eisini kafé. Í miðhæddini eru skrivstovur, og í kjallaranum goymsla. Tá borgarstjórin hevur latið dyrnar upp og hevur sagt nøkur orð, verður eitt listarverk avdúkað klokkan 10.45. Listarverkið byggir á teir [...] báðar stóru steinarnar, ið eru beint niðanfyri, har gamla Effo-støðin var. Tað er Maria Rasmussen, ið hevur verið verkætlanarleiðari í samband við hetta listarverk, men einar seksti kvinnur í kommununi, bæði
Nýggja skipið verður latið reiðarínum, longu um tveir mánaðir. Tað kemst av, at Skansi Offshore hevur yvirtikið sáttmálan um skipið frá einum øðrum reiðaríi, ið ætlaði at byggja eitt frálandaskip á Havyard [...] bygging, sigur Jens Meinhard Rasmussen. Hann vil tó ikki upplýsa, um ella hvussu nógv Skansi Offshore hevur fingið trýst prísin niður, nú reiðaríið tekur yvir byggisáttmálan. - Men tað er greitt, at vit spara [...] metrar breitt. Dekkið er 1000 fermetrar. Talan er um fimta frálandaskipið hjá Skansi Offshore. Harvið hevur ambitiøsa reiðaríið gjørt íløgur fyri 1,6 milliard krónur síðstu árini. Skipini eru fíggjað, bæði
danskir miðlar hava víst á, at hóast Gunnar hava sáttmála við eitt nú Manchester City og Blackburn, so hevur hann ógvuliga avmarkaðar royndir sum 1. liðsmálverji. Men sambært Lasse Heinze, so hava tey í Silkeborg [...] dystinum við fleiri góðum bjargingum, sigur Lasse Heintze við donsku heimasíðuna bold.dk. Gunnar hevur eisini vant við Silkeborg, áðrenn hann gjørdi sáttmála við felagið. Eisini tá dámdi Lasse Heintze [...] eisini Christian Lamhauge Holst og Ari Mohr Jónsson í hópinum hjá Silkeborg, meðan Hallur Hansson, sum hevur verið sjúkur seinastu dagarnar, ikki verður við hjá AaB.
møguleiki er at ongar broytingar verða gjørdar. At sigla ímillum Suðuroy og Sand hevur ligið í kortunum fyrr, men tá hevur talan verið um eitt minni skip enn Smyril, men afturfyri kann tað so sigla oftari [...] skipi enn Smyrli. Tey, sum skulu longur, koyra so ígjøgnum undirsjóvartunnilin inn á Streymoy. Talan hevur verið um rutusigling ímillum Hvalba og Sand, men so skulu stórar íløgur gerast í ferjulegur í Hvalba
fremstir við 4,0 stigum. Helgi hevur vunnið tvey talv og tvær ferðir er tað endað javnt. Styrkistalið hjá GM Davor Palo er 2545. Í dag telvar Helgi ímóti Dara Akdag, sum hevur styrkistalið 2254, og sum burturúr [...] burturúr seks teimum fyrstu umførunum hevur vunnið tvey stig við sigrum í 5. og 6. umfari. Tað eru tíggju luttakarar í landsliðsbólkinum. Allir telva ímóti øllum, og kappingin heldur fram inntil 2. páskadag
Tað er bara toppliðið HB, sum í átta teimum fyrstu umførunum ikki hevur roynt at fara av vøllinum uttan úrtøku. HB hevur vunnið seks ferðir, og tvær ferðir er tað endað javnt í Gundadali 1-1 ímóti B36 [...] monnunum. Tølini siga teimum, at tað er torført at vinna úrtøku ímóti HB í Gundadali. At tað ber til hevur 07 Vestur við málleysum javnleiki fyrr í ár víst bæði TB og øllum øðrum. Tað eru 22 ár síðani, at
Fyri aðru ferð hevur Wayne Rooney sum Manchester United spælari biðið um at blíva seldur. Í gjár komu so tíðindini, at Sir Alex Ferguson gevst sum venjari hjá Manchester United. Samstundis komu eisini [...] ynskinum á møti og mett verður, at David Moyes, um hann verður nýggjur venjari hjá Manchester United, hevur ein møguleika at yvirtala Wayne Rooney at halda fram. Hetta um Wayne Rooney fær vissu fyri, at hann [...] Moyes, sum gav 16 ára Wayne Rooney debut í Premier League tá við Everton. Hóast tað ikki altíð hevur verið gott millum David Moyes og Wayne Rooney, so hava teir sambært BBC einki útistandandi í dag.
(DJ), og íslendsku bólkarnir Úlfur Úlfur og Sísí Ey. Húsið hevur hesi seinastu 30 árini havt stóran týdning fyri mentan og list í Føroyum og hevur verið karmur um nógv fjøltáttað tiltøk, sum hava ríkað føroyingar [...] upplivingum. Mikudagin 8. mai fara vit at hátíðarhalda tey 30 farnu árini, men Norðurlandahúsið hevur nógvar ætlanir fyri framman, sum vónandi kunna viðvirka til menning og frambur á føroyska mentanarpallinum
frá 1. apríl at rokna lækkar bidragið, úr 1,9 prosent niður í 1,7 prosent. Rentan á realkredittlán hevur verið metlág síðstu árini. Fyri styttru lánini er rentan komin heilt niður á 0,5 til 0,6 prosent. [...] Tí er tað fallið í eyguni á fleiri, at sonevnda bidragið, umsitingarkostnaðurin av láninum, hevur verið heilt upp á 1,9 prosentum tríggjar ferðir rentuna. Føroysku peningastovnarnir hava vart seg við [...] donsku realkredittfeløgini BRF og DLF senda heim til ávíkavist Eik Banka og BankNordik. Serliga tí hevur bidragið, ið føroyski kundin má rinda, eisini verið munandi hægri enn bidragið, ið er álagt donsku
býráðslimir og at gera støðu teirra verri, sigur hann. Hann sigur, at enn hevur hann ikki fingið fráboðan frá býráðnum um, at tað hevur gjørt eftir boðunum frá fíggjarmálaráðnum. - Men so skjótt, vit fáa tað [...] Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sær onki undarligt í, at hann nú hevur gjørt avtalu við býráðið á Tvøroyri um at strika dagbøturnar hjá býráðslimum á Tvøroyri. Hann dugir heldur ikki