framhaldandi samráðingar við ES hevur kloyvt íslendska fólkið. Hetta segði hon í røðu á hátíðarhaldi í Hólar í Hjaltadal í gjár. Sambært forsætisráðfrúuni royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar [...] fyri landið. Vísti á søguligar ósemjur Í røðuni umrøddi forsætisráðfrúan eisini fleiri av stóru ósemjunum í íslendskari søgu, millum annað kristningina, ófriðin í Sturlungatíðini og trúbótina. Ósemjurnar [...] um, Guðrún Hafsteinsdóttir, segði í sjónvarpssendingini Silfrið hjá RÚV mánadagin, at fólkið var fullkomiliga kloyvt í málinum. Kristrún Frostadóttir er ikki samd í hesi lýsingini. Hon heldur tvørturímóti
tað ikki staðfest, at FC Suðuroy, sum í fjør flutti niður úr bestu deildini, í 2027 aftur verður partur av bestu deildini. Men tað gongur av álvara tann vegin. Í dag vann FC Suðuroy 4-0 á heimavølli ímóti [...] møguleika at taka uppflytingarplássið, og í FC Suðuroy vóna teir, at spurningurin um uppflyting verður avgreiddur, áðrenn ÍF í 27. og síðsta umfari fær vitjan av FC Suðuroy. NSÍ hevur 22 stig, og hjá teimum [...] Eftir onkur ikki so sannførandi avrik, ið fyrr í summar bóru tap við sær, varð ivi sáddur, og tað varð spurt, um FC Suðuroy fór at megna uppflytingina, sum fyrr í ár næstan sá út til at vera avgreiðsluspurningur
veður og seinkaðar flogferðir í dag og í gjár, eru broytingar gjørdar í dystarskránni til Wenzel Nordic Cup í kvøld. Dysturin millum Valur og GOG er útsettur til klokkan 20.00 í kvøld. Dysturin millum Kiel [...] spældur í kvøld. Orsøkin er, at ferðalagið hjá Kiel ikki nær at lenda til dystin í kvøld. Vit harmast um støðuna og tær avleiðingar, hon hevur fyri áskoðarar, leikarar og onnur, sum eru partur av tiltakinum [...] Umstøðurnar eru uttan fyri okkara ávirkan, og arbeitt verður við at tillaga skránna. Vit vóna, at dystirnir í morgin kunnu verða spældir sum ætlað. Nærri kunning um skránna fyri morgindagin verður send út, so skjótt
um Oslo í gjár. - Ukrainski forsetin kunnaði okkum í gjár um, at roynt hevði verið at leypa á flogfarið hjá honum við einari dronu, men eg kann ikki fara í smálutir við hesum. Soleiðis sigur norski fí [...] hittust eisini í morgun. - Hetta er eitt talandi dømi um ein mann, ið leiðir eitt land, sum er í kríggi - ein maður, sum áhaldandi er fyri hóttanum, sigur Jens Stoltenberg. Undir jarðarferðini í dag gekk Volodymyr [...] Í kvøld vita útlendskir miðlar at siga, at flogfarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, mund verið rakt av einari dronu, tá flogfarið skuldi fara úr Moldova við kós móti norska høvuðsstaðnum
endurgevur. Við í hesum tølum eru ikki teir, sum hava tikið lívið av sær eftir, at teir vóru farnir úr krígnum. Higartil í ár hava 19 ísraelskir hermenn tikið lívið av sær, meðan teir vóru í aktivari tænastu [...] tænastu, vísa tølini. - Harumframt hava 12 aðrir hermenn beint fyri sær, eftir at teir hava verið í hertænastu seinastu trý árini, veit Haaretz at siga.
framleiðari eru við, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum. Sum liður í hesum arbeiðinum er kendi danski filmsframleiðarin Signe Byrge Sørensen í løtuni í Føroyum og heldur skeið fyri føroyskum filmsfólkum [...] og Danmark. Hon hevur áður verið ráðgevi í sambandi við føroyskar filmsframleiðslur og arbeiðir í løtuni við heimildarfilminum Spiralsagen, sum hon framleiðir í samstarvi við eitt grønlendskt framleiðslufelag [...] øðrvísi enn uttanlands, verða tikin við í undirvísingina. Skeiðið í Filmshúsinum endar mánadagin. Vónin er, at luttakararnir fáa bæði ítøkilig amboð og størri innlit í framleiðaraleiklutin, og at skeiðið kann
kortini úr at gera í gjár. Millum klokkan 9 og 13 var ferðsluløgreglan á patrulju í Havn, Norðurstreymoy og Runavík. Fýra mál vórðu skrivað fyri ov nógva ferð. Trý av málunum geva klipp í koyrikortið. Tveir [...] frádøming av koyrikortinum. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði eisini mál, tí eitt barn ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið [...] vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring. Tað gevur eisini klipp. Trý klipp innan trý ár hava við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Eitt klipp fellur burtur
gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. - Í fjør fór kommunan [...] Miðalsbrekku um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. - Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar [...] na í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku
eina uppgerð í kriminella umhvørvinum. Enn er ógreitt, hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð. Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið [...] Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í høvuðsheitum sett saman av fimm hæddir høgum íbúðarbygningum. Bústaðarøkið varð í 2022 tikið av danska listanum yvir sokallað parallelsamfeløg, áður [...] teimum fyribils upplýsingunum fóru tey av staðnum í einum hvítum bili. Løgreglan heitir á fólk, sum hava upplýsingar um málið, ella sum hava sæð fólk ella akfør fara av staðnum, um at ringja 114. RITZAU ##med2##
fekk klipp í koyrikortið, tí eitt barn í bilinum ikki var spent fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð tikið av løgregluni