Ítróttarklumman
Tað tók sína tíð, og upprunaliga tíðarætlanin var sprongd við tveimum mánaðum.
Men tá tað í morgun stóð greitt, hvør verður føroyskur A-landsliðsvenjari í fótbólti, var talan veruliga um eitt spennandi navn, sum stóð á pakkanum.
Í Brian Kerr hevur FSF ikki bara funnið ein mann, sum hevur røttu vangamyndina, sum longu í fjør varð teknað av venjaranum. Altjóða profilurin er sanniliga eisini sterkur, og hóast hesin í sjálvum sær ikki skapar nakað lið ella úrslit, so vísir hetta bæði inn- og úteftir, at føroyingar vilja nakað stórt við sínum landsliði.
Fakliga tykist heldur ikki vera nakar sum helst ivi um, at talan er um ein kapasitet av teimum heilt stóru. Írland verður vanliga ikki roknað fyri nógv meira enn bleyt evropisk millumvøra, men við at leiða bæði U16- og U18-landsliðini til EM-gull, umframt at vinna HM-bronsu við U21-landsliðnum hevur nýggi føroyski landsiðsvenjarin langt síðani prógvað, hvørjum evni hann er gjørdur úr.
Enn skulu sjálvandi dystir spælast, og í løtuni tykist nýggi landsliðsvenjarin at hava rættiliga avmarkaðan kunnleika til føroyskan fótbólt. Fyrsti landsdysturin er bara tveir mánaðir burturi, og einki er at ivast í, at Brian Kerr komandi vikurnar fær út at gera við at hyggja eftir dystum og spælarum, sum kunnu vera evni til landsliðið.
Hvussu tann parturin fer at hilnast, síggja vit ikki her og nú. Men ein góð byrjan er ofta fortreytin fyri einum góðum úrsliti, og hóast hann enn ikki hevur heilsað upp á landsliðsspælarar okkara, so hevur Brian Kerr allar fortreytir at gerast ein sannur fongur hjá okkum. Hann hevur royndirnar, hann hevur úrslitini, hann hevur fakligu dygdirnar og hann hevur stóra virðing uttanlands. Og við einum einum skeivum smíli kundu vit so lagt afturat, at hann er ikki føroyingur. Nakað sum kanska var størsti trupulleikin hjá Jógvani Martin Olsen.