann á, at aðrastaðni hava tey ymsar stuðulsskipanir og skulu skipasmiðjurnar her á landi hava nakran møguleika [...] íløga í ta grønu kósina, heldur hann. Somuleiðis minnir hann á, at tá ið siglingarleiðin í Arktis er tikin í fulla nýtslu, liggja vit mitt á leiðini og tí liggja vit væl fyri at veita skipum tænastur