Bygdarhúsið í Kollafirði hevur í mong ár verið karmur um ein stóran part av sosiala og mentanarliga lívinum í bygdini. Húsið, sum Kollafjarðar Arbeiðarafelag eigur, stendur í Kálvakróki. Nú heldur Bergur [...] sleppa ætlanini um eitt borgarahús og gera eina enn betri ætlan. Ein ætlan, sum inniber at yvirtaka Bygdarhúsið og gera tað til tað, sum bygdin hevur tørv á við slíkum húsi og hentleikum, sigur Bergur Robert [...] at átta milliónir krónur eru settar av til trivnaðarøkið í Kollafirði í 2026. Hann sigur seg hava umrøtt hugskotið við forkvinnuna í byggi- og býarskipanarnevndini, sum sambært honum eisini hevur verið jalig
vælferðartøkni á føroyskum ellisheimum og í eldrarøktini. Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fyrispurning [...] g um evnið. Hon vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at økja nýtsluna av trygdarskapandi vælferðartøkni. Eisini spyr hon, hvørja ávirkan slík tøkni kann fáa á trivnaðin og tryggleikan [...] tíð. Tøknin kann eisini lætta um hjá starvsfólkunum og tryggja, at arbeiðsorkan verður brúkt har, sum mest er fyri henni. Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin fyri menniskju
Hon spyr, hví føroysk viku- og mánaðarbløð ikki eru fevnd av undantakinum frá meirvirðisgjaldi, soleiðis sum vanlig tíðindabløð eru sambært lógini um meirvirðisgjald. Samstundis spyr hon, um landsstýrismaðurin [...] føroysku viku- og mánaðarbløðunum, sum eru eftir. Sambært Astrið Breckmann hevði ein mvg-frítøka havt avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, tí talið av føroyskum viku- og mánaðarbløðum er
í dag, spyr hann beinleiðis, um landsstýrismaðurin ætlar at seta sum treyt, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi. Óttast parallellsamfeløg [...] i fortreyt fyri góðari integratión er, at útlendingar, sum koma til Føroya, hava góðar møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum. – Tað er tí vandi fyri, at ein m [...] miseydnaður integratiónspolitikkur kann elva til parallellsamfeløg, sum kunnu leggja okkara felags virðir, livihættir og mentan undir óneyðugt trýst, stendur í viðmerkingunum til fyrispurningin. Fyrisp
Joensen spyr harumframt, um landsstýriskvinnan metir, at tilbúgvingin í Vágum lýkur tey trygdarkrøv, sum eiga at galda fyri eitt øki við meira enn 3.000 íbúgvum og altjóða flogvølli. Eisini vil hann hava [...] Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir hann á, at sjúkraflutningur er ein grundleggjandi partur av føroysku tilbúgvingini, og at borgarar kring landið eiga at hava skjóta atgongd til eina trygga og [...] Hann sigur eisini, at ein stórur vandi liggur í at miðsavna virksemið. Sambært teimum upplýsingum, sum løgtingsmaðurin hevur fingið, kemur tað fyri, at sjúkraflutningsdepilin í Miðvági stendur ómannaður
krónur um árið kunnu gera mun hjá lesandi og lærlingum, sum hava langan veg millum heim og skúla. Tað heldur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, sum hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum [...] samanber við ferðastuðulin til fólk, sum ferðast til arbeiðis, og nevnir trý dømi um, hvat ein líknandi stuðul kundi givið við 200 skúladøgum um árið: Ein næmingur úr Havn, sum gongur til tekniskan student í [...] Vestmanna: 6.500 krónur . Ein lesandi av Viðareiði á Vinnuháskúlanum í Havn: 9.680 krónur . Hetta eru dømi úr fyrispurninginum um møguligan stuðul, ikki upphæddir, sum lesandi nú hava rætt til. Eirikur í
flotin skuldi fiska so effektivt sum gjørligt. – Mestsum allir nýggir trolbátar eru útgjørdir til at fiska við tveimum trolum. Sum er, verður møguleikin at vera so effektivur sum gjørligt ikki nýttur í fiskiskapi [...] Hon vil millum annað hava at vita, hvørja ávirkan tað hevði havt á búskapin og effektiviseringina av fiskiskapinum, um tað varð loyvt føroyskum skipum at fiska við tveimum trolum. Løgtingskvinnan spyr [...] landsstýrismannin at greiða frá møguligari ávirkan á djúpvatnsfiskiskapin á ytru leið og á nøgdina av hjáveiðu. At enda spyr hon, um landsstýrið ætlar at gera nakað við møguleikan hjá føroyskum skipum
Øll, sum ikki hava rokkið fólkapensjónsaldri og hava fulla skattskyldu í Føroyum, skulu sambært lóg spara saman til sína egnu eftirløn. Bundna eftirlønargjaldið er frá 1. januar í ár 12 prosent av lønini [...] Hvørji krøv verða sett til feløgini, sum umsita kravdu pensjónsuppsparingina hjá føroyingum? Tað vil Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá [...] nógv teir fáa burtur úr uppsparingini. Harumframt spyr hann, um landsstýrið ætlar at gera broytingar, sum kunnu tryggja betri avkast og størri gjøgnumskygni. Vísir á tap hjá LÍV Í viðmerkingunum til fyrispurningin
Morgunblaðið, at blóðtrot verður mett at raka umleið ein triðing av heimsins íbúgvum. Um helvtin av tilburðunum stendst sambært honum av jarnmangli. Serliga børn undir fimm ár, kvinnur við barn og kvinnur [...] hval sum eina keldu til føðslu og jarn, serliga har jarnmangul er ein stórur heilsutrupulleiki. Hann nevnir lond sunnan fyri Sahara í Afrika sum dømi. Har er jarnmangul útbreiddur, samstundis sum stórir [...] Íslendska hvalaveiðufelagið Hvalur hf. ætlar at framleiða kostískoyti úr kjøti av sløttibøku. Talan verður um pulvur, sum verður selt í hylkjum undir heitinum „Reyðarjárn“. Endamálið er at fyribyrgja og
húski kunnu fáa stuðulin. Uppskotssetararnir vísa á, at nógv húski eru hart rakt av hækkandi orkuprísum, serliga tey, sum hava lágar inntøkur og ikki hava ráð at leggja um til aðrar orkuskipanir. Í staðin [...] stuðul til tey, sum hava størstan tørv. Tey halda, at hetta gevur húskjunum størri frælsi at avgera, hvussu stuðulin verður brúktur. Mett verður, at 400 til 500 húski fara at fáa ágóða av broytingini. K [...] Kostnaðurin verður mettur til 3,8 milliónir krónur. Uppskotið er lagt fram av Sirið Stenberg, Bjørg Brynhildardóttur Egholm, Høgna Hoydal, Liljan Weihe, Hervør Pálsdóttir og Eiriki í Jákupsstovu úr Tjóðveldi