Eg havi onki ringt at siga um Lise Lyck. Men tað skerst ikki burtur, at hon er sera vinarliga sinnað ímóti føroyingum og vil okkum alt tað besta. Og tí haldi eg, at hon hevur hug at skjóta nakað høgt. [...] sigur, at kvørnin hjá Gudi melur seint. Tvs, at um enn tað kann ganga long tíð, vinnur rættvísi- at enda. Og tað vísur seg eisini, at nú er tað nógv verri fyri Den Danske bank, at teir royndu at lumpa [...] sum stendur bókað. Bara á roknskapinum haldi eg, at hann er verdur einar 800 milliónir. Men ivaleyst er hann meriri verdur enn so av tí, at so nógv er sett av ímóti tapi, tí bankin missir alt, hann hevur
sigur Hagen: ? At hon er vald broytir ikki mína støðu til framferðina hjá stjórnini. Eg havi ongantíð kritiserað Brundtland - bara stjórnina. Orsøkin er tann, at eg haldi tað er skeivt, at stjórnin brúkar [...] Svarstad Haugland sigur, at tað er flott, at Noreg hevur fingið ein persón í eitt tílíka lyklastøðu. ? Eg vil tó heita á Brundtland um at respektera, at onnur hava eina aðra uppfatan enn hon sjálv, eitt nú viðvíkjandi [...] Aftenposten sigur m. a., at mótvalevnini hjá Gro Harlem Brundtland ikki hava so drúgvar royndir sum hon hevur, og at tað vísir, at áhugin fyri starvinum millum tungvektararnar ikki er so stórur. Hevði talan
hann í gjár. Hann segði tó, at tá Havnar Arbeiðsmannafelag hevði gjørt ein sáttmála, so plagdu teir at halda seg til hann og gav annars Ingeborg Vinther rætt, tá hon segði, at tað í flestu førum vóru ar [...] m og landsstýrinum. At so eitt uppskot verður lagt fram á ting um júst sama mál, og um júst somu tíð, sum landsstýrið ætlar at seta nevnd at viðgera málið, bert kann merkja tað, at teir báðir tingmenninir [...] Johansen sigur, at tað hava ikki verið nakrir trupulleikar av týdningi, og annars hava vit jú ein gerðarrætt, ið higartil hevur virkað bæði skjótt og gott. ? Men tað kann vera, at ein arbeiðsrættur er betri fyri
hevur tosað við, siga, at soleiðis sum støðan er vorðin, er neyvan vantandi, at bretar fara at koma við einum útspæli. Og kunnu orð Laydens helst eisini tulkast so. Og er tað so, at løgmaður hevur sett sær [...] umstrídd. Tað kann verða, at fleiri oljufeløg fara at vera áhugað, men sannlíkt er helst eisini, at nøkur halda, at hesi økini ikki eru nóg áhugaverd. Møguleiki er so eisini at bjóða øki út, sum í samráðingunum [...] møguligt tekin um, at málið er um at verða búgvið til, at tann politiski parturin tekur sær av tí. Undir vitjan síni í Føroyum herfyri segði forsætisráðharrin seg fúsan at fara til London at hitta Blair um
rið. Einasti av gomlu limunum, ið eftir er í nevndini, er Jeffrei Henriksen, sum hevur sitið í nevndini síðani hon varð stovnað í 1985. Jógvan í Lon Jacobsen er útbúgvin í norrønari málfrøði. Hann starvast [...] ivamálum. Tað er ikki altíð, at svar verður givið alt fyri eitt, stundum krevur spurningurin ávíst kanningararbeiði, áðrenn spyrjarin kann fáa svar, verður sagt fra Málnevndini, sum letur heilsa, at hon vónar [...] Nýggja málnevndin er nú farin til arbeiðis. Nevndin, sum vald er fyri valskeiðið, sum endar 1. oktober í 2001, er mannað soleiðis: Jógvan í Lon Jacobsen, formaður. Hann umboðar Føroyamálsdeildina. Jeffrei
uttan íhald at fingið húsini klár at flyta inn í. ? Har hevur verið stoypt, smíða, málað o. s. fr. Hanna Lisberg sigur eisini, at fólk eru farin at ótolnast. ? Men nú kunnu vit ugga tey við, at nevndin hevur [...] uppskot um hvat ið skal fara fram í húsinum. Ætlanin er so, at tey, sum koma har, skulu vera við at siga sína hugsan og koma við hugskotum. ? Vit vóna, at alt er liðugt uppsett, so vit kunnu taka ímóti fólki [...] havnarborgarunum at taka í nýtslu hølini í Gamla Føroya Banki í Tórsgøtu í Havn. Hetta sigur Hanna Lisberg, sum er limur í nevndini fyri Tilhaldinum í Tórsgøtu, sum húsið verður nevnt. Hon sigur, at arbeitt hevur
hvørt tann eindin, sum hann tykist at uppliva, er ... eindin ið lyftist sum andalætt grót og sang gjøgnum rúmdirnar alt er sum heima. er alt. ið er. - seinasta reglan er uppafturtikin nakrar ferðir í 1. [...] óendaligir. Í sambandi við tær nevndu sonetturnar er tað vert at hava í huga, at motivið er ein málningur, eitt listarverk, v.ø.o. nakað sum longu er ein tolking. Bera vit saman hesar fýra sonetturnar [...] útkomu við lóg um skrædl og uggaleyst viðbragd Tað er ein óunnilig eind, sum talan er um. Við tí í huga er tað skiljandi, at triðja og síðsta hugleiðingin er áheitanin um nakað annað: sigl óeind sigl fram
sigur biskupur, at tað gjørdist hendan dagfestingin. Sjálvandi er tað hvítusunnudag, sum er føðingardagur Kristnitrúnnar, sum haldið er sett til. Ymsar hugsanir Almenn hugsan er, at Føroyar vórðu kristnaðar [...] effektivt Hvussu er og ikki, so rokna vit kortini við, at tað er kristniboðan Sigmunds til víkingarnar umleið ár 1.000, sum er grundarlagið undir okkara trúgv í dag. Føroyingasøga, sum er einasta kelda, [...] Eisini verða umboð fyri kirkjurnar í hinum Norðanlondunum boðin við. Og avgjørt er, at bjóða Margrethu drotning at luttaka. Men hon verður boðin av Føroya Landsstýri. Umframt vitjanir og slík tiltøk, verður
nnin og segði millum annað, at tað nú var uppá tíðina, at føroyingar góvust við at harta danir. - Eg haldi eisini, at tað er uppá tíðina, at føroyingar takka okkum fyri, at vit hjálptu tykkum, tá neyðin [...] Frandsen úr SF helt, at tað var betri at hanga stjórnina upp fyri tað, sum nú var komið fram. So var tað gjørt í hvussu er. Hesum var Kirsten Jacobsen als ikki samd við honum í. Hon helt, at tað hevði verið [...] hava gjørt vart við, at teir kundu hugsað sær, at onkrir embætismenn verða revsaðir fyri teirra leiklut, men tað er óvist, hvussu verður við tí. At embætismenn verða drignir til svars er ikki óvanligt í Danmark
Vestergaard sigur, at uppboðssølan hevur alstóran týdning fyri fiskivinnuna í Vági. Fyri útróðrarbátarnar er ongin ivi um, at hon hevur øgiligan týdning. Bjarni Vestergaard sigur, at tað er mest útróðrarbátarnir [...] Bjarni Vestergaard, dylir ikki fyri, at endamálið við keypinum er at tryggja uppboðssøluna so væl sum gjørligt. Men eisini í aðrar mátar er stórur áhugi fyri at fáa fatur á húsinum, tí tað stendur væl [...] brúkast til ymisk endamál. Húsið er einar 400 fermetrar í tveimum hæddum, umframt at ein bygningur er afturat Tá ið uppboðssølan var uppá tal, løgdu Vágbingar nógv á seg fyri at fáa eina í Vági og áður hava