gera, at stovnurin einans kann taka fimm inn til viðgerðar í senn. Vit tosa um einasti tilboðið av sínum slagi í Føroyum. Í staðin fyri at standa í kø fyri at lova hesum fólkunum alt møguligt, so skal mann [...] ov ofta og alt ov nógv yvirsædd í samfelagi okkara. Tá valstríð er, standa valevni í kø fyri at vilja hjálpa hesum fólkum, men millum valini verður lítið og einki gjørt. Í stóran mun mugu hesi fólkini dúva [...] sum nevnd eru, eiga ikki at vera lægst í hierarkinum, tá pengar skulu býtast út. Vit vita øll, at tað kostar meira fyri samfelagið at lata vera - hvørjum bíða vit í veruleikarnum eftir? Laura Apol, valevni
koma fyri í Føroya Rætti. Ein ætlan við støði í hesi greining skal leggjast fram fyri árslok 2025. Harafturat skal eisini í Føroyum verða møguligt at brúka talgildu tænastuna “minretssag.dk” í sambandi [...] dómstólar í Danmark. Við hesi avtaluni taka vit eitt fet nærri einari javnstøðu í ríkisfelagsskapinum innan dómsvaldið. Eisini hevur tað týdning, at stjórnin velur at seta pengar av til starvsfólkaorku í Føroya [...] danska løgmálaráðið fara saman at meta um hvørt tað er viðkomandi at seta somu tiltøk í verk í Føroyum. Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sigur: Eg eri sera væl nøgdur við, at partarnir
á vitjan í Føroyum. Teir hava havt konsertir í Fuglafirði og í Klaksvík. Í kvøld verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum klokkan 19:30 og í annaðkvøld kl 19:00 verður konsert í Skálanum í Kommunuskúlanum [...] Kommunuskúlanum í Havn. Í dreingjakórinum úr Herning eru 45 dreingir og ungir menn, har stórt sæð allir hava verið í kórinum síðani teir gingu í 3. flokki í fólkaskúlanum. Dreingjakórið er fyrst av øllum stuðul [...] eisini fleiri ferðir havt konsertir í danska útvarpinum og sjónvarpinum og hevur givið út plátur og fløgur. Kórleiðari hjá Dreingjakórinum í Herning kirkju er urguleikarin í kirkjuni, Mads Bille, sum hevur
eftirspurningin í 2024. Ferðavinnan sigur frá, at fleiri ferðafólk hava verið í Føroyum í 2023 enn í 2022, tó er vøksturin ikki stórur. Summarið 2023 var heldur óvist, tí ferðafólk bíløgdu í seinastu løtu [...] príshækkingar. Vegna fallandi kvotu av sild, og toski í Barentshavinum, hækka prísirnir á hesum fiskasløgum væntandi í ár. Harumframt væntast ein stígur í altjóða útboðnum av laksi, ið helst merkir, at la [...] byggivinnan hevur í miðal ordrabøkur fullar 1 ár fram, ið er eitt vet lægri enn í seinastu kanning juni 2023. Onnur hvør byggifyritøka boðar frá, at trot á arbeiðsmegi er størsta forðingin í framleiðsluni
Stórsteypadystin kosta tað sama sum til ein vanligan dyst í føroysku kappingini, og í hálvleikinum ber til at fáa sær ein drekkamunn í høllini í FSF-húsinum. [...] Áttanda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti í fótbólti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, sum í ár eru ávikavist HB og Víkingur [...] verður á ovara vølli í Gundadali sunnudagin 9. mars klokkan 15, verður skipaður eftir sama leisti sum líknandi dystir, vit kenna úr øðrum londum, eitt nú Charity Shield í Onglandi. Í tíðindaskrivi verður
hava keypt húsini hjá ommu Poul Jacob í Kunoy, sum abbi hansara bygdi í 1940, og hesi hava tey sett í stand. - Vit eru glað fyri húsini, og vit eru glað fyri at búgva í Kunoy, men vit eru ikki heilt liðug [...] varð liðugur við 10. flokk, arbeiddi hann í eitt ár ella so í fiski hjá Antines Olsen í Klaksvík. Síðan fór hann at læra til elektrikara hjá Sigurdi Syderbø í Klaksvík. Liðugur sum elektrikari, helt hann [...] fyri. Hann gjørdist liðugur sum elektrikari á heysti í 2007 og fór at lesa til maskinmeistara longu í januar í 2008. Hesa útbúgving fekk hann til jólar í 2010. - Við tað, at eg fyrst var útbúgvin elektrikari
Grundlønin hjá tingfólki í dag er kr 46.373,69, sum er 74,6 prosent meira enn í 2001. Hægsta útgjald úr Barsilsskipanini í 2001 var 35.000 kr. Tað er í dag tað sama sum tað varð lækkað til í 2004, 25.000 krónur [...] fór at gjalda pengar út í juni í 2001 var hægsta útgjald úr skipanini 35.000 krónur. Tað vil siga, at fólk, sum høvdu eina løn sum var upp til 35.000 krónur fingu fulla løn, tá tey fóru í barsil. Hetta [...] og lønarvøkstur annars hesi 23 árini, síðani skipanin kom í gildi 1. juni í 2001. Bera vit nú saman lønina hjá tingfólki í 2001, so var hon í 2001 kr 26.567,47 - tá tosa vit bara um grundløn, ikki fyri
a á Landssjúkrahúsinum og í morgun varð kekkurin so handaður einum umboði fyri barnadeildina. Tað hendi í sambandi við morgunsangin á skúlaum í morgun, har eisini genturnar í sjeyndu flokkunum eisini gingu [...] vanligt gingu tær í teimum gomlu, fínu kjólunum, sum vórðu broderaðir í Niðurlondum fyri einum 80 árum síðani, men sum eru væl varðveittir og sum verða tiknir fram til Luciu gongdina hvørji jól. Í ár høvdu tey [...] handaðar einum umboði fyri barnadeildina í morgun. Poulina Slættanes, lærari á skúlanum, sigur, at tað var í 2008, at tey fyrstu ferð skipaðu fyri einum tiltaki sum hesum í sambandi við at skúlin fylti 75. Tá
prosent seinastu tríggjar mánaðirnar í 2008, í mun til seinastu tríggjar mánaðirnar í 2007. Tilsamans brendi brennistøðin á Hagaleiti 17.830 tons í 2007 og 17.280 tons í 2008, also ein minking á góð 550 tons [...] samlaða mongdin av brendum ruski minkaði í 2008 í mun til 2007. Vanligur januar Sambært stjóranum í IRF, Poul Andrias Joensen, hevur innsavningin í januar mánaði í ár verið vanlig, og er mongdin nakað tað [...] fólk meria varin við, hvat teirra pengar verða nýttir til. Fólk ansa betri eftir, um tað, tey hava goldið fyri, verður gagnnýtt sum best, ella um tað bara verður tveitt í ruskspannina, fyri síðan at keypa
avrikið hjá honum higartil í ár. Og teir í Leiftri eru framvegis áhugaðir í at fáa landsliðsmannin til Íslands. Í GÍ siga tey seg einki hava ímóti, at Leiftur fær Sámal Joensen, men í Gøtu halda tey framvegis [...] fyri Leiftur aftur í sambandi við Sámal, og tað sigur seg sjálvt, at hetta órógvar okkum øll. Hetta sigur Sonja á Líðarenda, formaður í GÍ. Hon sigur eisini, at í fyrradagin heitti tey í GÍ á Fótbóltssambandið [...] sáttmálabundin við GÍ. ? Hóskvøldið í síðstu viku setti Leiftur seg í samband við okkum. Teir bjóðaðu okkum ein kekkiskan spælara, sum teir ikki hava brúk fyri sjálvir, í býti við Sámal, men teir vóru ikki sinnaðir