á Sandi. At hon ger tað sunnudag eftir sunnudag er orsakað av einum einasta: Her følir hon seg væl, tí her er gott at koma saman við øllum hinum til gudstænastu. - Ja, eg vil bara siga, at tað er ikki [...] líkasum at okkurt manglar í hjá mær. Ásla útdýpar hetta eitt sindur, og slær fast, at sunnudagurin er ein heiligdagur og hvíludagur. - Tað er altíð gott at kunna seta seg niður her í kirkjuni, ella at lurta [...] hennara var hon von at ganga í kirkju. Hetta helt hon fram við, tá hon flutti suður til Sands. - Eg eri góð við hesa kirkjuna á Sandi. Hon er bæði snøgg, hugnalig og pen. Men eg vil tó siga, at eg eri allarbest
ofta farið so tíðliga vestur, at vit vóru vesturi fyri Famjin, tá tað fór at lýsa. Vit fóru umleið ein góðan tíma, áðrenn tað fór at lýsa. Tí tað tók nökulunda ein tíma at rógva av Eiðinum og vestur fyri [...] havið. Har var gott at vera kunnigur. Tað var nokk so ofta, at ikki farandi var undan Kleivini, men har vesturi. Tað var á somu ätt, men har var djúpari og betri pláss. Tað sama var at lenda. Fiskileiðir [...] tíðliga á degi, men viðhvört varð tað seint. Ofta eftir at tað var vorðið myrkt. Tað tók so langa tíð at kryvja, tá vit hövdu fiskað nógv, og so at bera heim. Tá vit komu aftur av útróðri, og vit lendu í
Jústinus eftir øllum at døma sett sær fyri at royna, og satt at siga tykir mær, at tað hevur eydnast rímiliga væl. Kanska tí, at hann longu á blaðsíðu 35 ávarar um, at hann fer at gera soleiðis. So vita [...] kjøtterra. Og eg, sum helt, at hann uttan nakað sum helst kundi fáa hvønn sum helst at trúgva hvørjum helst. Løtt at lesa Bókin er sum annars lesnaður hjá Jústinusi løtt at lesa. Tað, at hon er bygd upp við stuttum [...] Eg minnist, hvat eg hugsaði, tá eg á táverandi felags arbeiðsplássi okkara, Jústinusar og mínum, frætti, at Jústinus skuldi til Singapore at vera hjálparmaður í sjómanskirkjuni. Eg ynskti, at tað var eg
upp í Tjørnuvík til tess at forða fyri at grót og klettar rapa oman á vegin. - Fólkið í bygdini fekk at vita, at hetta skuldi vera ein fyribilsloysn. Men nú er meiri sannlíkt, at hetta verður ein varandi [...] áhuga hjá bygdarfólkið, uttan tó at hetta hevur verið málinum at bata higartil. Elsa Andreasen sigur seg hava skilt, at ymiskar royndir eru gjørdar í lendinum til tess at kanna, hvar ein tunnil best kann [...] Ja, tí er tað ikki uttan orsøk at fólk siga, at tað grótið sum ætlar sær omanum, tað sleppur oman, slær Elsa fast. Ótrygt og forferdiligt Eins og so mong onnur, veit Elsa at vegurin er ikki nóg tryggur.
byrjaði at umhugsa at siga mína søgu. Men tað, sum gav mær íblástur til at hugsa pallseting av søguni var ein einmansleikur, sum eg sá Noreg fyri just 3 árum síðani, sigur Jógvan Andrias. - At leikurin [...] vónloysi. Og sum hann hevur stríðst fyri at vinna á, og nú er klárur at siga frá. - Eg hevði eina góða kenslu áðrenn eg fór á pall, og nú eftir framførsluna vil eg siga tað sama. Eg havi verið í góðum hondum [...] sjálvandi fleiri eg havi hug at takka, mong av teimum vóru til sýningina í gjárkvøldið. Nøkur eru ikki millum okkum longur, men teimum sendi eg góðar tankar hvønn dag. Tó vil siga at uttan dygga stuðulin frá
afturat, at tað vóru menninir á bedingini, ið hjálptu at taka hana upp. - Skiparin setti boyu, har hann metti, at jollan lá, áðrenn farið varð til Onglands.Tað vísti seg, at hann var á so góðari leið, at boyan [...] Dánjali, undir at seta motorar í smábátar. Teir høvdu verkstað og lítla beding, greiðir Finn frá. Finn sigur, at motorurin hevur bert tveir hestar, hóast hann er stórur á at líta. Finn minnist, at motorurin [...] Tá arbeiðið við at savna motorin er liðugt, ætlar Finn at, at motorurin skal vísast fram. Tá verður óivað høvi at hitta Finn aftur á máli. Finn er góður frásøgumaður og hevur hug at venda aftur til mangt
Nú hetta frálíka menniskjað er farið, so má ein í dag siga, at tað var stórt spell, at hann ikki náddi meira. Tí hann vildi so nógv og átti so nógv at geva øðrum. Aldurin merkti heldur ikki ríka huga- og [...] sum vildi hava okkum at koma burtur úr okkara gerandis dunnuhyli. Skipaði fyri ferðum til Japan, Svalbard og onnur lond við tí í huga at troyta og brúka lærdóm og vitan hjá øðrum til at menna okkum sjálvi [...] vit kundu fáa bæði íblástur og vitan til nettup at gerast heimsborgarar. Minnist hvussu glaður Tórmóður var, tá býráðið í Havn eftir nógva togan gjørdi av at senda tíðinda- og upplýsingarrásina BBC-World
undan krígnum her. At síggja alvápnaðar hermenn og politistar við skarptløddum riflum á øðrum hvørjum gøtuhorni var satt at siga eitt sindur ræðandi. Trygdartiltøk kann eg venja meg við, at tøma lummarnar [...] verður, at vandin fyri at vera smittaður er ovurhonds lítil, eru serliga kinesisku økini í stórbýunum í USA, "Chinatown", farin at merkja avleiðingarnar av sjúkuni. Ikki so, at fólk eru farin at leggjast [...] rnar allarhelst fara at hyggja sær undan fyrsta dagin, liggur Boston enn undir í kava. Í fjør summar, áðrenn leiðin gekk yvir Atlantshavið minnist eg, at eg fekk ávaringar um, at veðrið ikki altíð er av
aftur at fylginum, sum at enda verður bara heilt fitt, nú vit koma inn undir Akurgerð. Summir hava hug at kapprógva. Teir strika seglini á onkrum grindabáti og vilja bjóða av. Jú tað er ikki at siga, og [...] ynskt vælkomin, áðrenn farið verður at fáa sær. Men her er ikki at sita, tí nú er so mikið fráliðið, at skal tað eydnast at vera í miðbýnum, tá stevnan verður sett, er at fara til gongu beinanveg. Ájú, vit [...] brúksting, tilverugrundarlag so at siga, eins og bygglistarligur gripur at varðveita, segði røðarin. Hann tosaði um menningina av føroyska bátinum, til hann nú at enda tykist noyðast at víkja fyri nýggjum sniði
prísur at gjalda tí valdu tey at halda uppat at verða virkin í orðaskiftinum, hetta má sigast at verða stórt spell, at so er blivið. Eitt annað, sum hevur undrað meg er, tá fólk verða biðin um at koma til [...] spell at síggja, at nógv av teimum, sum kundu blandað seg í orðaskiftið, fyrr eru ikki meir at finna í tí almenna orðaskiftinum i dag. Havi tosað við onkran teirra, orsøkin er, at tey upplivdu, at teirras [...] á landið, og las hvat bløðini skrivaðu. Eg minnist frá tí tíðini eg var til skips, tá blivu nógv evnir havd á loftið í logarinum ella í messuni, satt at siga var ikki orðavalið altíð tað mest vælvalda