landsmonnum og útlendiingum, sum á Sjómansheiminum hava ligið nátt og / ella fingið uppá tallerkin. Nógvir kendir prædikumenn hava har eisini notið blíðskap og vinalag, – Asbjørn Aavik, Carl Fr. Wisløff og Hans [...] tínum; og tey skalt tú leggja børnum tínum eina við og bera tey upp á mál, bæði tá ið tú situr heima við hús, og tá ið tú gongur úti, bæði tá ið tú leggur teg, og tá ið tú fert upp.” (5 Mós 6,4 – 8). Áh [...] himni og jørð til vitnis ímóti tykkum, at eg havi lagt fram fyri tykkum lívið og deyðan, signingina og banningina. Vel nú lívið, so at tú mást liva og avkom títt, við at elska Harran, Guð tín, og lýða rødd
Klaksvíkar at tæna, og tá rann saman millum hennara og abba (Erik Mørkøre). Tey giftust og fingu sjey børn: Kristionnu, Jørgin, Hannebeth, Jóhan, Hjørdis, Erland og Birgir. Tey bygdu eitt gott og trygt heim á [...] vindeygu og mistøðuhita, so húsini gjørdust heit og fjálg og fingu heitt vatn – eitt stórt framstig, sum omma fegnaðist stórliga um. Tað seinasta summarið, omma livdi, vitjaði hon við Gjógv og búði í Blásastovu [...] hugnaligt at fara gongutúr túr við mammu tvørturum Sandin og út á Selheygg. Omma var so blíð og týð at koma inn til og skjót við einum góðum drekkamunni og onkrum heimabakaðum afturvið. Omma var eisini ein nærløgd
heilsur og valdi løg. Tosaði við fólk og var kend um alt landið. Hon var gávumild og stóð sjálv mangan eftir við ongum. Anja fevndi so víða. Kensluborin, sum hon var, gleddist hon við teim glaðu, og græt [...] tómrúmið og saknin. Anja var so góð við øll, og tí vóru øll so góð við hana. Hon hevði so mangar eginleikar og serligar gávur, sum vit kunna læra av og taka til okkum. Nú hon er farin, saknað vit hana og minnast [...] Meðan kavin lá hvítur um alt landið og jólatónleikur ljómaði víða um, bleiv Anja eftir stutta sjúkralegu tikin burtur einans 33 ára gomul, og Tollaksmessudag varð hon av stórari mannfjøld fylgd seinasta
navnaplátu og nýplantaðum vøkstri við síðuna av – til minnis og æru um teg, elskaða Maria. Vinfólkini vórðu fleiri og fleiri í tali – tú treivst so væl og hevði so nógvar ætlanir. Tað størsta og allarbesta [...] lítla gøtu í garðinum hjá ommu og abba. Tú og Freya sótu og sungu á áarbakkanum saman við ommu, meðan abbi bar steinar. At spæla klaver fyri langabba – og samanspæl á klaver og kornett saman við abba. Tú bað [...] títt móðurland, familju, mál og mentan – tá vóru omma og abbi eyka stolt og glað. Vit tóku ímóti tær vesturi í Vágunum, har øll gingu við masku – men tíni eygu lýstu og smíltust oman fyri maskuna. Tú búði
stóra fyrimynd Johanna hevði í móðir síni. Og ivaleyst lá eisini her ein partur av orsøkini til, at luturin hjá Jóhonnu ongantíð lá eftir. Vit sum komu at kenna og arbeiða saman við Jóhonnu eru henni takksom [...] 1956. Og longu árið eftir byrjaði drúgva starvstíð hennara fyri sjóvinnufeløgini í Føroyum. Fyrst Føroya Fiskimannafelag, síðani Føroya Skipara- og Navigatørfelagið og Føroya Maskinmeistarafelag. Og tíðarskeiðið [...] fekk tríggjar, annar kanska 4 og fleiri postávísingar. Allar vóru tær skrivaðar og sendar sama dag. Ta ábyrgdina hevði Johanna, og tí var eisini hetta arbeiði í góðum hondum og røkt til fulnar. Nú er onki
ábyrgd bæði andliga og tímiliga, og vóru við at forma og menna okkum. Takk babba fyri kærleikan tú vísti okkum sera væl. Við tíni hond og umsorgan So signað eru vit og sæl Eitt ríkt og signað lív ein fær [...] abba- og ommubørn komin afturat og í ár ein langabba/ommu dóttir. Uppvøkstur á Glyvrum, Barnaárini hjá babba vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið [...] var skorin og framleidd til víðari virkingar á Glyvrum. Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti
Jógvan dugdi væl við børnum og helt sera nógv av Andreasi, soninum og nú seinri sonarkonuni og teimum trimum abbadøtrunum. Tey og Sonja vóru hansara eitt og alt. Men dugdi Jógvan væl við børnum, dugdi hann [...] minst hjá Sonju, Andreasi, Duritu, verdóttrini, og abbadøtrunum Majbritt, Barbaru og Rannvá, familju og vinum og annars øllum, sum standa Jógvani og hansara nær. Friður veri við minninum um Jógvan Petersen [...] spaða til húskið, eftir at pápin var fallin frá í bestu árum, deyðkomin av skipi. Jógvan var m.a. við Saint Jacques við Páll Horn sum skipara, og hann sigldi eisini við íslendingum. Eftir neyðuga siglingstíð
a var hent, men hvat og hvar visti eingin. Hetta var dyggur – og lemjandi smeitur fyri familjur teirra har Uppi í Hoygarðinum og fyri Syðradal sum heild. Brøðurnir, Kristian - og Dánjal Danielsen (hesin [...] Heinesen og Richard Heinesen. Guttabáturin úr Oyndarfirði: John -, Sigurð – og møguliga Elibert Joensen. Syðradalsmenninir prátaðu við manningina á Klakki (10-mannafar), meðan hesir sótu og egndu á [...] svágur Henry, og Ovi Sólheyg á støð og søgdu frá, at tey vóru bangin um ”Kall”, sum ikki var afturkomin til ætlaðu tíðina, ið var um middagsleitið. ”Klakkur” (10-mannafar) fór suðureftir um 2 – 3 – tíðina
meiri møtimikið, og bara tey sum uppliva slíkt, duga at siga frá tí trega, ið kona og børn sita eftir við eftir slíka vanlukku. Petur hevur í samrøðum í Útvarpinum – við Jógvan Arge – sagt frá sínari lívsleið [...] Marknagarði, Hans Tausen Olsen og Petur Knudsen frekventeraðu ein ungan skipara – tá 28 ára gamal – og fingu tosað hann upp í lag. Tað var ikki ætlað, tíansheldur tilætlað, og tað rakk heldur ikki til ein [...] vóru veiðihættirnir, og roynt var við snøri á saltfiskaveiði, við bátum í Grønlandi og við gørnum á sildaveiði á Føroyaleiðum. Veturin 1955/56 fór hann til Havnar eftir longdini, og hetta prógvið fekk hann
degnum – 21. januar – júst átta ár eftir at pápi tín fór higani. Mátti hin góði Guð hjálpt og staðið tær við lið á ferðini heim til fedrarnar, ið undan eru farnir, og mátti Hann á sama hátt troysta og styðja [...] arbeiðsgevara, og eisini tað megnaði tú. Við egnari megi og góðari hjálp frá fjølskylduni, sum altíð bakkaði upp og akslaði skinn síni við tær og tínum áhugamálum. Góði Andreas, í so máta lá tín partur ikki [...] Syðrugøtu. Fyri oman Oyruna og í Úti Guttastovu. Andreas var sonur Margith og Páll Poulsen. Hon er av Toftum og Páll var undan Gøtueiði. Tey settust niður undir Eiðinum, og har traðkaði Andreas sínar