Hvat heldur tú um samanlegging millum Gøtu og Leirvík? - Eg haldi, at tað er ógvuliga skilagott, so at man kann víðka núverandi samstarv og gera betri møguleikar fyri framtíðar íløgum Hví heldur tú tað [...] tað? - Tað er tí landið leggur fleiri mál út til kommunurnar, og fyrr ella seinni verða kommunurnar tvingaðar saman, um vit leggja saman nú, hevur vit ein fingur í spælinum.
blokerar tú forhjúlini, og so missir tú stýringina, og bilurin fer har, sum hann hevur hug at fara, greiddu teir Atli Jensen frá. Sakin var kortini tann, at bilarnir mundu hava eini 100 ella 200 prosent [...] framtíðini eisini. So hatta mást tú klára sjálvur, var svarið Atli fekk . Hetta var annan ella triða dagin eftir at teir fóru at skjóta fyrsta skotið til tunnilni til Tøvroyrar, greiðir Atli Jensen frá [...] so leiðin til Suðuroyar. Komin til Hvalbiar mátti Atli Jensen standa sín manndómsprøva. Í Hvalba vóru eins nógir bilar, sum í restini av Suðuroynni tilsamans, hóast tað ikki var koyrandi til nakra aðra
spælt ímóti hvørjum øðrum 189 ferðir. AB hevur vunnið 86 ferðir, Frem hevur vunnið 77 ferðir, og 27 ferðir hevur tað verið javnleikur. Málmunurin er 429-423 til fyrimunar fyri AB. Toppskjúttar hjá Frem [...] Tað er úrtøkan, sum liðið hevur fingið, áðrenn Frem sunnudagin fer at fáa vitjan av AB. - Eg haldi ikki, at vit spælarar hava merkt so nógv til hetta. Leiðslan í felagnum hevur kunnað okkum, og annars hava [...] hava vit hoyrt og lisið um gongdina í pressuni. Felagið hevur ikki havt loyvi at skriva nýggjar sáttmálar, og tá ið onkrir av profilunum eru farnir í onnur feløg, hevur tað sjálvandi ávirkað styrkina á
trýstið ikki verður ov stórt á okkum á heimavølli. Ert tú bangin fyri at tapa? ? Eg vil altíð vinna. Hevur tú ráð at tapa móti KÍ? ? Tað haldi, at tú mást spyrja forsetan í felagnum um, svara hann læandi [...] hann veit, hvat tað snýr seg um á Svangaskarði í kvøld. Klaus Augentaler spældi 32 landsdystir fyri Týskland, og hann hevur verið við í einum HM-endapæli. Tá eysturríska ferðalagið kom til Havnar í gjár [...] Hann greiddi frá, at teir høvdu havt eina frálíka góða ferð til Føroya, og at alt hevði gingið sum tað skuldi. Ikki sama mistak Hvat veist tú um KÍ-liðið? ? Eg veit ikki so nógv um teir, men eg havi frætt
fyrsti parturin er heimskendur, tí Kristianna hevur savnað nógvar træðrir og skrivað alt saman til eina ritgerð. Harumframt hevur Kristianna kortlagt hvat vón er, og hvar menniskjað finnur sína vón. - [...] vónloysi, ótta, gleði og sorg. - Av og á heldur tú einum menniskja í tínum hondum. Tú hevur ávikan á, hvør lagnan verður, tí tey hava sjálvi einki vald. Til dømis, tá tey fáa krabbamein. Sjúkrasystrar og [...] seg til. Og til tað arbeiðið havi eg nýtt tekningarnar hjá hesum damunum, sum eg tosaði við, beint eftir, at tær høvdu fingið staðfest krabba. Við at nýta tekningar, sum vísindaliga impiri, hevur hon víst
sum hevur skift orð við mannin, sum nú siglir við Borgaranum. - Ja, eg var við til at sigla Sjúrðarberg til Noregs, har eg var við til at “avreiða” mítt gamla arbeiðspláss gjøgnum fleiri ár til russarar [...] - Har ein hurð fer aftur, fer ein onnur upp, men tú veitst ikki, hvat goymir seg aftan fyri nýggju hurðina. Soleiðis tekur Auðunn Konráðsson til, sum áður var við Sjúrðarbergi hjá JFK-Troli, sum fyri eini [...] dámdi væl, tá eg fekk bjóðað hýru við Borgaranum, sum eg sjálvandi ikki kundi takka nei til. Hann sigur, at JFK hevur roynt at skaffa so mongum monnum av Sjúrðarbergi hýru í reiðarínum sum gjørligt, og tað
næmingum í hvørjum til undirvísing umborð – tvey hold frá hvørjum av skúlunum í býnum. Tá tað fer at vára byrja menn at rigga skipið til aftur, og verður miðað eftir at hava skipið klárt til sigling flaggdagin [...] grunninum sum eigur skipið, og ein annan av monnunum aftanfyri Dragan, Dorius Frederiksberg. - Tú, Dorius. Kanst tú ikki ger okkum ein kaffimunn?, spyr Hans Eli. Lítla løtu seinni er heitt kaffi og smákøkur [...] sum skúlastova í rættiliga maritimum umhvørvi. Ein talva hoyrir sjálvandi til eina slíka skúlastovu, men annars er útgerðin til undirvísingina beint við hondina. Her er eingin ivi um, at teir munnu fáa
høvundan og bókina (har ber eisini til at keypa bókina, sum er góðar 200 blaðsíður, fyri DM 15,-). Og míni ráð eru: Les hana ? tú gloymir hana ikki dagin eftir, at tú hevur lisið hana! Lydia HØGNI DJURHUUS: Í [...] part av tí virðing, sum hann hevur uppiborið. So sanniliga bleiv hetta eitt gott ár. Jónheðin JÓGVAN ARGE: Morgunmatur og steypafinalur Nú veit eg ikki, hvat tú meinar við, tá tú sigur mentan. Men Heðin Mortensen [...] og var eins og vit komin til Reykjavíkar til steypafinalu. Vit vóru í hvør sínum parti, men avrátt varð, at vit skuldu hittast til morgunmatar sunnumorgunin, áðrenn farið varð til dyst. Hetta fekst í lag
hann hevur frí, sleppur hann undan at hugsa um at fara í song beinan vegin, tí at hann skal á vakt. Nei, ístaðin kann hann fara og spáka sær ein túr í bynum, fara í biograf, ella hvat hann nú hevur hug [...] hug til. Sjálvsagt er tað ein øgiligur munur á lønini eisini, men Hans Olgar hevur spart so mikið upp, meðan hann hevur siglt, at hann nokk skal klára seg næstu árini, hóast lærlingalønin hjá einum frisøri [...] óvanligt man tað verða, at ein ungur maður, sum leingi hevur búleikast umborð á langfaratrolara, velur at fara í land og í frisørlæru. Óansæð, so hevur 25 ára gamli klaksvíkingurin Hans Olgar Hansen gjørt
lýst við, at her er vegurin til skøkjuhúsið. ?Tú, sum nýkomin ert av skipi, skalt fylgja kósini, tú heldur. So kemur tú til hesa vøkru kvinnuna, tú fyri pengar kanst vinna hjartað hjá?. Har er einki at [...] maður, sum afturkomin er av bókasavninum í fornaldar stórbýnum, hevur fingið aðra bók at lisið í, tá hann er heimafturkomin. Ivaleyst hevur tann loyndardómur, sum menninir í Efesos hildu seg goyma, verið [...] býarportrið, og tað hevur verið sálarbót eins og hjá Seyðamanninum á Sondum, tá hann á sinni lat hestin drekka í Vatnsbrekku. Nú vit koma til hesar vatnkioskirnar her á miðari leið ella so á veg oman at niðara