August 2010

Uttan vónina hava vit einki


- Vit mugu hava sjúklingin við í síni egnu viðgerð, og ein háttur er at tosa um vónina. Tí um sjúklingurin missir vónina, er alt farið, sigur Kristianna Hammer, sum seinastu seks árini hevur granskað í krabbameini og vón



Kristianna Hammer hevur júst vart sína Phd-ritgerð um krabbamein og vón. Sera stórur áhugi er fyri hennara úrslitum, sum vísa, hvussu starvsfólk innan sjúkrahúsverkið kunnu hava vónina við í krabbameinsviðgerðunum.

- Vit mugu venda viðgerðarháttinum á høvdið. Vit mugu hava sjúklingin við í síni egnu viðgerð, og ein háttur er at tosa um vónina. Tí um sjúklingurin missir vónina, er alt farið, sigur Kristianna.


Orsøkin

Kristianna Hammer hevur arbeitt sum sjúkrasystur á krabbameinsdeild í nógv ár, millum annað innan stráluviðgerð á sjúkrahúsinum í Odense.

- Tá eg starvaðist á stráludeildini, upplivdi eg ofta, at sjúklingar høvdu tørv á at práta við okkum, men vit høvdu bara eitt korter til hvønn sjúkling, so tað bar ikki til.

- So minnist eg, at ein ungur maður kom inn. Hann hevði fingið krabba í hálsin. Vit vóru tvær, sum skuldu geva honum viðgerðina. Hin sjúkrasysturin tók ímóti honum og vísti honum, hvar hann skuldi vera, og eg fór eftir tí, hann skuldi hava.

- Eg hoyrdi hann spyrja hana, um hann fór at doyggja av hesum. Hon byrjaði at tosa um statistikk, og hvussu stórt yvirlivilsisprosentið var. Hann stóð bara tigandi og hugdi uppá hana, og eg sá á honum, at hann slóknaði. Tað var, sum um øll vón hvarv.

- Eg fór so yvir og tosaði við hann og helt í hondina á honum, men onki batti, tað var ov seint, eg fekk líkasum ikki fatur á honum aftur.

- Og tað, sum hendi við hesum manninum og sum gjørdi, at eg seinni fór at kanna, hvat vón er fyri nakað, var, at dagin eftir hevði maðurin hongt seg. Tí tá vónin fer, so er einki eftir at byggja viðgerðina á, staðfestir Kristianna Hammer.

- Tá hugsaði eg, hvat er tað í grundini, vit gera? Vit geva strálur, kemo og operatiónir, men vit tosa ikki við sjúklingarnar. Og tá vit endiliga tosa við teir, so gloyma vit sjálvt menniskjað og taka tað ikki í nóg stórum álvara. Hvat nyttar statistikkur, tá fólk eru bangin?


Slóðbrótandi kanningar

PhD ritgerðin er skrivað í trimum pørtum. Kristianna hevur fyrst savnað alt tað, sum er skrivað og granskað um vón frammanundan. Hesin fyrsti parturin er heimskendur, tí Kristianna hevur savnað nógvar træðrir og skrivað alt saman til eina ritgerð.

Harumframt hevur Kristianna kortlagt hvat vón er, og hvar menniskjað finnur sína vón.

- Eg havi tikið tað mystiska av vónini, og havi sett tað upp í ein formil, so tað er lættari at fyrihalda seg til. Og til tað arbeiðið havi eg nýtt tekningarnar hjá hesum damunum, sum eg tosaði við, beint eftir, at tær høvdu fingið staðfest krabba.

Við at nýta tekningar, sum vísindaliga impiri, hevur hon víst á ein heilt nýggjan hátt at fáa upplýsingar frá sjúklingum, sum annars hava ilt við at orða seg um stórar kenslur sum vón, vónloysi, ótta, gleði og sorg.

- Av og á heldur tú einum menniskja í tínum hondum. Tú hevur ávikan á, hvør lagnan verður, tí tey hava sjálvi einki vald. Til dømis, tá tey fáa krabbamein. Sjúkrasystrar og læknar hava tá eina ábyrgd av hesum menniskjanum. Tað nyttar einki at tosa við sjúklingar um statistik, tí tey skilja tað ikki og kunnu ikki brúka tað til nakað. Tað, sum hevur nakað at siga, er, at tú ert har. Ofta er tað nokk. Men tað má lærast, sigur Kristianna.


***



Løkke og Sólrun á vitjan

Danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara, Sólrun Jákupsdóttir, vóru á almennari vitjan í Føroyum. Tey hittu politikarar, vinnulívsfólk, mentafólk, skúlanæmingar og onnur. Á Studentaskúlanum á Kambsdali slapp Løkke at svara nógvum spurningum frá næmingunum – millum annað um grindadráp. Hann segði seg ikki hava trupulleikar við drápinum, og hann etur sjálvur grind. Hann helt eisini, at ríkisfelagsskapurin skal stuðla føroyingum í hesum máli.

(mynd)




Lættari at sleppa til Íslands

Hóast nakrir sjúklingar seinastu árini eru sendir til Íslands at fáa viðgerð fyri sjúku, hevur einki formligt samstarv verið – fyrr enn nú. Avtala um føroyskt-íslandskt heilsusamstarv er undirskrivað, og haraftat er eisini avtala gjørd millum Landssjúkrahúsið og Landspitalið í Reykjavík um samstarv.

- Nú ber líka væl til at senda sjúklingar til Landspitalið sum á Ríkissjúkrahúsið, og læknar og sjúklingar hava fingið ein møguleika aftrat, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður.


Ung verða sjúk í køki

August er mánaðin, har tey ungu flyta heimaífrá. Men frælsiskenslan verður ofta køvd í botninum á vesikummuni, tí tey ungu hava ikki lært grundleggjandi reinføri í køkinum. So verða tey smittað av campylobacter-bakterium, sum strótrívast í einum skitnum køki! Hetta sigur danska matvørustýrið í herferðini ”clean eller klam”.

Sagt verður, at ung, sum júst eru flutt heimanífrá, eru tí í tríggjar ferðir so stórum vanda fyri at gerast sjúk av matbakterium enn børn og ung, sum búgva heima. Danska matvørustýrið metir, at av teimum umleið 50.000 sjúkutilburðunum árliga vegna campylobacter-bakteriur, eru eini 10.000 ung millum 15 og 24 ár.

(mynd)



Meldaðir fyri harðskap

Tveir løgreglumann verða meldaðir fyri harðskap í sambandi við eina hending á Summar Festivalinum. Løgreglumenninir handtaka tveir ungar menn, og fleiri vitni halda, at teir fara alt ov harðliga við teimum ungu monnunum. Ferðaliðið hjá løgregluni kemur til Føroya at kanna málið, og teir brúka fleiri vikur í Føroyum. Seinni verður málið slept, tí prógv eru ikki fyri, at løgreglumenninir nýttu óneyðugt vald.


***


Tað ljóðar kanska stuttligt at ganga í handlar, meðan man er til arbeiðis, men eg havi runnið Stroyið upp og niður við 15 pørum av skóm, smúkkum og øðrum, og tað er altso ikki stuttligt.

Stylisturin Anna-Rósa á Rógvu



Miseydnaðist tað hesaferð, hevði eg neyvan komið aftur til Føroya. Tað hevði verið skomm.

Livar Nysted, sum saman við øðrum róði um Atlantshavið