gin í Vági, og luttaka kunnu børn 8-12 ár og vaksin 13 ár og uppeftir. Børnini renna 1,5 km meðan tey vaksnu renna fimm km. Renningin er ein av grand-prixrenningunum hjá sersambandinum og er samstundis [...] klokkan 13.15 og tilmelding fer fram uttan fyri pakkhúsið kl 12.15 - 13.00. Luttøkugjald fyri børn 20 kr og fyri vaksin 30 krónur. Suðuroyar Sparikassi letur steyp til teir fýra vinnarar og heiðursmerki [...] Føroyum. Startur verður við Pakkhúsið hjá Karl Olsen og runnið verður út eftir kaiini og niðan brekkuna til skúlan, síðan vestureftir til minnisvarðan og oman aftur til pakkhúsið, har startur er. Børn renna
foreldur búgva uttanlands og koma so heim í frítíðum, her tey kenna seg hoyra heima og hava røtur, at doypa síni børn ella at giftast. - Í dag skulu eisini attestir til alt her og nú og tað er valla dagur, at [...] Suðringar eru fluttir, og fólk skulu altíð venda sær til sóknina, har tey vóru fødd og doypt. Soleiðir er skipanin. Kann geva trupulleikar - Hetta hevur nógv arbeiði við sær og samskifti aftur og fram, tí fólk [...] Men skiligt er, at burðaravlopið verður einki, sigur Heri, og talið á konfirmantum, sum var uppi á umleið 40, er minkað niður í eini 18 til 20, og várkonfirmatiónirnar eru minkaðar niður í einki. - Hetta
lagaði seg væl eftir donskum ynski, og at Danmark tískil fór at koma víðari. Av somu orsøk var mannamúgvan rættiliga órólig síðstu løtuna, og nógv hugsaðu meira um at práta og drekka øl, heldur enn at fylgja [...] millum allar hesar fótbóltsáhugaða danir og hyggja eftir dystinum, og tað rættiliga undirhaldandi at hoyra allar »serfrøðingarnar« siga sína meining um dystin og dómaran. Løgið, sum fótbóltsáskoðarar altíð [...] longu fult at síggja til frá 20. Hædd á Radisson SAS Royal Hotel, har man eisini kundi síggja yvir til Svøríkis í góðveðrinum, sum var henda dagin. Best var at fara oman og fáa sær eitt pláss, um nakað
effektiviserast og rationaliserat og tann vegin gerast bíligari. Men hann vil ikki hoyra talan um, at hetta merkir tað sama sum uppsagnir, og hann ávarar ímóti at gera alt upp í krónum og oyrum. Tann hugburðurin [...] meg í umsitingini, og tað er ikki mín uppgávu at sita og eftirrokna teimum tølum, tey koma við. Eg havi fult álit á teimum. Mín uppgávu er at stinga út í kortið politisku kósina og leggja rygg til tá á [...] tað longra stráið, og vit fóru ongantíð eftir hæli undir samráðingunum. Og tað var ikki minst góðu fyrireikingunum á embætismannastigi fyri at takka. Kartin er útbúgvin politistur, og gjørdist sýslumaður
telur 22 spælarar í aldrinum 9-20 ár. Tað varð stovnað í 1974 og kann tí næsta ár halda 25 ára hátíðarhald. Frá byrjanini hevur orkestrið verið uttanlands á hvørjum ári og hevur vitjað ein stóran part av [...] England, Ísland, Føroyar og Eysturríki eru bert nøkur av londunum, sum orkestrið hevur vitjað. Tey fyrstu 23 árini var tað Povl Feldberg, sum leiddi orkestrið. hann legði frá sær nú í ár og nú leiðir Asger Pallesen [...] har hann var venjari hjá Vestmanna Hornorkestri og Vestmanna Sangkóri. Vitjanin í summar er komin í tøttum samarbeiði millum Vestmanna Hornorkestur og Fjordblæserne, bæði orkestrini fara at enda vitjanina
Føroya ímillum venjingarleguna og útidystin. Verður fyrri dysturin á heimavølli, so kemur HB ferðalagið aftur 20. juli. NSÍ og GÍ á sama stað Tey bæði eysturoyarfeløgini, NSÍ og GÍ, fara bæði á sama stað í [...] fleiri ferðir skipað fyri venjingar- og frítíðarferðum til Danmarkar, og tað gera teir aftur í ár. GÍ skal taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar 13. og 27. august, og royndirnar undanfarin ár hava verið [...] Jyllandi at venja, og tey vera har um somu tíð. ? Tað hevur verið ein gularót hjá spælarunum, at felagið bjóðar teimum og familjunum eina ferð til Danmarkar. Talan er um samansetta venjingar- og frítíðarferð
innfyri, málverjin fekk fatur á og sendi høgt og langt undan vindinum. B68 verjan kendi seg noydda at geva horna, og eftir tvey innlegg var Óli Hansen leysur við handara stólpan og stútaði í kassan. So kendu [...] innfyri við vinstra beini úr høgru, og í síðstu løtu evnaði hann at lyfta í handara síðunetið, og so var 4-1. Í kjallaranum og á loftinum Sjálvsagt vóru teir fegnir í NSÍ, og soleiðis sum tað tørnaði út, so [...] Í stongina og inn ella í stongina og út. Øll tey, sum hava havt nakað við fótbólt at gera, vita, at tað ikki so sjáldan eru smálutir, sum gera av, um eitt lið skal hava viðrák og sigur, ella um tað skal
saman hjá GÍ eina góða løtu, og tá var spælið hjá TB úti á miðjum vølli betri skipað. Men tvørámenn megnaðu ikki at spæla seg til teir stóru møguleikarnar, og tá GÍ økti til 2-0, og ein av TB spælarunum varð [...] Tvørámenn og gøtumenn kappaðust leygardagin innanhýsis í Gøtu, samstundis sum norðmenn og italiumenn tókust í Fraklandi. Tað sást á áskoðarafjøldini, og tað er einki at liggja omaná, at hjá teimum, sum [...] norður til Gøtu fyrst og fremst at varðveita tað stigið, sum teir høvdu, og teir spældu seg til onkran málmøguleika. Eitt nú kom Sasha leysur í 1. hálvleiki, men vinkulin var ov spískur, og so spurdist einki
út úr málinum. KÍ økti til 2-0 tíðliga í 2. hálvleiki, og aftur hesa ferð var tað John Hansen, sum skoraði. Eftir innlegg frá Arnoldi Joensen úr høgru og eitt sindur av aftur og fram í brotsteiginum hevði [...] verjuna, og tá tað eydnaðist, so vóru síðstu sendingarnar ikki nóg neyvar. Og so skal ikki gloymast, at Rúni Lisberg var ein brandur í málinum hjá sumbingum, bæði í mann móti manni støðum og tá hann fór [...] sigurin vera vísur hjá KÍ, og Kurt Mørkøre staðfesti sjálvur. Rógvi Jacobsen spældi hann leysan í vinstru, skotið tók í nærra stólpan og í málverjan, áðrenn bólturin fór um strikuna, og so høvdu klaksvíkingar
trýst á HB, og fleiri møguleikar spurdust burturúr. KÍ fekk eitt mál kolldømt, tá Ólavur Kjølbro og Bárður Johannesen rendu saman, og seinni endaði eitt HB-málspark beint hjá Niclasi Niclasen, og skotið hjá [...] tíðina tætt, tá næstbestu liðini hjá HB og KÍ hittust á niðara vølli í Gundadali beint aftan á 1. deildardystin millum HB og ÍF. Bæði liðini høvdu fleiri góð tilboð, og í fyrra hálvleiki var tað serliga HB [...] innfyri, nógv fólk var í brotsteiginum, tá innleggið kom, og tað man hava ørkymlað Bárð Johannesen í HB-málinum eitt sindur. Allan Joensen leyp upp og snittaði bóltin víðari til Kristian Andreasen, sum staddur