Nú eru tríggjar vikur síðani, at vit vistu at siga frá formanninum í Leiftri á Ólafsfirði, at teir skuldu fáa Sámal Joensen yvir til Íslands at hjálpa teimum, og at Sámal Joensen segði seg vera áhugaðan í tilboðnum.
Sunnudagin spældi Sámal Joensen við GÍ ? besta avrikið hjá honum higartil í ár. Og teir í Leiftri eru framvegis áhugaðir í at fáa landsliðsmannin til Íslands.
Í GÍ siga tey seg einki hava ímóti, at Leiftur fær Sámal Joensen, men í Gøtu halda tey framvegis fast um, at skal Sámal til Íslands, so skal tað vera í handli millum Leiftur og GÍ, ella við øðrum orðum at Leiftur skal rinda GÍ eina samsýning fyri, at teir lata landsliðsmannin fara í tíðarskeiðnum, sum hann er sáttmálabundin við GÍ.
? Hóskvøldið í síðstu viku setti Leiftur seg í samband við okkum. Teir bjóðaðu okkum ein kekkiskan spælara, sum teir ikki hava brúk fyri sjálvir, í býti við Sámal, men teir vóru ikki sinnaðir at rinda nakrar pengar til okkara. Vit boðaðu teimum frá, at annað enn reiður peningur kann ikki koma uppá tal. Tað vildu teir ikki hoyra talan um, og so roknaðu vit við, at spurningurin var avgreiddur, men tað var hann ikki. Undan vikuskiftinum vóru umboð fyri Leiftur aftur í sambandi við Sámal, og tað sigur seg sjálvt, at hetta órógvar okkum øll.
Hetta sigur Sonja á Líðarenda, formaður í GÍ. Hon sigur eisini, at í fyrradagin heitti tey í GÍ á Fótbóltssambandið um at syrgja fyri, at Leiftur heldur seg til reglarnar, sum siga, at tá ein spælari er sáttmálabundin við annað felag, so skulu allir spurningar um keyp og sølu ganga ígjøgnum felagið og ikki spælaran sjálvan.
? Vit kendu okkum noydd at gera hetta, tí tað, sum nú hevur gingið fyri seg í nógvar vikur, er ikki sambært ásetingunum, og tað órógvar okkum øll, sigur GÍ formaðurin.
Mannagongdin
Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at teir fingu áheitanina frá GÍ mánadagin, og at teir hava sent hava víðari:
? Samskiftið millum fótbóltin í ymsum limalondum í altjóða og europeiska fótbóltssamtakinum gongur um fótbóltssambondini. Í hesum førinum hava vit sent avrit av áheitanini, sum vit hava fingið frá GÍ, til íslendska fótbóltssambandið, KSÍ, og vit rokna við, at KSÍ setur seg í samband við Leiftur og minnir teir á, hvør mannagongdin er, tá talan er um keyp og sølu av spælarum, sigur Ísak Mikladal.
FSF hevur verið í sambandi við KSÍ um hetta sama málið eina ferð áður. Tá Leiftur av fyrstan tíð vildi hava Sámal Joensen, heittu teir á KSÍ um at syrgja fyri, at spæliloyvið hjá Sámali Joensen kom til Íslands. KSÍ setti seg í samband við FSF, sum spurdi seg fyri hjá GÍ og síðani svaraði KSÍ aftur, at spælarin er sáttmálabundin við GÍ í 1999.