fordøma blóðbaðið, sum Ísrael fremur í Gasa, og krevja tí at politisku myndugleikarnir gera tað sama, og brúka sín sess til at ávirka støðuna har teir kunnu. Gongan byrjar á Bursatanga í dag klokkan 15.
og Russland á ES toppfundinum í Brússel. Men tað hendi ikki. Tað sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú í Danmark, á tíðindafundi eftir toppfundin í dag. – Tað er eydnast at opna upptøkusamráðingarnar [...] so vænti eg, at vit møtast aftur í januar mánaði og gera eina avtalu. – Tað eru 26 lond, sum eru samd og et, sum er ósamt, sigur Mette Frederiksen. Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orbán, er ímóti uppskotinum [...] saman. – Tað ber ikki til at tosa um evropiska spjaðing. Tað er eitt einstakt land, sum ikki vil vera við í avtaluni, sum er gjørd, men vit onnur eru samd, sigur hon. Viktor Orbán hevur í fleiri vikur hótt
viðgerð skuldi koma á skrá í dag, sum eisini skuldi vera seinasta tingfundur í ár – sum endar við jólaborðhaldi hjá ting- og landsstýrisfólki í kvøld. Jólaborðhaldið er vist ikki útsett. Men tey mugu so pent [...] Samuelsen, løgtingsforkvinna, tá vit spyrja hana. – Men tað er kanska gott tað sama, tí nógv mál eru á skrá til tingfundin í dag, sigur hon. Ikki tí. Tað er eingin trupulleiki. Fíggjarlógin skal bara vera [...] Seinasta málið – sum var mál nummar 18 – á tingfundinum mikudagin var 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2024. Tað skulu ganga tveir yrkadagar millum tingviðgerðirnar, og ætlanin var, at 3. viðgerð
verður tann, sum hevur verið fyri harðskapi, sendur til kanningar og tann, sum er skuldsettur fyri at hava framt harðskapin, verður eisini sendur til kanningar. Møguligir skaðar hjá tí, sum hevur verið [...] staðfestast, og tað er neyðugt, at tann, sum hevur framt harðskapin, eisini verður kannaður. Málið, sum varð umrøtt í gjár, var eitt harðskapsmál við persónsskaða, sum vaktleiðarin tók til, og lagt varð aftrat [...] at rúsdrekka var uppi í. Aftur í morgun visti vaktleiðarin at siga frá enn einum harðskapsmál, sum hendi seinnapartin í gjár, tá løgreglan fekk boð um húsaófrið, og eisini her var rúsdrekka uppi í. Eisini
hetta er eitt mál, sum fyllir nógv hjá pensjónistum, og tað eru fleiri, sum síggja markið sum eina forðing í sambandi við teirra arbeiðslív. Samtykta lógin er tí ein góður bati, sum munar hjá nógvum p [...] byrjar at lækka. Í dag kunnu fólkapensjónistar tjena upp til 45.000 kr. um árið, uttan at mótroknað verður í pensjónini. Við samtyktu lógini verður upphæddin frameftir 61.900 kr., sum er sama upphædd, ið var [...] var galdandi áðrenn 2020. Broytingin fer at hava við sær, at fólkapensjónistar, sum arbeiða, og fólkapensjónistar, ið hava privatar pensjónir, fara at fáa hægri fólkapensjón. Tað verða áleið 2 til 3.000
áðrenn hon rakti vøllin. Sagt verður, at í minsta lagi fýra fólk vóru í lyftini, tá vanlukkan hendi. Sum skilst, fór hendingin fram fyrrapartin í morgun, men tað var ikki fyrr enn seinnapartin, at miðlarnir [...] Svensku miðlarnir, Expressen og Aftonbladet, vita seinnapartin í dag at siga, at fleiri fólk eru deyð í einari arbeiðsvanlukku í Svøríki. Talan er um eina lyftivanlukku á einum byggiplássi í Sundbyberg
Tann týdningarmesti stólurin stóð tómur, tá Nobelfriðarheiðurslønin varð latin í dag. Tað var stólurin, sum fongslaði friðarheiðurslønarmóttkarain úr Iran, Narges Mohammadi, skuldi havt sitið á. Tað skrivar [...] 2021. Hon er sambært NRK fjórði friðarheiðurslønarmóttakari í søguni, sum hevur sitið í fongsli, tá heiðurslønin er handað. Tað sama var í fjør, tá Ales Bjaljatski úr Hvítarusslandi í fjør fekk heiðurslønina [...] Rahmani hava samært NRK ikki sæð mammuna í átta ár. Tey hava heldur ikki tosað við hana í tvey ár. Í dag lósu tey røðu hennara við tá heiðurslønin varð handað. – Eg eri vís í, at Nobel friðarheiðurslønini
kontórbygninigur, sum tað almenna hevur bygt til sítt endamál í áratíggu. Verkætlanin bleiv bjóðað út sum ein heildarenterprisa, ið annars ikki er vanligt. Úrslitið, ið vit síggja í dag er, at prísurin fyri [...] Sjóvinnustýrið til Havnar í 2018 og so hendi ikki meir. Men undanfarna samgonga við Fólkaflokkinum við fíggjarmálum fekk pening settan av til bygging av bygningi í Vágum. Í dag var sólskinssøgan veruleiki. Sj [...] fyri einum málið, og so at síggja úrslit, er fantastiskt. Tað hevur tikið tíð, men gleðin er stór í dag.", sigur Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins. Vit í Fólkaflokkinum ynskja Sjóvinnustýrinum hjartaliga
skiftið var støðan javnleikur 4-4, og Grønland kom enntá á odda 2-0, men sum dysturin leið dróg Ísland frá Grønlandi og munurin bara vaks sum dysturin leið. Gongdin í dystinum var sambært Morgunblaðnum hendan: [...] Fyrr í dag møttust Grønland og Ísland í bólki 1 í niðara millumspælinum í HM-endaspælinum í hondbólti hjá kvinnum. Dysturin endaði við stórsigri 37-14 til Ísland, ið ikki vísti grønlendsku kvinnunum grið [...] nærum 1.000 áskoðarar til dystin í Frederikshavn, hóast talan var um dyst í niðara millumspælinum. Í sama bólki vann Kina 23-20 (9-10) á Paraguay. Ísland og Kina hava tvey stig hvør, Grønland og Paraguay
ð og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag skriva undir semju um nýggjan sáttmála. Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: