Konsert við dreingjakóri úr Herning

Syngja í kvøld í Fríðrikskirkjuni og Toftum og í morgin í Skálanum í Kommunuskúlanum í Havn

Seinastu dagarnar hevur Hernings Kirkes Drengekor verið á vitjan í Føroyum. Teir hava havt konsertir í Fuglafirði og í Klaksvík. Í kvøld verður konsert í Fríðrikskirkjuni á Toftum klokkan 19:30 og í annaðkvøld kl 19:00 verður konsert í Skálanum í Kommunuskúlanum í Havn.

Í dreingjakórinum úr Herning eru 45 dreingir og ungir menn, har stórt sæð allir hava verið í kórinum síðani teir gingu í 3. flokki í fólkaskúlanum.

Dreingjakórið er fyrst av øllum stuðul í guðstænastuni hjá Herning kirkju, en kórið hevur eisini ferðast víða og hildið konsertir. Kórið hevur m.a. verið á konsertferð í Bretlandi, Ungarn, Finlandi og Skotlandi.

Sangskráin er fjølbroytt. Hon fevnir frá gregorianskum sangi til nýggjan tónleik, sum er skrivaður til kórið.

Dreingjakórið hjá Herning kirkju hevur eisini fleiri ferðir havt konsertir í danska útvarpinum og sjónvarpinum og hevur givið út plátur og fløgur.

Kórleiðari hjá Dreingjakórinum í Herning kirkju er urguleikarin í kirkjuni, Mads Bille, sum hevur stjórnað kórinum síðani 1984. Undirspælari er Birthe Langdahl, sum eisini starvast sum urguleikari í kirkjuni.

Í Kommunuskúlanum í Havn hevur seinasta árið verið eitt dreingjakór við ein 25 - 30 dreingjum frá 3. - 5. flokk. Tað er Bjarni Restorff, sum hevur vant dreingirnar.

? Tað er ikki bara sum at siga tað, at fáa dreingir at syngja, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri, sum heldur, at konsertin við danska dreingjakórinum er eitt gott høvi at vísa føroysku dreingjunum slíkan kórsang.

Konsertin í Kommunuskúlanum verður í annaðkvøld, fríggjakvøldið, klokkan 19 - og tað er ókeypis atgongd, sigur Hanus Joensen.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«