Magnus er ikki í Vágum

Miðvallarin, sum var á veg til Póllands, hevur seinastu tíðina ikki vant við 07 Vestur

07 Vestur fær í kvøld vitjan av B36. Hóskvøldið vann árstalsfelagið seg víðari í Conference League, og nú hóskvøldið verður HNK Rijeka úr Kroatia gestur á Tórsvølli.

 

Millum báðar europeisku dystirnar fer B36 í kvøld vestur í Vágar, har fyrsta bríksl verður klokkan 18.30. Ivaleyst fer tað at síggjast á B36 manningini í kvøld, at tað er so stutt millum europeisku dystirnar.

 

Hjá 07 Vestur er Jóannis á Steig tøkur aftur eftir leikbann. Teitur Olsen er leikbannaður. Miðverjin Dánjal Pauli Lervig hevur oftast verið millum teir fyrstu ellivu, men seinastu ferðirnar er hann ofta skiftur út. Tað kemst av, at hann er skaðadarvaður.

 

Inntil summarsteðgin var Magnus Holm Jacobsen sera eyðsýndur á 07 Vestur miðvøllinum. Hann hevur ikki verið á liðnum síðani 25. juni, tá ið tað endaði við 2-1 heimasigri ímóti HB, og eftir miseydnaðu ætlanina at flyta úr 07 Vestur og til Póllands, hevur Magnus Holm Jacobsen ikki vant saman við liðfeløgunum í 07 Vestur, og hann verður ikki við í kvøld.

 

Tað eru seks ár síðani, at 07 Vestur vann fulla úrtøku ímóti B36. 24. september í 2017 vann 07 Vestur 4-3 á heimavølli ímóti B36. Tá skoraði John Frederiksen hattrikk fyri 07 Vestur, og Holgar Durhuus skoraði eitt mál. B36 málini skoraðu Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson og Meinhard E. Olsen.

 

Tríggir 07 Vestur spælarar, sum vóru við í 2017, eru framvegis á liðnum – Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen og Teitur Olsen, sum er leikbannaður í kvøld. Fýra B36 spælarar, sum vóru við 24. september í 2017, eru framvegis á liðnum hjá árstalsfelagnum – Andrias H. Eriksen, Eli Falkvard Nielsen, Benjamin Heinesen og Erlendur Magnusson. Henda dagin í september í 2017 sat Magnus Holm Jacobsen alla tíðina á B36 beinkinum.

 

Síðani 2018 hava 07 Vestur og B36 dystast 10 ferðir í landskappingini. B36 hevur vunnið sjey dystir, og tríggjar ferðir er tað endað javnt. Síðsti javnleikurin var 8. oktober í fjør, tá ið tað á Dungasandi og í 25. umfari endaði 1-1.

 

07 Vestur – B36: Rúni Gaardbo kl. 18.30.