Samstarv sjáldan havt so stóran týdning áður

– Okkum tørvar tætt samstarv við onnur lond og altjóða felagsskapir, sigur nýggja sendikvinnan í Íslandi

(Mynd: Álvur Haraldsen)

Hanna í Horni verður nýggj føroysk sendikvinna í Íslandi.

 

Tann 1. september flytir hon av skrivstovuni í Uttanríkistænastuni í Tinganesi og inn á føroysku sendistovuna í Reykjavík. Hon skal eisini umboða Føroyar mótvegis Grønlandi eftir ynski frá Føroya landsstýri.

 

– Hetta er ein ógvuliga stór uppgáva og spennandi avbjóðing, sum eg eri sera spent uppá, sigur nýggja sendikvinnan við Sosialin um vikuskiftið.

 

Hanna í Horni er 48 ára gomul. Hon er doktari í altjóða politikki, International Relations, og hevur lisið á lærda háskúlanum í Swansea í Wales. Hon skrivaði doktararitgerð um diplomati í útnorði og viðurskiftini hjá Føroyum, Íslandi og Grønlandi undir seinna heimsbardaga.

 

Áhugin fyri heiminum, politikki og altjóða viðurskiftum varð kveiktur á ungum árum, sigur hon. Longu sum 11 ára gomul var hon á altjóða barnalegu, og sum 16 ára gomul var hon í eitt ár skiftisnæmingur í Japan.

 

– Eg eri tíðliga í lívinum komin í samband við ymsar mentanir og ymisk fólkasløg. Og eg var tíðliga tilvitað um at vera eitt virðiligt umboð fyri Føroyar. Helst hava upplivingarnar í barndóminum og ungdóminum kveikt áhugan fyri politikki og altjóða viðurskiftum og verið ein týðandi liður í, at eg seinni fekk mær útbúgving innan økið, sigur hon.

 

Hanna í Horni hevur starvast í føroysku uttanríkistænastuni í Tinganesi síðani 2008. Áðrenn hon kom Uttanríkistænastuni at starvast, var Hanna í Horni í tvey ár á sendistovu Føroya í Brússel. Har virkaði hon sum skrivari og málsviðgeri. Hon var starvslesandi á somu sendistovu í 2002.

 

Spenta støðan í heiminum ávirkar eisini virksemi hjá sendistovuni. Samstarvið um trygdarpolitisk viðurskifti skal tí styrkjast. Talan er eitt nú um tilbúgving og nettrygdina í útnorði, og so skal sambandið við londini, ið hava diplomatiska umboðan í Reykjavík eisini styrkjast. Landsstýrið hevur gjørt av, at sambandið við Grønland skal styrkjast, og uppgávan er løgd undir sendistovuna í Reykjavík.

 

– Okkum tørvar tætt samstarv við onnur lond og altjóða felagsskapir. Sjáldan hevur týdningurin av samstarvi verið so eyðsýndur sum nú, heimurin er vitni til stórar rembingar. Ikki bara í mun til handil og umhvørvið, men sanniliga eisini, tá um verju- og trygdarpolitikk ræður, sigur Hanna í Horni.

 

Longri samrøða við Honnu í Horni kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.

 

 

 

(Mynd: Álvur Haraldsen)